hósdagur 6. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 6. mars 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Dusina Kjærsgaard, vanliga nevnd Dus, fødd
Mortensen á Geil á Argjum, andaðist mánadagin,
84 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hvalsø kirkju
fríggjadagin kl. 10.30.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra mamma, omma, vermamma og
langomma okkara
Sofie Sevdal
Fía av Regni, ættað úr Leirvík
andaðist og varð jarðað.
Vit takka tykkum øllum hjartaliga, sum á ymiskan
hátt vístu okkum samkenslu og hjálpsemi.
Serstøk tøkk til tykkum á Vesturstovu fyri kærleika
og umsorgan, tykkum, sum vitjaðu hana frá tíð
til aðra og tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað her.
Regin, Jógvan Páll, Hegin og Osla
Dagurin
7. mars. Perpetua, deyð ár 202 ella 203. Trælkona í
Kartago sum saman við hábornari konu Felicitas varð
tikin av døgum fyri trúar sakir.
Leygardagin 8.
mars verður ein
stuðulssending í
Lindini, til frama
fyri stovnsetan av
eini kristiligari
útvarpsstøð í Nuuk í
Grønlandi
Útvarp
Snorri Brend
Lindin hevur seinastu árini
savnað pening inn til ymisk
evangeliskt arbeiði kring
heimin.
Leygarkvøldið er ætlanin
at hjálpa samkomum í Grøn
landi, við m.a. at veita
peningaligan
stuðul
og
tekniska hjálp.
Fríkirkjurnar undir INO
ætla nevniliga at byrja eitt
útvarpsarbeiði. INO “Inu
unerup Nutaap Oqaluffa”
fevnir um sjey samkomur,
sum liggja í Nuuk, Mani
itsoq, Sisimiut, Aasiaat,
Ilulissat,
Kullorsuaq
og
Upernavik.
Í hesum sambandi fer
Lindin at hava eina stuðuls
sending komandi leygardag,
har lurtararnir fáa høvið at
stuðla við at ringja inn og
tekna teg fyri eina ávísa
upphædd. Sendingin byrjar
kl. 15 og endar kl. 23.
Í sendingini fara vit at
hava áhugavert prát við fólk
í Grønlandi og við fólk her
á landi, sum hava eitthvørt
serstakt at siga frá í sam
band við Grønland, upplýsir
Tór Arni Samuelsen, daglig
ur leiðari í Lindini.
Møguleiki verður eisini
at hoyra sang og tónleik
beinleiðis úr Evangeliihús
inum. Millum sangararnar
eru Martin Joensen, Sigrid
Rasmussen, Theodor Peter
sen, Birgit Thomsen, Krist
ina Bærentsen og Karl
Johannesen.
Allir stuðlar hjá Lindini
og onnur áhugaði eru væl
komin
í
Evangeliihúsið
leygardagin millum kl. 16
og 18 til ein drekkamunn
og at hoyra góðan sang og
tónleik.
Kom væl við
Í fjør varð gjørt av, at pen
ingurin skuldi latast til
“Børn kring heimin”.
Hetta tiltakið fevndi um
stuðul til trý støð: Eitt gentu
heim í Nakuru í Kenya,
summarlegur fyri børn í
Rumenia og stuðul til
arbeiðið millum børn í Kiev
í Ukreina.
Stuðulin kom væl við
hjá øllum, kanska á ein ser
ligan hátt hjá gentuheimin
um í Nakuru, sum við pen
inginum fingu gjørt gentu
heimið liðugt, júst áðrenn
ófriðurin aftaná forsetavalið
byrjaði av álvara, verður
sagt úr Lindini.
Lindin stuðlar
grønlendskari útvarpsrás
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum við gávum,
telegrammum og blómum gleddu meg á
75 ára føðingardegnum.
Eina serliga tøkk til tykkum sum hjálptu til
við matgerð o. ø. og gjørdu mær kvøldið
hugnaligt.
Heilsan
Kristianna Joensen
520 Leirvík
Í apríl í ár verður Ribarhús
í Fuglafirði karmur um eitt
áhugavert listaligt skeið í
myndaseyming.
Kenda
danska
lista
kvinnan Solvejg Refslund
fer at undirvísa, og eingin
tekur hana, tá ið tað kemur
til skeið av hesum slagi.
Solvejg er ”sjálvlærd” og
hevur torað sera væl at
gingið nýggjar og spennandi
leiðir, og hevur verið ófør
at funnið øðrvísi mátar at
gera tingini uppá, hon hevur
fingist við myndlist í eini
30 ár og hevur hildið skeið
í nógvum londum, t.d. í
Íslandi, Norra og Svørríki
og í Føroyum var hon fyrst
í 90unum og helt skeið í
Runavíkar skúla.
Henda góða kona kemur
nú aftur hendan vegin, og
spennandi verður at síggja,
hvussu hon fer at fáa skeiðs
luttakararnar
at
sleppa
hugflognum leysum, og við
sínum seymimaskinum fara
at mála hugtakandi myndir,
bæði úr veruleikanum og úr
hugans heimi.
Skeiðið í myndaseyming
verður sum sagt í Ribarhúsi
í Fuglafirði, sum er eitt væl
egnað stað til eitt tílíkt
skeið í hugnaliga gamla
pakkhúsinum, mettað við
atmosferu
har
eisini
handilin
hjá
heima
virkisfelagnum er beint við
hondina.
Skeiðið sum verður frá
22. til og við 26. apríl frá
kl. 9.00 til 17.00, er fyri øll,
sum hava áhuga, men lut
takaratalið er avmarkað, so
skjótt má berast at, um tú
ætlar tær við.
Fáið meira at vita á
okkara heimasíðu www.
ribarhus.com/
Ella ring til Odvør tlf
444440/268690.
Myndaseyming í Ribarhúsi
Listakvinnan Solvejg
Refslund