Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 47 - 6. mars 2008 tíðindi – skulu vit menna eina shippingvinnu í Føroyum. Og tað verða vit bert um vit fáa eina DIS líkn­ andi skipan. Hetta heldur ein av odda­ monnunum í Supply Service í Leirvík, Tummas Justinussen, sum byggir trý frá­ landaskip í Noregi fyri knappa milliard Shipping Jan Müller jan@sosialurin.fo Í morgin verður stór shipp­ ingráðstevna í Norðurlanda­ húsinum. Fyrireikararnir halda, at tað eigur at bera til at menna føroysku shipping­ vinnuna, so hon gevur nógv fleiri arbeiðspláss og gerst eitt meira týðandi bein und­ ir føroyska búskapinum. Ein teirra, sum fer at fylgja við við á ráðstevnuni í morgin, og sum eisini hev­ ur nógv uppá hjartað, er ein av eigarunum av reiðaríinum ”Supply Service” í Leirvík, Tummas Justinussen. Hann er saman við øðrum farin undir eina rættiliga stóra og í føroyskum høpi óvanliga verkætlan, nevniliga at byggja trý frálandaskip til eitt virði uppá einar 750 mill. kr. Skipini verða í løt­ uni bygd í Noregi. Vilja skráseta í Føroyum Stóri spurningurin hjá reiða­ ríinum eins og hjá øðrum føroyskum reiðaríum er, hvar skipini skulu verða skrásett. Tað er eingin loyna, at fyri Tummas Justinussen eins og aðrar reiðarar, so er tað eitt ynski at fáa skipini skrásett í Før­ oyum, soleiðis at tey kunnu vera við til at byggja upp eina veruliga shippingvinnu við okkara egnu fólkum. Men hetta er eftir øllum at døma ikki bara sum at siga tað. Verandi FAS­skip­ an ger, at vit í Føroyum eru ikki kappingarfør við shipp­ ingvinnuna í útlandinum. Tað tvingar tí føroyskar reiðarar til at skráseta síni skip í útlandinum, oftani Danmark ella Noregi, har tey hava ávikavist DIS og NIS, sum eru nógv meira víðgongdar skipanir enn FAS og sum gera, at reiðarí skráseta síni skip har. Skip­ aninar hava við sær, at part­ ur av manningunum sleppa undan at rinda skatt. Tummas Justinussen, reið­ ari: – Hjá okkum, ið skulu fara út í ein marknað, sum er stýrdur av stórum út­ lendskum fyritøkum, er tað hart nokk í sær sjálvum. Og er tú so ikki kappingarførur aftrat, so verður tað heilt vónleyst. Hann vísir á ta óhepnu støðu vit eru í í dag, har vit als ikki eru kappingarfør við onnur lond við teimum skipanum, sum eru galdandi í dag. – Ætlanin hevur alla tíð­ ina verið at skráseta skipini í Føroyum, men eru vit her ikki kappingarfør, so man er noyddur at skráseta tey í øðrum londum. Tummas Justinussen vísir á, at tað er rætt og slætt desperatur tørvur á vælkvali­ fiseraðum sjófólki í dag. Fólkini fara sjálvandi, har tey hava mest eftir, tá allar útreiðslur eru farnar av, og tað vera vit noydd at fyri­ halda okkum til. Og tað er so ikki við FAS, sum vit hava í dag. Hann vísir á, at um tey t.d. skráseta eitt systurskip í Norra og eitt í Føroyum, koyra føroyingar umborð á bæði, so hevur tann føroyski skiparin, sum siglir við tí norska skipinum, 66.000 kr. meira eftir netto um mánaðin enn føroyingurin á tí føroyska skipinum. Hetta er so víttgangandi, at tú fær ikki fólk til føroyska skip­ ið. – Vil man hava hesi skip­ ini skrásett í Føroyum, vil man hava eina vinnu her, so má okkurt gerast við hesi viðurskifti. Vil man tað ikki, so er tað ein ærlig sak. Vit mugu tí gera upp við okkum sjálvi: ynskja vit eina slíka vinnu í Føroyum ella ikki. Hvussu gera hini Tummas Justinussen vísir á, at tá vit í Føroyum fara at tosa um at menna eina vinnu, so eiga vit eisini at hyggja eftir, hvussu aðrir hava gjørt. Her er tað nevni­ liga so, at tað verður ikki eitt supplyskip bygt í heim­ inum í dag uttan, at helvtin av útgerðini er norsk. Tað ein avleiðing av, at teir hava bygt upp eina vinnu gjøg­ num nógv ár, við eini skip­ an, sum hevur gagnað mann­ ing og reiðaríium. Taka vit Danmark, so eru fáar bingj­ ur, sum danir ikki eiga í. Tað er eisini ein vinna sum er bygd upp gjøgnum mong ár. – Vit mugu tí vera nokkso tolin á inntøkusíðuni, skulu vit hava eina shippingvinnu í Føroyum. Hetta er nakað, sum krevur tíð at byggja upp og sum krevur skipanir, ið gera tað áhugavert at vera her. Tummas Justinussen vil tí mæla føroyskum myndug­ leikum til at gera eina kapp­ ingarføra loysn. Danmark hevur DIS og Norra hevur NIS. DIS er tann meira ein­ falda skipanin, sum er ein eftirlønarskipan. Tað landið fær inn er skattur frá reiða­ ríum, skattur frá fólki, sum arbeiða í management í landi og síðani tað, sum man fær bygt upp av know­ how innan hesa vinnu og sum so aftur skapar grund­ arlag fyri øðrum virksemi og vøkstri. Skulu vit hava ein møguleika at kappast við aðrar, so mugu fyritreyt­ irnar ikki vera verri enn tað. Kopiera DIS – Hvat er idealloysnin fyri okkum? – Kopiera DIS. Tað sigla millum 500 og 800 føroy­ ingar undir DIS. Í dag verð­ ur tað mett at vera í lagi, at man siglur við donskum skipum og ikki gjalda skatt í Føroyum, men man má bara ikki gera tað sama við føroyskum skipum. – Men hvat sigur tú við tey, sum halda, at tað eru bara tit reiðarar, sum vilja sleppa undan at rinda skatt og vilja sleppa á bíligasta hátt? – Tað er vanlig føroysk tankagongd. Vit sleppa lætt­ ari, um vit vilja. Tað er bara at koyra Kjøpinhavn á reyv­ ina. Tummas Justinussen ynskir ikki, at henda fatan hansara skal takast sum grenj. Hann ynskir bara at vísa á veruleikan sum hann er – og so fylgjurnar av hon­ um. – Myndugleikarnir skulu ikki broyta lógina fyri okkara skyld. Men eg haldi tað er flóvisligt, um vit billa okkum inn, at vit eru verðinsmenn innan fyri shipping, og veruleikin so er tann, at føroysk skip, sum føroyingar eiga, ið eru fíggjað í Føroyum og mann­ að við føroyingum, eru skrásett í Danmark. Tað er lítil vissión í tí, nú so nógv verður tosað um vissónir fyri framtíðina, um at fáa fleiri vinnulig bein at standa á osfr. Skulu vit t.d. til at menna hesa vinnuna, so verða vit noydd at gloyma, at reiðarar fáa hetta og fiski­ menn hatta. At nú skal hes­ in og hasin bara ríka seg upp. Unikur møguleiki - Broyta vit FAS til DIS, hvussu sær tú so framtíðar shippingvinnuna í Føroy- um? – Føroyingar hava ein unikan, einastandandi møguleika, tí tað er einki land í heiminum, sum hevur so nógv vælkvalisfiserað sjófólk sum vit hava og sum sigla undir útlendskum fløggum. Hví skulu vit altíð vera trælir og leverandørar av arbeiðsmegi. Hví kunnu vit ikki vera okkum sjálvi. Vit hava fullan førleika at taka hetta í egnar hendur. – Skilur tú ikki, at tað er ikki so lætt hjá føroyskum myndugleikum at góðtaka hetta, at ávisir stættir í sam- felagnum skulu sleppa undan at rinda skatt? – Tað er eitt sindur ringt hjá fólki at skilja, at man góðtekur, at ein partur av føroyingum, sum arbeiða umborð á føroyskum skipi, ikki verða skattaður yvir­ høvur. Tað havi eg alla virð­ ing fyri. Veruleikin er bara, at man góðtekur hetta í dag, men tað má bara ikki vera undir føroyskum flaggi. Tá man góðtekur, at før­ oyingar sigla í Danmark og ikki rinda skatt í Føroyum, ja var tað so hóast alt ikki frægari, at teir vóru við før­ oyskum skipum, tí so fekk samfelagið tonasjuskattin, skrásetagjøldini, offshore­ kontór og annað ”spinof ” frá hesi vinnu. Ringvirkningar Hjá Supply Service í Leir­ vík eru tey í dag 8 fólk, og verða skipini skrásett í Før­ oyum, so verður her talan um fleiri fólk. Tað setir ringar í vatnið og kann verða grundarlag undir øðr­ um avleiddum virksemi. – Tað er tann vegin vit mugu hugssa. Vit sleppa ikki undan tí. Soleiðis gera okkara grannar. Vit kunnu ikki fara í Norðsjógvin und­ ir føroyskum flaggi at kapp­ ast og hava verri treytir enn kappingarneytarnir. Vit eru longu í útgangsstøðinum nógv verri fyri, tí vit hava ikki royndirnar í sama mun sum aðrir. Kunnu vit so heldur ikki vera kappingar­ førir í løn, so kunnu vit bara gloyma alt um eina føroyska skippingvinnu í hvussu so er innan frálandavinnuna. Tummas heldur eisini vit eiga at hugsa um framtíðar Tummas Justinussen, reiðari: -Skilabest at kopiera DIS, skulu vit menna eina shippingvinnu í Føroyum – Vit mugu vera kappin