Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 6. mars 2008 31 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Í dag varð hópurin úttikin til fótbólts­ vinardystin millum Føroyar og Ísland, og nýggj nøvn vóru at síggja í føroyska hópinum. Dysturin verður spældur 16. mars í Kópavági FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Nakrir av útisetunum eru ikki tøkir til landsdystin, og eru tí ikki við hesaferð. Millum annað eru SAS-liga leikarar okkara í Danmark ikki tøkir, orsakað av, at flestir teirra gera seg klárar til SAS-liga uppstartin í næstum. Nýggj nøvn innlimast Nøkur nýggj nøvn eru at síggja í hesum nýggja hóp- inum, og millum nýggju nøvnini eru nakrir ungir og óroyndir á hesum støði. Leikararnar, ið aftur eru komin inn í hitan aftur, eru Ingi Højsted og Mortan úr Hørg, og heilt nýggjur á A- landsliðsstøði, er Arnbjørn Hansen, ið seinastu árini hevur staði seg sera væl í EB/Streymi, eins og hann hevur verið partur av U-21 liðnum, ið fekk fleiri framúr úrslit móti so mætari fót- bóltstjóð, sum til dømis Italia. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari segði, at hann væl kann hugsa sær at innlima nakrar av ungu leikarunum í landsliðshitan, í næstum, og so segði hann, at serliga trý nøvn ljóða sera spennandi. Hesir eru Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen og Ólavur í Ólavstovu. - Hesir tríggir leikararnar, saman við Arnbyrni Hansen, hava staði seg sera væl í heimligu kappingini, eins og teir hava skarað framúr á U- 21 landsliðnum. Hetta eru avgjørt nøvn, vit fara at síggja aftur í framtíðini, segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum í morgun. Størri kapping um plássini Jógvan Martin metir at tað fer at verða størri kapping, um hvørt einstakt pláss á landsliðnum framyvir, tí at tað eru fleiri ungir og spennandi leikarar, ið banka hart á dyrnar, fyri at koma inn í landsliðshitan. - Teir ungu leikararnar hava vunnið sær týdningar- miklar royndir á U-21 lið- num, og áðrenn longi, fáa vit at síggja nakrar av teim- um á A-landsliðnum, sigur Jógvan Martin, ið leggur afturat, at tað er av týdningi at feløgini satsa uppá egnar resursir, í staðin fyri at leita sær uttanlands eftir styrki. Ov nógvir útlendingar - Eg vil ikki siga at eg eri rasistur, men eg harmist øðiliga nógv yvir at síggja vaksandi talið av útlendi- ngum í føroysku feløgunum, sigur landsliðsvenjarin, ið tekur Klaksvíkskappingina sum dømi. - Dysturin millum B36 og NSÍ, í júst lidnu Klaks- víkskappingini, var eitt sera keðiligt dømi, um hvussu útlendingar fylla plássini, ið ungir og evnaríkir føroy- skir leikarar kundu fylt. Av teimum 22 leikarunum, taldi eg heili nýggju útlend- ingar, og tað er ikki nøkt- andi, sigur landsliðsvenjar- in, ið samstundis sigur seg skilja støðuna hjá liðunum. Nýggj nøvn á landsliðnum Teir úttiknu eru hesir: Jákup Mikkelsen (KÍ) René Tórgarð (EB/Streymur) Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) Mortan úr Hørg (HB) Fróði Benjaminsen (HB) Einar Hansen (NSÍ) Óli Hansen (NSÍ) Símun Samuelsen (Keflavík) Bergur Midjord (B36) Rókur av F. Jespersen (Fremad Amager) Jákup á Borg (HB) Hjalgrím Elttør (NSÍ) Ingi Højsted (B36) Mikkjal Thomasen (EB/Streymur) Atli Danielsen (Frem) Christian Høgni Jacobsen (HB) Rógvi Jacobsen (Hødd) Arnbjørn Hansen (EB/Streymur) FAKTA Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari hevur úttikið landsliðið, og onkur nýggj nøvn eru at síggja. Landsliðsvenjarin lovar, at tað í framtíðini verður størri kapping um ymsu plássini, og at tað fara at vera innlimaðir nakrir ungir leikarar í hópin í næstum. Frá vinstru síggjast Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjarin og Ingi Højsted