hósdagur 6. mars 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 47 - 6. mars 2008 ]
Finalan
farin
- Sjálvandi kunnu vit
røkka Neistanum í
teori’ini. Men 13 mál er
for nógv at vinna aftur í
einum dysti.
Janus Einar Sørensen
hjá Kyndli ivast ikki eitt
sekund, tá hann verður
spurdur, um FM-finalan
nú fer at standa millum
Neistan og StÍF.
- Men vit kunnu so
bara takka okkum
sjálvum, tí handan
dystin tveittu vit burtur.
Sjálvandi er Høgni ikki
við, og tað merkist. Men
vit eiga at loysa hasa
uppgávuna.
- Og ístaðin gera vit
alt truplari fyri okkum
sjálvur. Vit skjóta Jens
upp til at standa sum
Føroya besti málmaður,
og tá H71 fleiri ferðir
revsar okkum við
kontramálum verður
mótbrekkan stór.
Tit koma kortini aftur
í dystin, men megna
ikki at standa mát í allar
60 minuttirnar?
- Ja. Har gjørdist
nakað tunt hjá okkum.
Hjalti beklar og noyðist
út. Hanus fær krampa
og Ken fær reytt kort, so
har var ikki tað heilt
stóra eftir á beinkinum.
At tað so kortini kemur
hartil, at vit í nøkur
sekund halda okkum
hava vunnið, áðrenn
verjan kiskar í seinasta
H71-álopinum, ger tað
ikki betri.
Eftir dystin funnust
fleiri at dømingini av
dystinum, men Janus
Einar vildi ikki geva
dómarunum skuldina
fyri, at Kyndil ikki
verður í finaluni.
- Teir høvdu eina sera
løgna linju, har
útvísingarnar vóru sera
nógvar í tali. Men tað er
tað sama fyri báðar.
Størsti taparin í so máta
var kanska sjálvur
dysturin, sum gjørdist
ógvuliga rótutur. Men
vit kunnu ikki geva
dómarunum skuldina
fyri, at vit ikki vunnu,
sigur Janus Einar
Sørensen.
-mørk
Stjørnan hevði ikki
teir stóru trupul
leikarnar av Kyndli,
nú Klaksvíkar
kvinnurnar hita upp
til FMfinaluna
Hondbóltur
Jákup Mørk
Stjørnan hevur longu vunn-
ið kappingina um at sleppa
í FM-finaluna. Og munurin
niður til næstu liðini er
somikið stórur, at tær eisini
hava vissað sær, at ein
møgulig triðja finala skal
spælast í Klaksvík.
Tí var tað kanska so sum
so við spenninginum, tá
Klaksvíkarkvinnurnar vitj-
aðu hjá nummar fýra í lands-
kappingini í tí, sum eisini
var
ein
endurtøka
av
steypafinaluni millum liðini
bæði.
Men tað merkti tó ikki, at
stjørnurnar tóku sær heilt
av løttum í Havn í miku-
kvøldið. Ein av dygdunum
hjá Henrik Gerster sum
venjara, er, at hann ongan
tíð hevur loyvt spælarunum
at taka sær veruliga av løtt-
um. Ein fella, sum kanska
er størsti vandin hjá liðnum,
sum á pappírinum er nógv
sterkasta
kvinnuliðið
í
landinum.
Fyri steðgin hekk Kyndil
so hampuliga væl við, men
tó ikki meira enn so, at
Stjørnan var omaná. Bæði
leikliga og á máltalvuni.
Myndin var kanska ikki
heilt ólík henni frá steypa-
finaluni, har Stjørnan við
einum seigum trekki togaði
seg alt longur frá Kyndli, ið
ikki hevði orkuna ella styrk-
ina at fylgja við.
Kyndil snávaði móti
H71, og so eru útlitini
fyri eini FMfinalu
móti StÍF nógv kám
ari, enn tey hava verið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn er Kyndil ikki heilt úti
úr FM-stríðnum, men tað
fer at krevja nakað heilt,
heilt serligt, skulu teir
grønu triðja árið á rað spæla
seg í FM-finaluna.
Javnleikurin móti H71 í
gjárkvøldið bar nevnliga
við sær, at Kyndil nú er fýra
stig aftan fyri Neistan.
Tveir dystir eru eftir at
spæla, og hjá Neistanum
kunnu uppgávurnar neyvan
vera truplari, enn tær eru
móti Kyndli og StÍF. Men
við innanhýsis málrokn-
skapinum í mentu, so skal
Kyndil vinna dystin við 13
málum, skulu teir vinna seg
framum Neistan í innan
hýsis uppgerðunum.
Uttan Høgna
Kyndil hevði valt ikki at
taka Høgna Klein og Josef
Abrahamsen upp til dystin.
Serstakliga hevur Høgni
verið sentralur í endurreisn-
ini, sum Kyndil hevur upp-
livað seinastu mánaðirnar,
og tí kundi roknast við, at
hetta fór at ávirka spælið.
At liðið so eisini misti
Hjalta M. Jacobsen, gjørdi
ikki støðuna betri, tí uttan
hesar báðar var ilt at síggja,
hvør skuldi binda spælið
hjá Kyndli saman.
Fyri steðgin gekk mest
sum alt eisini galið. Hoyvík-
ingar hava kanska einki at
spæla fyri, men í eini
grannauppgerð er tendringin
altíð í topp, og tað fingu
teir grønu at kenna.
Við fimm málum á muni
í steðginum stóð greitt, at
Kyndil skuldi sveiggja seg
alvorliga upp, skuldu teir
røkka nakrari finalu, og tað
gjørdu teir so sanniliga
eisini.
Rutsjutúrur
Tað tók teimum bert 10
minuttir at vinna seg fram-
um H71, og so byrjaði gys-
arin hjá grønu áskoðarunum
av álvara. H71 megnaði at
svara aftur, hóast Kyndil
hevði hug at leypa avsatð,
og bara sjey minuttir fyi
leiklok vóru gestirnir aftur
trý mál frammanfyri.
Kyndil noktaði tó at
sleppa,
og
áskoðararnir
sluppu veruliga á ferð gjøg-
num ein kenslusligan rutsju-
túr seinasta minuttin. Fyrst
fekk Hanus Johansen tveir
fingrar frá dómarunum. Síð-
ani misnýtti Johnny Dur-
huus brotskast fyri H71, og
tá Rani Ellingsgaard so
skoraði til 27-26, var fagn-
aðurin ovurstórur.
Ein fyrrverandi Kyndils-
spælari setti tó ein ógvus-
ligan steðg fyri øllum hes-
um. Niels Viggo Niclasen
knústi í seinastu sekundun-
um vónirnar, tá hann sendi
bóltin í netið til endaliga
javnleikin.
Kyndil-H71 27-27 (10-15):
Uttan Høgna gekk ikki
Fakta um dystin
Kyndil-Stjørnan 22-30 (11-14)
10 min: 4-5
20 min: 8-11
40 min: 16-20
50 min: 20-26
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyta 8, Ronja M. Mikkelsen 4(3),
Randi Wardum 4, Jacklin Durhuus 3, Tordis
Tróndarson 2, Barbara Egilstrøð 1
Stjørnan: Simona Petersen 10(4), Durita
Christophersen 8, Durita Mikkelsen 3, Joan M.
Djordjevic 3, Durita Ljósstein 2, Bára S. Klakstein 2,
Anna Kristina Samson 2
Brotskøst: Kyndil 3, Stjørnan 4
Útvísingar: Kyndil 4, Stjørnan 3
Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (reytt til beinkin)
Fakta um dystin
Kyndil-H71 27-27 (10-15)
10 min: 4-3
20 min: 6-11
40 min: 17-16
50 min: 21-21
Málskjúttar
Kyndil: Finnur Hansson 9(2), Hans Áki Dal-
Christiansen 6(2), Rani Ellingsgaard 4, Ken
Zachariassen 3(1), Janus Einar Sørensen 3, Hanus
Johansen 2
H71: Dánjal Tórgarð 7, Janus Sørensen 6, Niels Viggo
Niclasen 5, Johnny Durhuus 4(4), Halgir Dahl Olesen 2,
Hans Kári Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 7, H71 5
Útvísingar: Kyndil 6, H71 5
Diskvalifikatiónir: Kyndil 1 (3X2 minuttir), H71 1 (3X2
minuttir)
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Birger Jensen
Hondbóltur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
18
16
-
1
-
1
535
404
131
33
2 VB
18
10
-
2
-
6
423
391
32
22
3 Neistin
18
11
-
0
-
7
441
426
15
22
4 Kyndil
18
7
-
1
-
10
417
462
-45
15
5 StÍF
18
5
-
1
-
12
406
441
-35
11
6 VÍF
18
2
-
1
-
15
388
486
-98
5
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 StÍF
18
14
-
1
-
3
534
418
116
29
2 Neistin
18
12
-
1
-
5
514
470
44
25
3 Kyndil
18
10
-
1
-
7
486
484
2
21
4 H71
18
6
-
2
-
10
450
462
-12
14
5 VÍF
18
6
-
2
-
10
476
510
-34
14
6 KÍF
18
2
-
1
-
15
423
539
-116
5
FM-vónin hjá Kyndli brast, tá teir ikki megnaðu at halda
høvdinum kalt seinastu fáu sekundini av dystinum móti H71
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjá Stjørnuni snýr tað seg
bert um at fáa tíðina fram
til FM-finaluna at ganga.
Men hóast hetta slakaðu
tær ikki, tá tær vitjaðu
Kyndil
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-Stjørnan 22-30 (11-14):
Nú er tað upphiting