hósdagur 6. mars 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 47 - 6. mars 2008 ]
Real merkir kongaligt,
og kongaliga felagið
í Madrid, hevur eisi
ni stórsligna søgu
í hesu glæsuligu
kapping. Men í ár
eru teir útslignir úr
Champions League,
eftir at teir í tveim
um forum taptu 21
móti Roma. Aðrastað
ni vunnu Chelsea,
Arsenal og Manches
ter United seg víðari
til fjórðingsfinalur
nar, meðan Liverpool
dysturin varð útsettur
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Luciano Spaletti, venjari
hjá Roma, ávarar sítt Roma
lið, um ikki at lata euphoris
ka sinnalagið, eftir at vinna
ein samanlagdan 42 sigur
móti Real, ávirka teir ov
nógv, og mælir til at menn
taka tað róligt og sláa kalt
vatn í blóðið.
Real Madrid, ið hevur
vunnið Champions League,
heili nýggju ferðir vórðu í
gjárkvøldið
útslignir
úr
kappingini, eftir at teir taptu
12 móti Roma. Hóast Raul
megnaði at javna til 11, so
var tað ikki nóg mikið, tí í
yvirtíðini fingu Roma enn
eitt mál, og vunnu tískil 2
1, eins og teir gjørdu í fyrsta
dystinum. So samanlagt var
úrslitið 42 til Roma.
Úrslitið hevur við sær, at
Roma er í fjórðingsfinaluni
á fyrsta sinni í 23 ár, og
frøðin er tískil eyka stór á
bæði leikarum, venjara og
fjepparum felagsins.
Terry vil sleppa und
an enskari uppgerð
Chelsea liðskiparin, John
Terry ásannar, at hann fegin
hevði vilja sloppið undan
einari reinari enskari kvart
finalu í Champions League
kappingini. Chelsea vunnu
sannførandi
30
móti
Olympiakos, og eru nú í
kvartfinaluni, har Arsenal
og Manchester United eisi
ni eru komnir, meðan Liver
pool noyðast at bíða til týs
kvøldið 11. mars, fyri at
síggja, um 20 leiðsla teirra
frá fyrra dystinum, er nóg
mikið móti Inter í Milano.
Eftir at hjálpa liðnum til
ein tryggan 30 heimasigur
móti Olympiakos í gjár
kvøldið, tosaði Chelsea lið
skiparin um, at hann fegin
hevði vilja sloppið undan at
møtt einum av ensku liðun
um í fjórðingsfinaluni. Men
hann ásannar, at tað er ein
stórur møguleiki fyri at tað
gerst ein »allenglish« fjórð
ingsfinala. Hann sigur tó
eisini, at um man ætlar sær
at vinna, so skal man vinna
á øllum, so í veruleikanum
kann tað vera líkamikið,
hvørjum teir møta. Tað skal
bara vinnast, sigur hann.
Málini hjá Chelsea skutu
Michael
Ballack,
Frank
Lampard
og
Salomon
Kalou.
Milan fall
Mong høvdu hug at avskriva
unga Arsenal liðið, tá teir
bert megnaðu málleysan
javnleik á Emirates leik
vøllinum, og skuldu til San
Siro leikvøllin at fáa eitt
úrslit. Men ungu og evnarí
ku leikararnar hjá »The
Gunners« megnaðu til fuln
ar at gera øll tílík úttalilsir
fyri skommum, tí móti sera
rutineraðum og evnaríkum
Milan liðnum, megnaðu
ungu dreingirnar at vinna
ein sannførandi 20 sigur.
Heilt uppiborin var sigurin
eisini, tí Arsenal raktu veru
liga dagin, og høvdu leikli
ga yvirvág, meginpartin av
dystinum.
Málini hjá Arsenal skor
aðu ungi Cesc Fabregas og
Emmanuel Adebayor. Fabre
gas hevði eisini eina skot
roynd, ið brast í tvørtræðið,
men tað ferðina manglaði
neyðuga hepnið.
Cristiano bjargaði
United
Manchester United megnaðu
við einum eittmáls sigri at
basa franska liðnum Lyon á
heimavølli, eftir at útidyst
urin var endaður 11. United
høvdu trupult við at koma
gjøgnum treisku Lyon verj
una, ið stóð rættuliga væl á
vøllinum. Men av tí at spælið
hjá gestunum var óneyvt
fram eftir vøllinum, øktist
trýstið á verjuna, og so hendi
tað, ið mátti henda. Ein bólt
ur varð leysur í brotsteiginum,
og Cristiano Ronaldo takkaði
fyri, gjørdi eitt trekk og hamr
aði bóltin í netmeskurnar.
Útsettur dystur
Liverpool og Inter skuldu
spæla á San Siro leikvøllin
um, men av tí, at Milan eisini
hevur San Siro sum heima
vøll, var ógjørligt hjá teim
um at spæla. Milan spældi
móti Arsenal týskvøldið, og
einastaðni í onkrari óg,
stendur at so og so long tíð
skal verða fráliðin millum
tveir dystir í hesari kapping.
Tískil verður tað ikki fyrr
enn týskvøldið 11. mars, at
tað fæst at vita, hvørt tað
verður Liverpool ella Inter,
ið
koma
til
fjórðings
finaluna.
Liverpool føra 20 frá fyrs
ta dystinum, tá Dirk Kuyt og
Steven Gerrard skoraðu.
Raul javnaði, men ov lítið og ov seint var hjá Real Madrid, ið fyri aðru ferð taptu 2-1 móti
italska høvuðsstaðarliðnum Roma. Real Madrid er annars mest vinnandi liðið í Champions
League høpi
Kongurin
Barcelona-Celtic
1-0
(Xavi)
Chelsea-Olympiakos 3-0
(Ballack, Lampard, Kalou)
Inter-Liverpool
(Verður spældur týskvøldið)
Man. Utd.-Lyon
1-0
(Cristiano Ronaldo)
Milan-Arsenal
0-2
(Fabregas, Adebayor)
Porto-Schalke
1-0
(Lopez) (Schalke vann 41 við brotsspørkum)
Real Madrid-Roma
1-2
(Raul – Taddei, Vucinic)
Sevilla-Fenerbahce
3-2
(Alves, Keita, Kanouté – Deivid 2)
(Fenerbahce vann 32 við brotsspørkum)
Torres hattrick søkti West Ham
Tær nærum 30 milliónirnar, ið Liverpool mátti av við, fyri at fáa fatur á
Atletico Madrid áloyparinum Fernando Torres, tykjast at vera væl goldnir
pengar. Tí við sínum næsta hattricki á rað í Premier League, kundi Torres
søkkja West Ham í úsetta dystinum millum liðini. Spaniumaðurin gjørdi
mikukvøldið Anfield Road til sína personligu spælistovu, tá hann við trimum
málum var við til at bombardera West Ham liðið heim aftur. Síðsta málið í 4
0 sigrinum, skoraði liðskiparin Steven Gerrard. Liverpool eru nú ájavnt við
grannarnar úr Everton, á fjórða og seinasta plássinum, ið útloysur Champions
League sess. The Reds hava tó fyrimun, tí teirra málmunur er væl betur enn
tann hjá Everton.
fall