Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 47 - 6. mars 2008 tíðindi Stutt Sagt Ísland viður­ kent Kosovo Íslendska stjórnin sendi í gjár forsætisráðharranum í Kosovo, Hashim Thaci, bræv við fráboðan um, at Ísland viðurkennir form­ liga Kosovo sum sjálvstøð­ ugt land. Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráð­ harri, hevði skrivað undir brævið, og samstundis kunnaði hon stjórnina í Serbia um viðurkenning­ ina. Í brævinum legði ráð­ harrin dent á, at Ísland tekur tað sum eina sjálv­ fylgju, at myndugleikarnir í Kosovo viðurkenna altjóða mannarættindi og rættindini hjá landsins minnilutum. Bush stuðlar McCain George W. Bush, forseti, lovaði í gjár floksfelag­ anum John McCain sín fulla stuðul, nú tað er vorðið greitt, at tað verður McCain, sum skal stilla upp fyri republikanska flokkin á forsetavalinum í novembur. Bush hevði boðið McCain í Hvítu Húsini í gjár, og har segði forsetin, at McCain er ein maður, sum kann taka truplar avgerðir, og sum ikki krýpur undan mót­ gangi. McCain svaraði, at hann gleddi seg til at reka valstríð við verandi forset­ anum undir liðini á sær. Kroatar ávara serbar Forsetin í Kroatia, Stipe Mesic, ávarar grannaland­ ið Serbia ímóti at seta til­ tøk í verk ímóti teimum londum, sum hava viður­ kent Kosovo sum sjálv­ støðugt land. Mesic sigur, at slík tiltøk fara bara at skaða Serbia og landsins áhugamál. Kroatia hevur ikki viðurkent Kosovo, men stjórnin hevur sagt, at hon fer at taka somu støðu sum meirilutin av ES­londunum. Serbia hev­ ur gjørt greitt, at landið fer ongantíð at viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt land, og higartil hava ser­ bar fingið stuðul frá Russlandi. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Nú snýr tað seg um Amerika, tess framtíð og John McCain og ikki um meg. Eg havi gjørt mítt (George W. Bush) útlond Amerikanskir fjølmiðlar eru farnir at gita, hvør verður varaforsetaevni hjá republikanarunum í heyst Tann 71 ára gamli John McCain hevur vunnið sær rættin til at stilla upp fyri republikanska flokkin á amerikanska forsetavalin­ um í novembur. Men tann spurningurin er eisini áhuga­ verdur, siga amerikanskir fjølmiðlar og vísa á, at aldurin og hansara serstøða í ymsum málum gera, at hann noyðist at finna sær tað rætta evnið til varafor­ seta. Ja, summir fjølmiðlar halda, at varaforsetavalið hevur ongantíð havt so nógv at siga sum í hesum førinum. Michael Nelson, profess­ ari á Rhodes College, sigur við The New York Times, at McCain hevur trinnar møgu­ leikar. Hann kann velja sær eitt varaforsetaevni úr tí konservativa vonginum í republikanska flokkinum, hann kann velja sær ein úr miðjuni í flokkinum, og í triðja lagi kann hann velja eitt umboð úr einum stati, har hann sjálvur stóð seg illa í uppstillingini. Fleiri nøvn verða longu nevnd í fjølmiðlunum. Eitt teirra er Tim Pawlenty, guvernørur í Minnesota og sannførdur McCain­maður, og ein annar er konservativi guvernørurin í South Caro­ lina, Mark Sanford. Tað kann eisini hugsast, at McCain fer at velja sær ann­ an av sínum kappingar­ neytum frá uppstillingini, Mike Huckabee ella Mitt Romney, skrivar The New York Times. Saudiarabiski oljuálaráðharrin sigur, at oljuprísurin verður kanska tvífaldaður tey næstu fimm árini Oljuprísurin hevur sett met í vetur, men hevur saudi­ arabiski oljumálaráðharrin rætt í sínum metingum, er oljan bílig samanborið við tað, sum vit kunnu vænta okkum um fimm ár. ­ Tað er ikki óhugsandi, at oljan verður tvær ferðir dýrari um fimm ár, soleiðis at prísurin kemur upp á 200 dollarar tá, segði Ali al­ Naimi, oljumálaráðharri, við Bloomberg í gjár. Marknaarserfrøðingarnir í Merrill Lynch halda, at oljumálaráðharrin kann fáa rætt í sínari meting. ­ OPEC situr við av­ gerðini, og ger OPEC einki, so kann oljuprísurin koma upp á 200 dollarar fyri tunn­ una, sigur Fransisco Blanch hjá Merrill Lynch sambært Finansavisen. Hann sigur, at sum er gera OPEC­ londini lítið og einki fyri at tálma oljuprísinum. Oljan kann fara upp í 200 dollarar Ali al-Naimi er oljumálaráðharri í Saudiarabia McCain og varaforsetaevni John Mc Cain og Mitt Romney fara kanska at stilla upp sum forseta- og varaforsetaevni (Mynd: Reuters) Kring allan heimin hava fólk sæð myndir av týska Airbus­flogfarinum, sum mundi dottið niður, tá tað fekk eina hvirlu undir lend­ ing í Hamburg seinasta vikuskiftið. Týska loft­ ferðslueftirlitið segði aftaná, at tað var einum dugnaligum flogskipara fyri at takka, at flogfarið ikki datt niður. Nú er kom­ ið fram, at tað var tann 24 ára gamla Maxi J., sum var stýrimaður hendan dagin, og at tað var hon, sum sat við róðrið undir lending­ ini. 24 ára gomul sat við róðrið