hósdagur 6. mars 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 47 - 6. mars 2008
200 gevur fyrst í apríl
frá sær livefløgu, »200
Decibel«, ið varð
upptikin, tá bólkurin
spældi á Roskilde 2006.
- Ein rokkbólkur er
ikki ein ordiligur
rokkbólkur, fyrr enn
hann hevur givið
livefløgu út, sigur
forsangarin í 200,
Niels Arge Galán, í
samrøðu við Sunnevu
H. Eysturstein
- Bíða, bíða. Eg skal líka mussa
dótturina góðanátt, er tað fyrsta,
ið Niels sigur ígjøgnum telefon-
ina, tá eg ringi til hann.
Eg hevði væntað væl meira av
roki og larmi í hinum endanum
av rørinum. Hetta er jú landsins
størsti punkrokkari. Tann við
nógv mest eg-skíti-á-tað attitudu.
Men kategoriseringar passa slett
ikki altíð. Ein punkrokkari
noyðist ikki at vera eitt ófantaligt
neyt, fyri at vera punkrokkari.
Tíbetur. Og tað er í grundini
nógv kulari at bróta væntingarnar
og ikki vera eitt neyt.
- Ok. Lat meg líka sleppa niður
í kjallaran at festa mær í. So
eigur tú mína uppmerksamheit,
sigur hann aftaná eina løtu.
Eg bíði.
- Sáh, eh, skulu vit bara taka
tað soleiðis, at tú spyrt og eg
svari? sigur Niels, tá hann hevur
fest sær í.
Jú, hví ikki tað. Tað var gam-
alt, í hvussu er, at gera uppá tann
mátan. Og samrøðan byrjar nú av
álvara.
Ein fuglur sang mær í oyrað, at
tit fara at geva nýggja fløgu út.
Hvat er tað fyri ein?
- Tað er ein konsertfløga. Ein
live upptøka, givin út á fløgu. Vit
hava vitað í nógv ár, at vit skulu
geva eina livefløgu út, sum skal
eita »200 Decibel«. Av tí sama
hava vit tikið nógvar konsertir
upp. Ella tað vil siga, at Jónas
(Bloch, ið er ljóðmaður hjá 200,
blaðkv.) hevur tikið upp fyri
okkum.
- Vit høvdu stórar ætlanir um
at seta okkum at lurta eftir øllum
upptøkunum. At velja út, seta
saman osfr. Men so funnu vit
útav beint fyri jól, at konsertin,
ið vit spældu á Roskilde 2006,
var so pissifeit, at hon burdi bara
verið givin út, øll sum hon var.
Og tað er tað, sum hon fer at
blíva nú. Útgivin, also.
Hví gevur ein live upptøkur út?
Og hví hava tit valt at gera tað?
- Tí tað eiga ordiligir
rokkbólkar at gera. Tað eru nøkur
stunt, ið ein má pulla sum rokk-
bólkur. Tú mást t.d gera eitt
»666« og eitt »Mamma« lag, tú
mást geva út á vinyl, og tú mást
geva livefløgu út, fyri at vera eitt
ordiligt rokkorkestur. Vit hava
klárað trý tey fyrstu stuntini, og
nú manglar bara tað síðsta. Vit
eru eisini einasti føroyski
bólkurin, ið hevur givið livefløgu
út, líka umframt Yggdrasil og
Spælimenninar. Tað sigur eitt
sindur um rokkfaktorin her í
landinum.
Sarkasman skínir langan veg.
Ikki ein ónd ein, men ein
sjarmerandi, stuttlig, provo-
kerandi ein. Tann, sum kemur
fram, tá 200 eru á palli, og
propaganda og grefligt kjaftaslit
eru á breddanum.
- Vit vænta ikki at selja so
nógv av fløguni, men tað er
heldur ikki ætlanin at skula selja.
Vit halda, at tað er kul at gera
hesa fløguna. Um tað selur ella
Ein punknevi av harðasta
- Vit hava vitað í nógv ár, at vit skulu geva eina livefløgu út, sum skal eita »200 Decibel«. Nú verður tað so, sigur Niels Arge Galán, forsangari í 200.
Tónleikur