Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 6. mars 2008 43 Snoop Dogg Heiti: Ego Trippin' Útgávudagur: 11. mars Plátufelag: Universal Hip hop/rap ikonið Snoop Dogg gevur í næstu viku nýggja fløgu frá sær. Fløgan, sum er nígginda solofløgan hjá viðurkenda rapparanum, eitur »Ego Trippin’«. Upprunaliga ætlaði Snoop Dogg ikki at hava nakrar gestir við á útgávuni, harav heitið »Ego Trippin’«, men seinastu tíðina er komið í ljós, at nøvn sum Pharrell, Nelly og Charlie Wilson hava fingið hvør sín leiklut á onkrum løgum. Snoop Dogg hevur umframt hetta eisini avdúkað, at hann fegin vil samstarva við m.a Bono, Madonnu og Mick Jagger, og tí er ikki til at vita, hvørjum stjørnan fer at borðreiða við í framtíðini. Í øllum førum er greitt, at talan nú er um eina áhugaverda útgávu, ið sigst vera eitt stórt stig afturat á yrkisleiðini hjá honum. Vónirnar eru góðar fyri hesari vøru, ið eftir øllum at døma hevur stórt hitt potentiali. Tað hoyrist eisini aftur í ein ávísan mun á stakløgunum, »Neva Hafta Wurry« og »Sexual Eruption«, ið kunnu hoyrast á myspace síðuni hjá Snoop Dogg. Net: myspace.com/egotrippin2008 Ane Brun Heiti: Changing of the Seasons Útgávudagur: 13. mars Plátufelag: Determine records Songkvinnan og sangskrivarin Ane Brun er upprunaliga úr Noregi, men hevur síðani ár 2000 búð í Svøríki. Hon stovnaði í 2002 eitt útgávufelag saman við The Tiny's røddini Ellekari Larsson, ið æt DetErMine Records. Debutfløgan hjá Ane var tann fyrsta, sum varð útgivin av hesum plátufelag. Nú, tríggjar útgávur seinni, kemur fimta útgávan og triðja studiofløga hennara, »Changing of the Seasons«. Útgávan er framleidd av Valgeir Sigurdsson, ið eisini hevur havt fingrarnar í spælinum hjá m.a Björk, Sigur Ros, Múm, Prince og Coco Rosie. Kanska tað mest hugtakandi við Ane Brun er rødd hennara, ið av summum verður lýst sum ein samanseting av reikandi røddini hjá Bjørk og erligheitini hjá Joni Mitchell. Og á fløguni »Changing of the Seasons« kemur hendan lýsingin eisini væl til sjóndar. Net: myspace.com/anebrun Adam Green Heiti: Sixes and Sevens Útgávudagur: 7. mars Plátufelag: Rough Trade/A:Larm Seinastu seks árini hevur amerikanski fólkarokk sangskrivarin Adam Green givið eina langa røð av samlings-, stak- og studiofløgum út. Nú kemur so »Sixes and Sevens«, ið hevur fingið ógvuliga ymsa móttøku kring heimin. Summi halda hana vera spennandi og vakra. Onnur halda hana vera eina forferdiliga samling av kremutum løgum. Eingin ivi er i øllum førum í, at Adam Green hevur eina góða rødd og er góður sangskrivari. Harafturat skrivar hann ofta ógvuliga veruleikafjarðar tekstir. Alt hetta tilsamans gevur eitt altíð-óvæntað úrslit, sum hvørja ferð letur teg sita eftir við eitt sindur av undran. Tónleikurin hjá honum er hugnaligur, stuttligur og undirhaldandi, og eisini hendan útgávan ljóðar til at verða júst so, tó við einari rættiliga avgerðandi útvikling í hugnagubba ættina a la Elvis í kærleiksballadu essinum. Net: Lurta eftir allari fløguni á myspace.com/adamgreen1 Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein post@sosialurin.fo Komandi fløgur ikki, kemur í aðru røð. Og einasti mátin, at onnur skulu halda, at tað er kul, er við, at vit halda tað er kul. So tað er motivið - at tað er kul. - Tað sagt, so er tað eisini bara gott PR at hava tríggjar studio- og eina livefløgu at vísa aftur á. At live útgávan er frá konsert á Roskilde, ger tað bara enn betri. Nú geva tit livefløgu út frá konsert á Roskilde. Hvat var so serligt við akkurát hesari konsertini? - Konsertin var fantastisk! Tað er hæddarpunktið á framførslu- num hjá okkum higartil. Vit spældu dagin fyri, festivalurin byrjaði, á pallinum Pavillion, sum er tættast við tjaldingarøkið. Har var sprenfult av fólki, upp til 8000 rópandi kjaftar. Øll vóru peppað, og vit fýrdu tað bara av. - Hetta var ein eitt sindur legendarisk konsert. Tað var fyrstu ferð í søguni, at ein upphitingar konsert til sjálvan festivalin hevur verið so ógvus- lig, at fólk máttu hálast uppum rekverkið, fáa vatn borið út heilt fremst osfr. Onkur misti enntá tenn av einum illa komnum alboga! - Tað er ongantíð hent fyrr áðrenn festivalin, so vit eru bara glaðir. Vit fingu eisini fimm av seks stjørnum fyri framførsluna. Soundvenue.dk skrivaði í yvir- skriftini, at tað var ein »Effektiv færøsk punkknytnæve«. Hetta er uttan iva størsta konsertin, ið vit hava spælt. Tað hoyrist aftur á upptøkuni, og er eisini tí, vit hava valt at geva akkurát hesa konsertina út. Er nakað nýtt tilfar á fløguni? - Nei, tað eru tey bestu løgini frá teimum trimum undanfarnu studiofløgunum hjá okkum, sum eru á. Kanska eitt slag av Greatest Hits, uttan at vera tað ordiliga. Tit skulu á konsertferð í Danmark í apríl. Er hetta eitt promo-ting í samband við tað? - Ja, ein útgáva ger, at ein er aktuellur og áhugaverdur. Tað er lutvíst langt síðani, vit góvu »Graceland« út. Vit skulu í gongd við at gera nýggja studio- fløgu, men Mikael er á konsertferð við Teitur beint nú, og Uni er niðri og skrivar doktararitgerð, so vit hava ikki tíð til at skriva nýtt tilfar í løtuni. Liveútgávan er tískil nógv meira yvirkomilig beint nú og kemur eisini væl við, tá vit skulu út at spæla í apríl. Nýggja studiofløgu, sigur tú. Hvør verður hon fyri ein, og nær kunnu vit vænta hana á marknaðin? - Næsta studifløgan hjá okkum skal eita »Stockholmsyndromið« og kemur út onkuntíð næsta ár. Vit ætla við hesari fløguni at brúka meira tíð í studio, uppá at skriva gjøgnumførdar sangir osfr. Vit hava verið ræðuliga spontanir og ráðir við »200 %«, »Viva la Republica« og »Graceland«. Nú er tað tíð uppá at gera meira gjøgnumarbeitt tilfar, annars endurtaka vit okkum bara. Hvat meinar tú við meira gjøgnumarbeitt tilfar? - Vit hava gjørt eina rúgvu av stuttum, fresutum punkløgum, ið saktans kundu verið betri gjøgnumarbeidd. Ikki tí, at tey ikki eru góð. Bara, at nú er tíð til at gera nakað annað enn tað, sum er gjørt. Kanst tú greiða eitt sindur nærri frá tilfarinum á komandi studiofløguni, »Stockholm- syndromið«? - Tað byrjar altíð við einum heiti. Vit fáa einki gjørt, uttan at vit fyrst hava eitt heiti á fløgu og løgum. T.d til »Stóra Bankaránið« var tað heitið, ið avgjørdi riffið í lagnum. Tað er í hugskotinum um lagið, at lagið verður skapt út frá, og »Stockholmsyndromið« er eitt stuttligt hugskot, sum vit fara at arbeiða við. - Nøkur av komandi løgunum, sum enn ikki eru skrivað, fara at eita m.a »Miðfingurin til Mið- flokkin«, »Fjórða Statsvaldið« »Landið millum avleiðingarnar« og møguliga skal ein eita »Enter Breckmann«. So er tað upp til hvønn einstakan at gita seg fram til innihaldið, inntil fløgan kemur út. - Eitt, sum vit hava lært ígjøgnum árini, er, at vit mugu ansa betri eftir, at sangir ikki eru so nágreiniligir. Summi mál eru ikki líka relevant nú, sum tey vóru fyri tveimum árum síðani. Eitt dømi er »Tað einasta góða við Miðflokkinum er, at hann ikki er í samgongu«. Hetta kann mann slett ikki fyrihalda seg til í dag. Eg las í einari biografi um Bob Dylan, at tað, sum ger, at løgini hjá honum halda so leingi, er, at tey ikki handla um serstøk mál, tí fyrr ella seinni verða tey óaktuell. Hetta hava vit lagt okkum í geyma; at skriva meira um hugtøk heldur enn detaljur. Men fyrst kemur livefløgan »200 Decibel«. Hví decibel? - Tí tað er »heilt forbannað hart«. slag 200 á palli á Roskilde 2006. - Hetta er uttan iva størsta konsertin, ið vit hava spælt. Tað hoyrist aftur á upptøkuni, og er eisini tí, vit hava valt at geva hana út, sigur Niels Arge Galán, spurdur, hví júst hendan konsertin er vald til útgávu.