hósdagur 6. mars 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 47 - 6. mars 2008
Sosialurin er hvønn hósdag farin at gera meira burtur úr tónleiki.
Sunneva Háberg Eysturstein, sum er ein av Føroya bestu og mest
beinraknu tónleikaummælarum, ummælir nýggjar fløguútgávur og
ger javnan samrøður við tónleikabólkar ella einstaklingar.
Hann hevur kompo
nerað fyri svensku
superstjørnurnar
Ace of Base, skrivað
ringitónar fyri Nokia og
hildið fyrilestrar runt í
heiminum. Hann kallar
seg Goodiepal og er ein
av heimsins fáu veruligu
originalum, ið altíð leitar
eftir nýggjum leiðum
til at flyta bæði sálarlig
og samfelagslig mørk.
Hann hevur áður vitjað
klettarnar her, men
kemur nú aftur í næstu
viku at hava verksmiðju í
Norðurlandahúsinum
Seinastu árini hevur Goodiepal
vitjað nakrar ferðir í Føroyum. Á
G! Festival 2005 hevði hann tvær
framførslur í Køstinum; lista
innleggingini, ið Ole Wich og
Tummas Jákup Thomsen gjørdu í
einum gomlum, illa farnum
virkishúsi í Gøtu. Nú kemur
hann aftur at hava verksmiðju í
tónleikakompositión í Norður
landahúsinum tann 14. og 15.
mars.
Aftanfyri pallin
»Flest øll hava ongantíð hoyrt
um mannin, men hóast tað er
hann ein av teimum, um ikki
tann, mest viðurkendi danski
elektroniski tónleikarin ígjøgnum
síðsta áratíggju«, skrivar m.a
Politikken um Goodiepal.
Goodiepal hevur verið virkin í
nógv ár innan elektroniskan
tónleik og modernaða komposi
tión. Sum heilt ungur byrjaði
hann at komponera á Commo
dore 64. Hann hevur m.a gjørt
programmeringar til stóru
svensku 90ara stjørnurnar Ace of
Base og heimsumfatandi tele
ketuna Nokia.
Hann hevur altíð brúkt telduna
sum amboð til at gera elektron
iskan tónleik, og hevur enntá
verið við til at útvikla nýtt tón
leikasoftware. Men nú hevur
hann boykottað telduna og er
farin aftur til gomul, heimagjørd
ljóðføri. T.d tann sjálvgjørda
mekaniska fuglin, ið var útstill
aður í Køstinum á G! 2005, og
traditionellar, stoyptar klokkur.
Útviklingin, ið Goodiepal
hevur verið ígjøgnum seinastu
tíggju árini, botnar í einari orsøk;
í einum ævigum forvitni eftir at
finna nýggj ljóð og nýggjar vegir
í tónleikinum; at royna av og
finna fram til teoriir um, hvussu
tónleikur fer at ljóða í framtíðini.
Hvønn veg fara vit?
14. og 15 mars frá kl. 10.00 til
18.00 verður verkstaður við
Goodiepal í Norðurlandahúsi
num, ið er komin í lag ígjøgnum
samstarv millum Jazzfelagið og
Norðurlandahúsið. Spurning
arnir, ið verða viðgjørd, eru m.a
hesir:
Hvørja leið fer tónlistarliga
úttrykkið í einum heimi, har øll
eiga teldu og hava atgongd til eitt
ótal av ljóðførum við framúr
góðari góðsku – bara ígjøgnum
nøkur fá músaklikk? Hvat er
framskygdur tónlistarligur
kreativitetur ár 2008? Skal teldan
sjálv læra at komponera, tá
kunstigur intelligensur loksins
blívur veruleiki? Skulu vit fara
aftur til at notera tónleikin
grafiskt?
Mørk skulu flytast
Verkstaðurin er fyri øll, ið hava
hug til vera við í at granska
tónlistarlig úttrykk. Tær nýtist
ikki at duga at spæla nakað
ljóðføri. Bara tú hevur eitt opið
sinn.
Sjálvur verkstaðurin er lagdur
til rættis sum ein lærubók, ið
luttakararnir skulu vera við til at
skriva. Luttakaranir fáa
møguleika fyri at flyta síni mørk,
har tey eru sett fyri fatanina av
tónleiki og tónleikakompositión.
Endamálið er, at verkið, ið
verður skapt, skal skapast út frá
einum so breiðum sjónarhornið
sum gjørligt.
Luttøka
Til tess at tey, ið luttaka, skulu
fáa eina optimala uppliving,
hevur Goodiepal biðið hvønn
einstakan um at hyggja at einum
videoklippi, áðrenn komið verður
til klassan. Videoklippið kann
síggjast á http://blog.wfmu.org/
freeform/2008/01/goodiepal-and-
t.html. Finn fleiri upplýsingar um
Goodiepal á myspace.com/
goodiepal.
Spurningar annars kunnu setast
til Ole Wich á tlf 27 38 40.
Tilmelding fer fram á telefon
351351 ella á nlh@nlh.fo.
Kostnaður er kr 200, við kaffi
og køku.
Ummæli ★★★✩✩✩
Tutl
A capella kórtónleikur er ein
stuttlig og løgin vera. Tað eru
naknar røddir, ið mugu
harmonisera fullkomið, fyri at
heildin skal ljóða væl. Og tað er
ikki bara sum at siga tað at fáa
røddirnar at sita rætt, serliga tá
tær eru nógvar í tali. Tær verða
formidlaðar ígjøgnum eitt øgiliga
kompliserað og ógvusligt ljóð
føri; likamið. Og kunnu einans
formidlast væl, um likamið hevur
førleika til tað. Tað er eitt stórt
listarligt avrik at megna hetta, ið
krevur nógv sjálvdisiplin og
mong ár av venjing.
Sterka heildin hálast niður
Vokalbólkurin Mpiri stendur av
13 føroyskum sangarnum, ið eru
búðsettir í Danmark. Bólkurin
gav til jólar út fløguna »Upp
gleðist«, ið er eitt savn av
klassiskum jólaløgum í nýggjum
útsetingum eins væl og nýggjari
tilfari.
Samljóð og raddarstyrki koma
ordiliga til sjóndar á hesi útgáv
uni, ið sum heild er væl eydnað
við fleiri góðum útsetingum. Tó
eru nøkur fá element, ið hála
nógv niður. Hesi elementini
hoyrast bert á nøkrum heilt fáum
løgum, og tað er eitt sindur spell,
at hesi løgini ikki eru blivin
soldað burtur. Tí uttan tey hevði
útgávan fingið ein hægri
karakter.
Ymsar útsetingar
Løgini á fløguni eru ógvuliga
varierandi. Frá vøkrum, friðar
ligum útsetingum so sum »Fra
Himlen højt kom budskab her«
eftir Bjarna Restorff og »Føgur
er Foldin« eftir Sunleif Rasmus
sen til stressutar útsetingar av
barnaløgum sum »Nissumamma
og nissupápi« eftir Leif Hansen
og »Hygg Kavin« eftir Unn
Patursson.
Frá abstraktum útsetingum
sum »Upp gleðist« og »Rottujól«
eftir Trónd Bogason til øgiliga
sveimandi popp útsetingar so
sum »Eg gleðist so hvørt jóla
kvøld« eftir Niels Nørgaard, ið
harafturat eisini inniheldur
solosang av Guðrun Sólju
Jacobsen.
Bæði og
Sumt er gott, og sumt er øgiliga
nógv minni gott. Stressutu barna
løgini hava stuttligar útsetingar,
men eru harafturímóti alt ov
irriterandi at sita og lurta eftir.
Samljóðini eru sum heild ótrú
liga beinrakin og flott, men tað
er ov ofta, at høgu tónarnir blíva
skeivir, og heildin kollapsar.
Hetta skínir serliga ígjøgnum í
»Ein dreymur«, har tað blívur
púra galið hjá sopranunum.
Tó verður støðið lyft nakað
upp aftur við vøkru útsetingini
hjá Jensinu Olsen av jólaevan
geliinum og útsetingini hjá
Agnar Lamhauge av »Et Barn er
fød i Bethlehem«. Eisini »Føgur
er Foldin« er ógvuliga væl
sungið og kemur væl til sín rætt
við útsetingini hjá Sunleifi
Rasmussen.
Alt í alt er »Upp gleðist« ein
miðal góð útgáva við bæði knas
andi góðum og ræðuliga keðilig
um tilfari á. Tí fær hon ein miðal
karakter.
Mpiri
Upp Gleðist
Tíðindi
Frá nútíðar teldutøkni til uppruna tøli
Danski tónlistarmaðurin Goodiepal hevur verið virkin í nógv ár
innan elektroniskan tónleik og modernaða kompositión. Hann kemur nú til
Føroyar tann 14. og 15. mars at hava verkstað í tónleikakompositión
Goodiepal hevði í 2005 tvær framførslur á G! Eina við heimagjørda,
mekaniska pipp-fuglinum og eina, har hann saman við børnum í bygdini
spældi á ymisk heimagjørd ljóðføri, eins og sæst her omanfyri
Tónleikur