hósdagur 6. mars 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 6. mars 2008
45
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
Likamligt
ljóðføri
- So skjótt eg eri liðug
í skúlanum, verður
tað tónleikurin, ið
skal raðfestast ovast á
listanum, sigur 24 ára
gamla Petsi Tvørfoss, ið
gongur á tónlistarskúla í
Århus og er songkvinna
í bólkinum Homeland,
sum fyri stuttum var í
Føroyum á konsertferð
Petsi Tvørfoss, ið er uppvaksin í
Gøtu, byrjaði fyri fýra árum
síðani á tónlistarskúla í Århus,
har hon hevur sang og sangundir
vísing sum høvuðsfag. Hon verð
ur liðug næsta summar, og ætlar
tá at geva tónleikinum alla sína
tíð við bólkinum Homeland.
Skúlin fyrst
Í løtuni er tað skúlin, ið tekur
mestsum alla mína tíð. So inntil
eg eri liðug í skúlanum, royna vit
við bara at fáa ting at henda við
Homeland. M.a at fáa ein størri
lurtaraskarða og spæla eina
rúgvu, leggur Petsi út við at
greiða frá.
Vit hava spælt ymsastaðni her
í Århus seinastu tíðina. T.d á
Musikcaféini og Gyngen her í
miðbýnum. Í Voxhall, Musik
huset, einari kirkju og á einum
minifestivali sunnanfyri Århus.
Vit hugsa nógv um at taka
fløgu upp og geva út. Men fyrst
og fremst skulu vit fáa tónleikin
ordiliga uppá pláss. Gera ordilig
arrangement av løgunum osfr.
Men hetta kann ikki henda bara
soleiðis. Tað krevur tíð og orku
ígjøgnum eitt longri tíðarskeið,
og tískil verður eingin fløga
útgivin fyrr enn í øllum førum til
jólini næsta ár.
Spennandi læra til
stórt netverk
Eg gangi á einum áhugaverdum
skúla við spennandi lærugrein
um. Míni høvuðsfag eru sangur
og sangundirvísing. Tað, sum eg
læri, er ógvuliga frítt og fjøl
broytt. Millum annað inniber
læran at seta egnan dám á tøku
løg; at fáa sína egnu persónlig
heit fram, sigur hon.
Sjálvandi er okkurt, sum ikki
er so spennandi, men sum ein
bara skal ígjøgnum. Grundleggj
andi lærugreinar so sum teori,
hoyrilæra, tónleikasøga osfr. Men
tað er bara tey fyrstu trý árini.
Fjóðra og fimta árið verður brúkt
meira til at fáa sær serkunnleika í
sangpedagogikki; í hvussu tú
brúkar likamið sum eitt ljóðføri;
at læra frá tær á ymsum støði alt
eftir alduri og førimuni hjá tínum
næmingi. Hesar lærugreinarnar
eru ótrúliga spennandi.
Tað besta við skúlanum er, at
tú møtir nógvum fólki. Tú
uppbyggir eitt stórt netverk og
lærir nógv fólk, sum eru í sama
umhvørvi sum tú, at kenna. Tú
fært samband við onnur, ið eru
áhuga í tí, sum tú gert, og sum
kunnu hjálpa tær við m.a book
ing og upptøku. Hetta kann
gerast ein stórur fyrimunur, tá tú
skalt víðari at arbeiða við
tónleikinum.
Kjarni við ymsum
bakgrundum
Bólkurin Homeland byrjaði í
2006, tá Petsi møtti vinkonuni
Sofiu Hejslet í skúlanum.
Vit komu at kennast og funnu
skjótt útav, at vit høvdu ymiskt
til felags. Tað endaði við, at vit
fóru at skriva sangir saman, og
hetta gjørdist byrjanin til Home
land. Tá vit høvdu samlað nakrar
tónleikarar afturat, kom ordilig
ferð á bólkin, og vit fóru at venja
nógv og spæla konsertir.
Ljóðið og lagskrivingin hjá
mær og Sofiu er ógvuliga
blandað. Eg havi eina klassiska
meira traditionella bakgrund úr
Føroyum og Gøtu, meðan Sofia
hevur eina rútmiska í stíl við
Stevie Wonder. Vit leggja okkum
tí ikki upp at nøkrum ávísum
stíli, men royna heldur at seta
okkara bakgrundir saman fyri at
vita, hvat kann koma burturúr.
Og vanligt er tað rættiliga
ymiskt, hvat úrslitið er. Onkuntíð
rútmiskt soul og onkuntíð pent
og friðarligt singer/songwriter,
greiðir hon frá.
Góð móttøka í Føroyum
Homeland vóru á konsertferð í
Føroyum fyri góðum mánaði
síðani. Tey høvdu tríggjar fram
førslur kring landið. Í Norður
landahúsinum, Losjuni í Gøtu og
Atlantis í Klaksvík.
Tað gekk simpulthen so væl
at spæla í Føroyum. Í Klingruni í
Norðurlandahúsinum var næstan
fult við uml 170 áhoyrararum.
Tað var eitt stórt upplivilsi, at so
nógv vóru har og tóku so væl
ímóti okkum.
Í Gøtu var øgiliga hugnaligt
at spæla. Eg eri jú sjálv upp
vaksin har, so tað var stuttligt at
síggja øll aftur. Tey løgdu eisini
væl at og tóktust vera glað fyri,
at vit spældu har.
Í Atlantis gekk eisini fínt. Tað
er eitt lekkurt spælistað, ið tey
hava har. Uml 50 fólk møttu upp,
sum eg fekk at vita var rættiliga
nógv í mun til seinast, konsert
var har, og tvey fólk møttu upp,
sigur Petsi við einum smílandi
tóna í røddini.
Kaffi og kaka á
hvørjum borði
Tað var so deiligt at vera heima
við bólkinum hjá mær. Sofia og
tónleikararnir tosa enn um,
hvussu fantastiskt tað var. Tey
vóru púra vekk í øllum; í fólki og
náttúru, gestablídni og landslagi.
Serliga hugtakið »kaffimunn«
hildu tey vera stuttligt og
sjarmerandi, tí ónsæð hvar mann
fór, so kom kaffimuður og kaka
á borðið.
Vit vilja ordiliga fegin koma
aftur til Føroyar at spæla, og tað
ætla vit eisini. Spurningurin er
bara, nær tað skal vera. Sum nú
er, er skúlin ovast á listanum.
Hvat kemur aftaná, veit eg ikki
heilt enn. Eg veit bara, at eg ætli
mær at stevna ímóti einari
ordiligari yrkisleið í tónleikinum.
Og at gera tað allan vegin
ígjøgnum, sigur Petsi avgjørd.
Petsi Tvørfoss og Sofia Hejslet byrjaðu bólkin Homeland í 2006
- Eg verði liðug í skúlanum næsta
summar og ætli mær tá at brúka alla
mína tíð uppá tónleikin, sigur Petsi
Tvørfoss, sum í løtuni gongur á
tónlistarskúla í Århus.