Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 13 viðmerkingar Seinastu árini hava vit kjak­ ast nógv um tolsemi. Haldi hetta hevur verið eitt gott og neyðugt kjak, sum veru­ liga hevur flutt mørk og hevur verið við at styrkja um kjakmentanina í Føroy­ um, men eisini hevur havt ein týðandi leiklut í menn­ ingini av demokratiinum hjá okkum. Vit hava kjakast um at vísa tolsemi fyri fyri minnilutabólkum í samfelagnum, vit hava kjakast um átrúna og politikk, vit hava kjakast um rættin til tilfeingi í Føroyum og hvussu hetta verður umsitið og nógv onnur prinsippiell og týdningarmikil mál. Í øllum hesum kjaki er ofta komið fyri at tey sum trína fram og hava verið talsfólk fyri týdninginum av at vísa tolsemi í fleiri førum hava víst at tey hava tol við eitt nú minniluta­ bólkum og øðrvísi hugs­ andi, men tá tað kemur til at virða hesi menniskju og virða hugsaninar hjá øðrum menniskjum, á jøvnum føti við við sínar egnu hugsanir, so hevur mangan knýpt. Tað stóra takið at fáa tolsemi at trívast í føroyska samfelagnum, er ikki tol­ semi sjálvt, tað er lætt nokk í sær sjálvum, men har frá og so eisin til at virða hesi, tú eitt nú ikki er í minniluta bólki við, ikki er í sam­ komu ella kirkju við, ikki er politiskt samdur við, tað er tað sum veruliga krevur nakað av tær sum persóni, og einans við viðringini fyri hvørjum øðrum, kann tolsemi trívast. Haldi eg á kvinnudeg­ num 8. mars vil vísa til hvat Vígdis Finnbogadóttir hevur víst í verki og lært meg, at einans við virðing fyri tí tú samskiftir við, kanst tú fáa virðiligt úrslit. Tá tolsemi missir virðingina Heidi Petersen Nógv vatn er runnið í ánna síðan hitt víðagitna 8. mars haldið hjá Kvinnu og Demokratia tann 8. mars í fjør. Vit hava havt eitt løg­ tingsval, har kvinnuumboð­ anin fór úr 9,4% og upp í 24% og vit hava fingið eitt landsstýri har kvinnuum­ boðanin er farin úr 0% upp í 37,5%. Hetta var nakað ið ein bert tordi at droyma um. Ikki tí, 8. mars haldið er eitt tiltak, ið eg ongantíð gloymi. At koma niðan á Hotel Føroyar og síggja parkeringstrupulleikarnar, tí so nógv fólk vóru møtt, var eitt serstakt upplivilsi. At ganga runt inni á tiltaki­ num og tosa við kvinnur í øllum aldrum og úr øllum landinum var eisini ein heilt serstøk kensla, tú merkti ein vilja allastaðni um, at nú er nokk við undirumboðan av kvinnum allastaðni har avgerðir verða tiknar í føroyska samfelagnum, nú skal tað vera, at broyting kemur í, luftin kendist mett av hesum felags vilja til broytingar. Hesin vilji kom eftir mínum tykki til sjónd­ ar við løgtingsvalið í 2008. Nú eru vit komnar hertil og hvat so. Nú mugu vit kvinnur, ið hava fingið hes­ ar álitispostar, vísa okkum verdugar til hetta álit. Vit mugu vera við til at seta dagskránna og fáa eisini okkara hjartamál á skrá. Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, eru fleiri kvinnu­ og familjupolitisk mál á skrá. Eg skal her bert taka nøkur fá dømi fram. Samgongan fer at longja barnsburðarfarloyvi upp í eitt ár í hesum samgongu­ skeiðinum. Vit byrja nú við 4 vikum og við tí stóra frambroti, at vit nú fáa eina pápakvotu í skipanina. Hetta er eitt stórt framstig, ikki bara fyri páparnar, men, so sanniliga eisini fyri barni og familjuna alla. At tímalønt fara at fáa endurgoldið fyrsta sjúka­ dagin hjá barninum, er eitt annað dømið, ið hevur stór­ an týdning fyri familjuna. Eisini vil eg nevna tær brótingar ið korunum hjá einligum mammum ella stakum uppihaldarum, ið samgongan fer at fremja. Hetta eru alt mál, ið hava stóran týdning fyri nógvar kvinnur og familjur í Føroyum. Eg vóni eisini, at tað ferð at eydnast okkum at styrkja Javnstøðunevndina og at endurstovnað Demokratiu. Mín dreymur er, at Demo­ kratia verður endurstovna, við einum arbeiðssetningi í komandi 5 árini, at økja áhugan hjá kvinnum at luttaka í politikki. Aftan á 5 ár hava vit havt tvey løg­ tingsval og tvey bý­ og bygdaráðsval, og tá ber til at taka samanum og síggja hvussu hevur gingist. Tað hevur stóran týdn­ ing at vit allar, bæði á tingi men so sanniliga eisini uttanting, ikki sleppa endanum, men halda fast og halda fokus. Vit hava bý­ og bygda­ ráðsval í heyst, og har skulu vit seta okkum sum mál at økja kvinnuumboð­ anina í kommununum. Á einum degi sum 8. mars mugu vit ikki gloyma, at hetta er ein altjóða kvinnudagur, og tí mugu vit ikki gloyma tey truplu kor, ið kvinnur nógva staðni í heiminum hava við harðskapi, sjúk­ um og sølu av kvinnum, fyri at nevna nøkur vandamál. Vit eiga at hava samhuga og stuðla har vit kunnu, tá ið tað kemur til brotsgerðir og kúgan móti kvinnum úti í heimi. Við 8. mars kvøðu. Nú sprettir á fold og spírar løgtingskvinna eyðgunn samuelsen Í politiska landslagnum er 8. mars 2008 bjartari og fjálgari enn 8. mars var í fjør. Vit hava fingið tríggj­ ar gløggar føroyskar kvinn­ ur í landsstýrið, og á Føroya Løgtingi sita nú 8 kvinnur. Í føroyska vinnu­ lívinum gerast alt fleiri kvinnur stjórar, og í fak­ felagsarbeiði eru nú fleiri forkvinnur. Hetta ber boð um, at nakað skilagott er í gongd og vit hava grund til at frøast. Um tvey ár eru tað 100 ár síðani at týska kvinnan Clara Zetkin, ið var sosi­ alistur og feministur, skeyt upp, at kvinnur skuldu hava ein altjóða kvinnudag. Hetta var á eini sosialistiskari ráðstevnu í Keyp­ mannahavn í 1910. Eg veit ikki, hvussu langa søgu – okkara kvinnudagur hevur, men sera glað eri eg, at vit í Føroyum, alt tað eg kann minnast, hava markerað henda dagin við serligum tiltøkum. Tiltøkum, sum eru við til at varpa ljós á ávís samfelagsmál, ið annars bara høvdu verið tagd burtur og gloymd. Seinasta ár kastaðu kvinnurnar úr Vágum ljós á samfelagsspurningin: Hvussu vit sum samfelag duga at taka ímóti útlend­ skum kvinnum, ið velja at búseta seg her og hvørji tilboð hava vit klár, tá hugsað verður um at læra útlendingar føroyskt. Somuleiðis skipaði Demokratia og blaðið Kvinna fyri frálíkum tiltaki á Hotel Føroyum, har fleiri hundarað føroyingar vóru komnir saman at lýða á áhugaverdar fyrilestrar, har kendar útlendskar og før­ oyskar kvinnur góvu sítt boð uppá, hvussu vit fáa eitt samfelag við javnstøðu. Vit fóru tá nógvar kvinnur úr suðri norður til Havnar, har vit feiraðu dagin og komu andaliga metta suður aftur. Altjóða kvinnudagin 2008 fari eg at halda í Suðri. Nýggja áhugafelagið Valkyrjurnar skipa fyri 8. mars tiltaki á pubbini/ cafe´ini hjá Thomsen, har tríggjar áhugaverdar kvinnur fara at halda fyrilestur og har fjóðra kvinnan fer at syngja fyri okkum. So tað er bara at seta seg uppafturá! Eg haldi tað vera sera áhugavert, at vit kvinnur í suðri hava stovnað eitt nýtt kvinnufelag, sum fer at arbeiða tvørturum politikk, tvørs kommunumørk og aldur. Vit kunnu siga, at hetta er fyrsti nýføðingurin hjá Demokratiu. Eftir fund­ in, sum Demokratia helt í Øravík í november, kundu vit kvinnu í Suðri ásanna, at stórur áhugi var fyri einum forumi í Suðri, har kvinnur netverka, tosa og kjakast um øll møgulig samfelagsmál. Og úrslitið er Valkyrjurnar, sum hevur til endamál at arbeiða fyri, at kvinnur gerast meira sjónligar í almenna rúminum. Tað er so lætt at siga, at flest rættindi er vunnin, tá vit hugsa kvinnupolitiskt, og at tað er kvinnan sjálv, sum ger av, hvat hon vil ella ei. Nei, so einfalt er tað ikki! Tað fylgir sið­ venja við á hesum øki, og tað tekur tíð at mynda nýggjar fyrimyndir og nýggjan hugburð. Vit eru ávegis í Føroyum, og tað eri eg stólt av. Eg fari at hava eina serliga 8. mars áheitan á tykkum kvinnur, sum umboða okkum ­ bæði tit, sum eru í landspolitikki og tit sum arbeiða í kommun­ alpolitikki. Latið tykkum ikki reka við streyminum, trúgvið á egnan mátt og megi. Latið “klisjeirnar”, sum eru uppi í tíðini, perla av tykkum og gloymið ongantíð, at vit búgva í einum lítlum oyggjalandi við 48.000 menniskjum og har vit fyri alt í verðini ikki vilja hava stættarmun. Góðan 8. mars kvinnur og menn. Altjóða kvinnuheilsan úr Hvalba Nita Næs Nú vit nærkast summari­ num, og summarferian verður í hondum, kemur mær til hugs tað sera góða tiltakið, sum eisini Klaks­ víkar kommuna hevur tikið upp, nevniliga ”ung í arbeiði”. Her hevur ung­ dómurin møguleika at vinna sær pening við at sleppa at arbeiða hjá Klaksvíkar kommunu. Her er nógv, sum kann gerast og sum ungdómurin kann taka lut í. Kann ikki lata vera við at hugsa um viðar­ lundina úti í Grøv, tá ið fyrrverandi býargartnarin í Klaksvík Hans Jacob Joensen(hjá Dáva), fór saman við ungdóminum í Klaksvík o.ø. og gjørdi hettar til, hvat tað er í dag, faktisk stoltleikin hjá okkum í Klaksvík. Tey fólkini, sum tá vóru ung í arbeiði, kunnu í dag við stoltleika vísa sínum børnum verkið. Spurningurin er so: hvør, sleppur uppí Ung í arbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu í dag. Er tað bert nøkur, sum tað er pláss fyri, og hvørji eru hesi. Eg haldi at Klaksvík­ ar kommuna skal geva øllum sama møguleika, og er hettar sera lætt, um viljin er til tess. Eitt hugskot kundi verið, at øll í einum ávísum árgangi skulu hava møguleikan, ella tá tey eru nádd ein ávísan flokk í skúlanum. Soleiðis at vit umganga, at misnøgd verður ímillum tey sum føla, at tey ikki vóru vald út til at sleppa uppí ”ung í arbeiði”. Men harafturímóti vita, at tá tey náa ein vissan aldur hava tey øll sama møguleika. Eitt liggur heilt fast, at vit hava nógv góð starvs­ fólk hjá kommununi, sum kann gera eitt munagott arbeiði og taka sær av hesum. Tildømis kundi ein, íð starvast hjá kommununi, sum hesa tíðina verður frítikin fyri annað arbeiði, verið settur av til ”ung í arbeiði” har hann í góðari tíð hevur møguleika at leggja arbeiði til rættis til summarið. Og síðani ført tað út í verki saman við teim ungu. Tiltakið ”Ung í arbeiði” ger sítt til, at tey ungu læra at taka lut í tí samfelags­ liga arbeiðinum og læra at seta prís upp á arbeiði, sum verður gjørt. Hettar ert bert ein áheitan til Klaksvíkar Kommunu, um at øll skulu hava sama møguleika til ”Ung í arbeiði”, sum sjálvandi fremur góðan trivnað, og er við til at øll tey ungu føla seg líka vird. Ung í arbeiði- hvør sleppur uppí ? elsebetH gunnleygs­ dóttir Hansen