fríggjadagur 7. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 7. mars 2008
Vikuskifti
12
Er niðurstøðan hjá bretska
felagsskapinum Womankind
røtt, líða kvinnurnar í
Afghanistan í veruleikanum
meiri nú, enn tær gjørdu undir
tí annars so harðrenda Taliban-
stýrinum. Ein nýggj frágreiðing
hjá felagsskapinum varð
almannakunngjørd í síðstu viku,
og har ber til at lesa um nøkur
dømi:
Eitt nú siga 87 prosent av
teimum afghonsku kvinnunum,
at tær hava verið fyri harðskapi,
og onnur hvør teirra sigur, at
harðskapurin hevur verið av
kynsligum slagi. 57 prosent av
gentunum, sum giftast, hava ikki
fylt 16 ár, og gentur heilt niður
í seks ára aldur verða seldar til
hjúnalag, hóast tað er ólógligt.
60 prosent av øllum hjúnaløgum
í Afghanistan eru tvungin. 88
prosent av kvinnunum duga
hvørki at lesa ella at skriva. Bara
fimm prosent av gentunum ganga
í framhaldsskúla. 11 prosent
av barnakonunum doyggja í
barsilssong, og barnadeyðin er
tann hægsti í heiminum.
Umframt hesi viðurskiftini
prógvar Womankind, at
næstan ein millión einkjur
eru dotnar út um ta almennu
forsorgarskipanina. Nógvar
teirra noyðast at liva í neyð og
fátøækradømi, og summar enda
sum biddarar í gøtunum.
Betur enn fyrr
Kathryn Lockett, sum hevur verið
við til at skriva frágreiðingina
hjá Womankind, sigur við norska
Aftenposten, at í veruleikanum
hevur Afghanistan lógir, sum
skulu styrkja støðuna hjá kvinnuni
í samfelagnum. Men tann stóri
trupulleikin er, at hesar lógirnar
verða ikki settar í gildi.
- Eitt nú er bara ein dómstólur í
øllum landinum, sum tekur sær av
viðurskiftum hjá familjum. Hann
er í høvuðsstaðnum Kabul, og
tað ger, at kvinnurnar aðrastaðni
í landinum hava ongastaðni at
fara við sínum trupulleikum, sigur
Kathryn Lockett.
Tá afghanski uttanríkisráðharr-
in, Rangin Dadfar Spanta, var og
vitjaði í Noregi nú um dagarnar,
bleiv hann spurdur um tað,
sum stendur í frágreiðingini hjá
Womankind.
- Hetta samsvarar ikki við
ta myndina, sum vit hava, tá
tað snýr seg um rættindini hjá
kvinnunum í Afghanistan, svaraði
ráðharrin. Hann legði afturat,
at eftir hansara tykki hava tær
afghonsku kvinnurnar tað nógv
betri nú enn undir Taliban-
stýrinum.
- Í veruleikanum eru vit komin
langt ávegis hesi seks árini. Tá
Taliban stýrdi, høvdu kvinnurnar
als eingi rættindi yvirhøvur. Í
dag kann eg við stoltleika vísa
á, at 28 prosent av kvinnunum
í tjóðartinginum eru kvinnur,
sigur Rangin Dadfar Spanta við
Aftenposten. .
Langt á mál
Uttanríkisráðharrin ásannar, at
tað er ikki nóg gott, at bara 35
prosent av landsins skúlabørnum
eru gentur, um viðurskiftini verða
borin saman við Vesturheimin.
Men hann leggur dent á, at
Afghanistan er á byrjunarstigi á
skúlaøkinum.
Ráðharrin viðgongur, at
Womankind hevur rætt í, at
harðskapur í heiminum er ein
stórur trupulleiki, men hann
heldur tó ikki, at støðan er so
ring, sum frágreiðingin hjá
bretska felagsskapinum lýsir
hana.
- Hetta vísir, at vit hava
langt eftir á mál, og at okkum
tørvar eitt langt tíðarskeið
við demokratii og støðugum
viðurskiftum til at loysa trupul-
leikarnar. Vit arbeiða eisini hart
fyri at bøta um støðuna hjá
kvinnunum, sigur Rangin Dadfar
Spanta.
Kathryn Lockett heldur, at
afghanska stjórnin ger ikki nóg
mikið fyri at tryggja kvinnunum
rættindi í tí krígsherjaða
landinum. Eitt nú fýlist hon á,
at stjórnin ikki hevur skipað fyri
einum upplýsingarátaki um alt
landið fyri at kunna kvinnurnar
um tey rættindi, sum tær í
veruleikanum hava.
- Trupulleikin er, at fólk vita
sera lítið um landsins lógir, og
tað ger, at allur framburður tekur
nógv longri tíð enn annars, sigur
Kathryn Lockett.
(Kelda: Aftenposten)
Í Afghanistan líða
kvinnurnar
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Kvinnukor
Hendan afghanska kvinnan og barn hennara búgva í einari tjaldlegu fyri flóttafólk í Kabul (Mynd: AFP)