Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 48 - 7. mars 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Kvinnustríðsdagur Tann áttandi mars er altjóða stríðsdagur hjá heimsins kvinnum. Dagurin gongur aftur til 1910, tá tann gitni feministurin og stríðskvinnan Clara Zetkin mælti til, at dagurin áttandi mars skuldi haldast sum altjóða stríðsdagur hjá kvinnum. Fyrsta hátíðarhald var árið eftir og síðan var dagurin hildin í fleiri londum, og varð hann hildin sum ein sosialistiskur stríðsdagur. Sum frá leið broyttist innihaldið í hesum degi, og nú verður dagurin mest hildin fyri at minna á javnstøðu og javnrættindi millum kynini. Spurt kann verða, um tað er neyðugt við slíkum stríðsdegi, tí vit hava jú javnstøðu sambært lógini. Svarið er, at veruleikin í gerandisdegnum jú er ein annar, og at enn er langt eftir á mál við javnstøðu eitt nú Føroyum. Spurningurin er, hvussu vit koma á mál við javnstøðu og jøvnum rættindum. Hesin spurningur snýr seg ikki bert um lógfest rættindi men um hugburð og mentan. Vit dragast við ein drúgvan søguligan siðaarv við sínum egna íborna trekleika. Hóast føroyska kvinnan í roynd og veru mangan hevði og enn hevur leiklutin sum bæði maður og kona, av tí at menninir sum sjómenn vóru og eru burturstaddir ein stóran part av árinum, so er hugburðurin ikki broyttur samsvarandi. Hóast vit eru meira upplýst enn nakrantíð áður, bera vit okkum ikki í nóg stóran mun at samsvarandi teimum mest grundleggjandi meginreglum fyri javnstøðu. Hetta sæst, hóast verulig framstig, eina best á samansetingini av løgtingi og av bý- og bygdaráðum. Tað er tí bæði rætt og gott at halda altjóða kvinnustríðsdagin tann 8. mars, har framstigini verða fagnað, samstundis sum víst verður á týdning av framhaldandi stríði. Sosialurin hevur halgað blaðið í dag til kvinnudagin 8. mars. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tá hetta blað er komið á gøtuna, eru heiðurs- lønirnar sum árins kvinna, ársins maður og kjak- heiðurslønin handað trimum fólkum, sum øll hvør á sínum øki hava hendan heiður uppbornan. Ingeborg Vinther, sum fær heiðurin “Ársins Kvinna” hevur m.a. sum leiðari í føroyskari fakfelagsrørslu í eitt mannamini víst tað treystið og seiggið, ið krevjast til at standa á odda í mongum hørðum stríði. Ingeborg Vinther hevur skapt sær virðing hjá lágum og høgum í føroyska samfelagnum. Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen fáa hvør sær “Ársins maður” fyri avrikið við verkinum Ensk- Føroysk og Føroysk-Ensk Orðabók. Hetta er størsta fremmandamálsliga avrik, gjørt er í Føroyum, og høvundarnir hava við tí givið føroyingum eitt alneyðugt og fullfíggjað amboð til samskifti út í heim, og øðrum opnar dyr inn í okkara mál, mentan og samfelag. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, fær ársins Kjakheiðursløn, tí hann á djarvan, gløggan og greiðan hátt hevur víst á týdningin av einum opnum, sakligum og erligum orðaskifti í sam- felagnum. Hann hevur í skrivt og talu víst á týdningin av einum almennum orðaskifti í sam- felagnum. Við sínum sjónarmiðum og við sínum íkasti til føroyskt samfelagsorðaskifti hevur Hans Andrias Sølvará sjálvur mangan mint almenningin á, at fólkaræðið livir og mennist av einum fjøl- broyttum almennum orðaskifti, har skilvísar grund- gevingar er týdningarmesta amboðið. Hans Andrias Sølvará er ein, ið roynir at lyfta og menna almenna kjakstøðið við sakligum og væl undirbygdum grundgevingum. Vit halda, at tilmælisbólkarnir hava verið sera beinraknir og ynskja teimum fýra hjartaliga tilukku, og vóna, at heiðurin eggjar teimum at halda fram hvør á sínum øki og verður øðrum til íblástur. Heiðurslønir Sosialurin