fríggjadagur 7. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 7. mars 2008
Vikuskifti 11
ára fongsul. Fyri hópneyðtøkur
ella yvirgang móti ómyndingum
kann revsingin vera lívlangt
fongsul, við ongum møguleika fyri
royndarleyslating.
- Men tað er framvegis ikki nóg
mikið, sigur løgfrøðingurin Zeor
Daylue-Bernard, sum eisini er
leiðari fyri AFEEL. Alt ov fá mál
enda í rættinum, og flestu teirra
verða als ikki meldað, av tí at
rættarskipanin virkar so illa.
- Veika rættarskipanin darvar
stríðnum móti neyðtøkum, sigur
hon.
Sambært einari kanning, sum
AFELL gjørdi á vári í 2007, lógu
84 mál um kynsligan harðskap og
bíðaðu eftir at koma fyri rættin
ella dómi.
Zeor Daylue-Bernard greiðir frá:
- Flestu rættarsalirnir í Liberia
rigga ikki, og har eru ongir skikk-
aðir advokatar og dómarar úti
um landið. Ofta er tað ógjørligt
at savna saman prógv, so neyð-
tøkubrotsmenninir kunnu rættar-
søkjast, ella eisini rindar onkur
dómarunum pening fyri at gloyma
lógarbrotið. Hetta er eyðmýkjandi
út um øll mørk fyri fólkini, sum
hava verið fyri neyðtøkum.
Ókeypis rættarhjálp
og ráðgeving
Torført er at fáa sálarfrøðiliga
hjálp og ráðgeving. Eitt nú er bert
ein útbúgvin sálarlækni í høvuðs-
staðnum Monrovia. Altjóða og
lokalir felagsskapir royna at skipa
samrøður, bæði fyri einstaklingar
og bólkar. Men bert ein lítil partur
av fólkinum hava hendan fram-
íhjárætt.
Men í høvuðsstaðnum hava
kvinnuligu advokatarnir latið upp
eina ókeypis rættarhjálp. Enn er
rúmið merkt av flytióruddi – papp-
kassarnir eru ikki pakkaðar út
enn. Men borð og stólar eru tøk
so ráðgevarnir hjá AFELL kunnu
taka ímóti viðskiftafólki sínum.
Og flytiórudd forðar ikki fólki at
streyma til.
Ókeypis ráðgevingin hjá advo-
katunum er opin mánadag til
fríggjadag millum 14 og 17.30.
Tilsamans eru 29 advokatar,
harav 8 hvønn dag. Restin skiftist
um at koma inn aftaná vanliga
arbeiðstíð. Advoktarnir eru ser-
frøðingar á hvør sínum øki, og
átaka sær nógv ymisk mál. Ein
góður partur av málunum verður
fylgdur heilt til dóms.
Ráðgevi og fyrimynd
Hóast AFELL er ein kvinnufelags-
skapur, venda mannfólk seg
eisini til ráðgevingina. Tá talan
er um yvirgang móti børnum,
koma páparnir við døtrunum
at fáa hjálp. Harumframt hava
advokatarnir eisini nógv mál, har
maðurin til dømis hevur funnið
sær eina nýggja konu, og mamm-
an at børnunum forðar honum at
síggja børnini.
- Eisini hava vit lættari mál, eitt
nú í sambandi við hjúnaskilnað og
samverurætt, sigur Dewey Gray,
løgfrøðingur.
Gray er 42 ár og mamma at
tveimum børnum, 18 og 20 ár
í dag. Tá hon var 21 ára gomul
gjørdist hon við barn við einum
manni, sum fór frá henni. Tí
noyddist hon at gevast í studenta-
skúlanum. Men foreldrini stuðl-
aðu henni, so hon fekk starv í
uttanríkisráðnum og í 2000 fekk
hon prógv sum løgfrøðingur.
Síðani í fjør hevur hon arbeitt
fulla tíð fyri rættarhjálpina hjá
AFELL.
- Eg brúki mítt egna lív sum
fyrimynd. ”Eg havi stríðst, og
tað kanst tú eisini”, sigi eg við
viðskiftafólk míni, fyri á tann
hátt at eggja teimum til at koma
víðari, sigur løgfrøðingurin við
einum stórum smíli.
Brotsmenninir
ganga leysir
Tær hava úr at gera hendan týs-
dagin. Nógv fólk hava tørv á ráð-
geving og hjálp til at rættarmál
ella at koma víðari í lívinum. Ein
teirra er 20 ára gamla Aminata:
- Tann 28. mai 2006 kl. 3.35
á morgni brutu tíggju mans við
skotvápnum inni í húsini, har eg
búði við eldra beiggja mínum,
familju hansara og einari systur.
Teir knústu hurðina og stjólu
alt, sum hevði nakað virði í
húsinum. Tá teir høvdu tømt
húsini, neyðtóku teir meg og yngri
bróðurdóttir mína, meðan familj-
an hugdi at. Ongin av monnunum
varð dømdur, hvørki fyri rán ella
neyðtøku, greiðir hon frá.
Síðsta árið hevur Aminata
javnan vitjað rættarhjálpina, fyri
at fáa stuðul til at koma víðari
aftaná neyðtøkuna:
- Millum annað stuðla vit
henni við skúlagongd, so hon
kann gerast sjúkrasystir, sum hon
droymir um, sigur Dewey Gray.
Ákæra varð ongantíð reist móti
brotsmonnunum – hóast Aminata
kendi ein teirra.
Fleiri kvinnur í
politibúna
Fyri at koma trupulleikunum við
rættartrygdini til lívs, varð allur
løgregluhópurin í Liberia koyrdur
til hús fyri hálvumøðrum ári
síðani. Atburðurin og leikluturin
hjá løgregluni undir borgara-
krígnum var somikið harðrendur
og ivingarsamur, at fólkið hevði
mist álitið til politiið.
Í dag er ein kvinna sett í starv
sum løgregluovasti. Í 2006 varð
Beatrice Munah Sieh heintað
heim til Liberia úr New Jersey
í USA, har hon starvaðist sum
lærari. Í samstarv við altjóða
samfelagið hevur landið sett
sær sum mál, at seta á stovn
ein nýútbúnan løgregluhóp við
3.500 politistum – harav skal ein
fimtingur vera kvinnur.
Fyri at eggja kvinnunum í
Liberia at fara í politibúnan, sendi
ST fyri fyrstu ferð nakrantíð, ein
bólk av indiskum politikvinnum
til landið í mars 2007. Enn er
málið um 20 prosent kvinnuligar
politistar ikki rokkið í Liberia,
men tað er væl áleiðis. Higartil er
talið komið upp á 7 prosent, ella
fleiri enn 200 kvinnur ganga á
politiskúlanum. Við fleiri kvinnum
innan løgregluna verður roknað
við, at kvinnulig offur fáa betri
viðferð í viðbreknum málum, so
sum neyðtøkumálum.
Betri løn og javn
støða á bygd
Hóast alt verður gáað nógv meiri
um trupulleikarnar við neyðtøku
nú enn fyrr. Og eftir øllum at
døma hevur arbeiðið hjá AFELL
við at ráðgeva neyðtøkuoffur og
at undirvísa løgregluni, dómarum
og ákærum eydnast væl. Tað
sama hava workshops fyri kvinnur
og menn í útjaðaranum, har
endamálið er at koma siðbundna
hugsunarháttinum um at kvinnan
er ogn mansins til lívs.
Til dømis hittust 300 mann-
fólk herfyri í ráðhúsinum í
Barnesville, sum er ein lítil býur
í útjaðaranum av Monrovia.
Í longum stólarøðum sótu
teir hugagóðir og lýddu á ein
fyrilestur, sum samstundis var ein
herligur uppsangur um ráðandi
kvinnusýnið. Allan dagin brúktu
teir á ráðhúsinum, har fokus varð
sett á rættindi, lóggávu, altjóða
sáttmálar, siðvenjur og loysnir,
sum skuldu geva monnunum
íblástur til at bera boðskapin
víðari út í samfelagið.
Harumframt vónar løgmálaráðið
at tað her at eydnast at rinda
betri lønir til útbúnar dómarar
og advokatar, sum velja at flyta
út á landið. Eitt nú eru avtalur
gjørdar við løgfrøðingar, sum eru
undir útbúgving, um at fáa teir at
binda seg til ein ávísan landslut
í eitt áramál. Afturfyri fáa teir
fíggjarligan stuðul í lestrartíðini.
Karmar um
rættartrygd
Í høvuðsstaðnum Monrovia
verður ein av dómstólunum júst
nú umbygdur við stuðli frá eitt
nú Danida. Hesin skal bara fáast
við neyðtøkumál. Rættarsalurin
verður bygdur á ein hátt, so ofrini
ikki verða beinleiðis konfronterað
við brotsmenninar.
Løgmálaráðharrin, Frances
Johnson Morris, roknar við,
at hetta kann fáa fleiri offur
til at koma fram og at melda
hendingarnar. Og at Liberia,
gjøgnum rættarskipanina,
fær fleiri kvinnur úr øllum
samfelagsstættum at ganga á
odda í umfatandi endurreisingini
av krígsherjaða landinum.
nei í Liberia
Liberia
Fólkatal: 3,2 mio., herav uml. 1,3 mio. í
høvuðsstaðnum Monrovia
Væntað livitíð: 42,5 ár
Arbejðsloysi: Uml. 80 %
Analfabetisma: Uml. 74 % fyri kvinnur, 50 %
fyri mannfólk
AFELL
Association of Female Lawyers arbeiðir fyri
rættindi hjá kvinnum í Liberia.
Ráðgevingin í miðbýnum í Monrovia bjóðar
ókeypis rættarhjálp til eitt nú neyðtøkuoffur,
umframt ráðgeving og stuðul í málum um
hjúnaskilnað, samveru og barnapening.
Frelancejournalistarnir
Mette Byrgesen Jensen
og Eva Nitschke vóru
í Liberia við stuðli úr
grunninum til upplýsing
hjá Danida.
Týtt hevur: Rigmor Dam
Í høvuðsstaðnum Morovia hava kvinnuligu advokatarnir í AFELL latið upp eina
ókeypis rættarhjálp fyri neyðtøkuoffur.