fríggjadagur 7. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 7. mars 2008
11
Í
dag ber í stóran mun til at
ávirka talið av børnum, sum
vit seta í verðina. Men tað
hendir, at kvinnur gerast við
barn, uttan at tær ynskja ella
kunnu fáa barnið. Og tá er tað, at
tær mugu taka støðu til
fosturtøku.
Neyðin og tann nakna kvinnan
Í Føroyum sum aðrastaðir munnu
okkara formøður eftir førimuni
hava roynt at ávirkað talið á
barnaflokkinum. Áðrenn Norður
lond vóru kristnað, var tað ikki
revsivert at seta nýfødd børn út
at doyggja. Men søgnin um
Niðagrísin kundi bent á, at onkur
onkuntíð hevur havt ringa sam
vitsku. Niðagrísur var ein lítil,
tjúkkur skapningur, líkur einum
reivabarni, sum helt til á teimum
støðum, har leysingabørn vórðu
grivin uttan at vera doypt. Niða
grísurin sást bert eftir dagsetur.
Sambært Rasmussen lækna
varð fosturtøka duld sum mans
morð. Kvinnan lá í songini í 1 til
3 dagar, og einki varð gjørt fyri
at hjálpa henni: bløðingarnar
skuldu steðga av sær sjálvum.
Fostrið varð lagt í eina eskju og
grivið í kirkjugarðinum ella í
bønum. Konjak, brennivín og
altarvín hava verið brúkt til at
skunda undir barnsburð. Aðra
staðir hevur rúsdrekka eisini
verið brúkt til at fordríva fostur,
so hetta er óivað eisini farið fram
hjá okkum.
Mangt er í neyðini nýtt. Til hít
brúktu okkara forfedrar tarm av
seyði, fiski, umframt tarm og
bløðru av kópi. Hinvegin er
ivasamt, um nakrar plantur hava
vaksið í Føroyum, sum hava
verið nóg sterkar til at fordríva
fostrið. Og krotulæknavirksemi
hevur neyvan verið vanligt.
Kanska tí at kristna trúgvin
liggur so djúpt í okkum, og at
okkara formøður ikki hava viljað
blandað seg í skaparans verk.
Ella tí at slíkt virksemi ikki kann
haldast loyniligt í einum so
lítlum landi. Men hetta eru so
bara gitingar.
Tann týdningarmikla
upplýsingin
Tann besta fyribyrgingin er at lata
vera. Soleiðis segði ein foyur og
illa sperdur lærari við okkum, tá
ið vit í framhaldsdeildini provo
kerandi spurdu hann, nær hann
ætlaði at fara í holt við seksual
undirvísingina. Gamaní. Men um
vit ikki lata vera, eiga vit at
kenna møguligar avleiðingar av,
at sáð møtir eggi. Tí er neyðugt,
at øll ung fáa góða og tíðarhósk
andi seksualundirvísing, tó at slík
undirvísing ikki altíð er nokk.
Sambært læknaligari vitan
veitir eingin fyribyrging 100
prosent trygd. So allar kvinnur,
sum eru seksuelt virknar, kunnu
koma út fyri at gerast við barn,
uttan at tað var ætlanin. Eisini
kann talan vera um sjúku,
vánaligar umstøður, neyðtøku
ella kynsliga misnýtslu. Spurn
ingurin er so, hvat er til ráða at
taka, tá ið ein genta ella kvinna
er komin soleiðis fyri, at hon
skal taka støðu til møguliga
fosturtøku.
Eitt eymt evni
Fosturtøka er eitt eymt evni at
taka upp. Tað eru føroyskir lækn
ar, sum óttast, at ov nógv tos og
kjak um fosturtøku kann hava við
sær, at verandi lóggáva verður
herd, so at tað verður enn torfør
ari at fáa fosturtøku í Føroyum.
Vit minnast øll, tá ið ein ágrýt
in Bill Justinussen úr Miðflokki
num var heilsumálaráðharri í
tíðarskeiðinum 2002 til valið í
januar 2004. Tá ætlaði hann í
álvara at hyggja í journalarnar
hjá øllum teimum gentum og
kvinnum, sum høvdu fingið
fosturtøku í Føroyum, fyri at fáa
staðfest, um lógin nú varð hildin.
Men fosturtøka kann eisini
vera eitt eymt evni ikki at taka
upp. Tað tykist í øllum førum
vera fittligt fyri nógvar politik
arar at sleppa frá at taka greiða
støðu til spurningin. Vit eiga ikki
at góðtaka, at politikarar soleiðis
flýggja undan teirra ábyrgd, sum
er at skapa tíðarhóskandi karmar
fyri okkum borgarar at virka í.
Gomul lóggáva
Tann føroyska fosturtøkulógin er
frá 1959. Sambært hesi lóg kann
ein yvirlækni í starvi á føroysk
um sjúkrahúsi taka avgerð um at
fremja fosturtøku, um kvinnan er
í lívsvanda ella um vandi er fyri
sjúku. Um kvinnan ynskir fostur
tøku í øðrum førum, skal avgerð
takast um hetta í samráð millum
læknan, sum ger fosturtøkuna, og
ein annan lækna.
Tann danska lógin frá 1970
varð ongantíð viðgjørd í løgtingi
num. Í landsumsitingini varð
mett, at tíðin ikki var búgvin til
eitt orðaskifti um eina fríari lóg
gávu um fosturtøku, og sostatt
varð lógin ikki send í løgtingið.
Tískil helt tann gamla lógin
áfram at galda.
Lág føroysk tøl
Upplýsingar frá landslæknanum
benda á, at tær, ið fáa fosturtøku,
eru kvinnur í øllum aldrum mill
um 15 og 44. Hví tær velja fostur
tøku, finnast ikki upplýsingar
um. Her kunnu vit bert gita.
Samstundis sum vit kunnu frøast
um, at føroysku tølini eru so lág.
Títtleikin av fosturtøku í Føroy
um er serstakliga lágur í mun til
onnur norðurlendsk lond. Meðan
tað í Føroyum vóru 40,7 fostur
tøkur fyri hvørji 1000 livandi
fødd í 2005, var hetta talið 218,8
í Íslandi, 236,6 í Danmark, og
heili 1010,1 í Grønlandi (tøl at
finna á www.landslaeknin.fo).
So er tað tann bólkurin av
kvinnum, sum leitar sær til Dan
markar fyri at fáa fosturtøku, av
tí at vit ikki hava fría fosturtøku í
Føroyum. Meðan onkur vil vera
við, at talan er um fleiri enn 200
kvinnur, sum velja hesa loysnina,
heldur landslæknin, at fostur
tøkurnar í Danmark eru ein myta,
og at talið neyvan er hægri enn
10 (Sosialurin 18.10.2006).
Fyri ella ímóti?
Í Føroyum liggja partarnir stavn
um stavn viðvíkjandi spurning
inum um, hvørt fosturtøka skal
vera lóglig fram til 12. viku.
Sambært veljarakanning frá
desember 2006 vóru 45 prosent
fyri og 45 prosent ímóti, meðan
10 prosent søgdu seg ikki vita
(Sosialurin 20. desember 2006).
Fyri lívi, siga tey, sum gera
greitt, at tey eru ímóti. Tí lívið
byrjar við gitnaðinum, og tað
ófødda barnið hevur eisini rættin
til lívið.
Fyri vali, siga tey, sum gera
greitt, at tey eru fyri. Tí at eingin
annar enn gentan ella kvinnan
sjálv kann taka eina so torføra
avgerð.
Sjálv eri eg fyri fríari fostur
tøku. Eg veit fullvæl, at hetta fyri
nógvar er ein trupul avgerð, men
onkuntíð slepst ikki undan at
taka hana, og tað kunnu hvørki
politikarar ella læknar gera fyri
okkum. Hinvegin verður ein slík
avgerð vónandi tikin í einum
stuðlandi nærumhvørvi og við
hollari fakligari ráðgeving, ið er
óheft av átrúnaði og politikki.
Ynskiliga støðan
Summi óttast, at um fosturtøkan
verður frí, fara fleiri kvinnur at
velja hesa loysnina. Onkur enntá
í staðin fyri fyribyrging. Tess
størri týdning hevur tað, at ung
dómurin fær góða og tíðarhósk
andi seksualundirvísing í skúla
num. Tí sjálvandi eigur fostur
tøka ongantíð at verða brúkt í
staðin fyri fyribyrging.
Ein ynskilig støða hevði verið,
at vit høvdu fría fosturtøku, og at
eingin genta ella kvinna hevði
orsøk til at velja fosturtøku.
Hvør skal taka avgerð?
Tann trupli spurningurin
um fosturtøku
Kristianna Winther Poulsen
Essay
Kritianna W. Poulsen er 38 ár