Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 10 Aftaná nógv ár við borgarakríggi, ganga kvinnurnar í Liberia á odda fyri at endur­ reisa lítla vestur­ afrikanska landið. Ein hin fremsta avbjóðingin er at seta rættartrygdina í hásætið aftur, eftir at meiri enn helm­ ingurin av kvinnu­ num hava verið fyri kynsligari misnýtslu og ágangi. Framyvir skulu neyðtøkur ikki vera vanligar – men óvanligar Liberia sleikir enn sárini eftir 14 ára drúgva borgarakríggið, sum endaði í 2003. Síðstu tvey árini við einari kvinnu við róðrið – nevniliga fyrsta kvinnuliga forsetanum, sum nakrantíð er vald á einum demokratiskum valið í Afrika. Síðani januar 2006 hevur Ellen Johnson-Sirleaf stjórnað landinum sannførandi og skilagott. Og síðan hon tók við leiðsluni, hava alt fleiri kvinnur fingið álitissessir í landsins leiðslu. Til dømis er løgmálaráðharrin Frances Johnson Morris ein av mongu nýggju kvinnuligu ráðharrunum í landinum. Tá ið danska heimasíðutíðarritið FORUM hittir hana, er ongin ivi um, hvat stendur ovast á dags- skránni hjá løgmálaráðharranum: - Fremsta avbjóðingin beint nú, er at fáa í lag aftur lóg og landaskil, sigur Frances Johnson Morris. Vantandi rættartrygdin er ein av mongu avleiðingunum av krígnum, sum lítla vesturafrikaska landið hevur í felag við onnur ófriðarøki í heimspartinum. Neyðtøka – meira regl­ an enn undantakið Sum í flestu kríggjum nú á døg- um, verða ógvusligar neyðtøkur og skipaður kynsligur harðskapur mótvegis kvinnum og børnum, brúkt sum vápn til kúgan og stuldur. Út frá fáu hagtølunum, sum finnast um hetta evnið, verður mett, at áleið 60–70 prosent av øllum kvinnum í Liberia hava verið fyri kynsligum harðskapi. Eisini verður mett, at 40 pro- sent av øllum kvinnum vórðu neyðtiknar undir borgarakrígnum. Í summum økjum av landinum vórðu úti við 75 prosent av kvinn- unum neyðtiknar. Tað er ikki bara í Liberia at skipaður kynsligur harðskapur hevur verið brúkt sum vápn. Altjóða kvinnustríðsdagin 8. mars í 2007 kunngjørdi ST tekst- og myndabókina ”The shame of war” ið eru vitnisfrágreiðingar um kynsliga misnýtslu, sum kvinnur um allan heim eru fyri, tá mannfólkini fara í kríggj. Endamálið við útgávuni var at kunna um, skelka, og ikki minst, at steðga slíkari hernaðarmegi. Hóast borgarakríggið í Liberia er av, er kynsligi harðskapurin ikki av. Neyðtøka er í dag hitt vanligasta brotsverki í landinum. Tí arbeiða ST og aðrir altjóða felagsskapir í dag við at fyribyrgja kynsligan harðskap í landinum. Tað sama gera lokal feløg. Ikki minst er uppgávan, at fáa statin at byggja upp eina rættarskipan, sum kann røkja og døma rættvíst í málum um kynsligan harðskap móti kvinnum. Kollveltandi lóggáva Júst trupulleikin við mongu neyðtøkunum fekk ein hóp av kvinnum at gera uppreistur undir borgarakrígnum. Frances Johnson Morris, sum seinni gjørdist løgmálaráðharri, var longu í 1994 millum stigtak- ararnar til Felagsskapin av Kvinnuligum Advokatum, AFELL (Association of Female Lawyers). Felagsskapurin stríðist bæði fyri kvinnurættindum og at fáa í lag munadyggari rættarsókn av neyðtøkbrotsumonnum. Og drúgva lobbyarbeiðið hjá AFELL hevur havt politiskar broytingar við sær. Í 2003 kom nýggj arvalóg í gildi fyri kvinnur, og í 2005 kom ein kollveltandi lógarbroyting í gildi um neyðtøku. Hóast tað altíð er torført at rættarsøkja í málum frá borgarakrígnum, verður tað lættari í nýggjari neyðtøkumálum. Endamálið er, at neyðtøka og kynsligur harðskapur skulu ikki vera partur av endurreista Liberia. Hørð revsing, men veik skipan Kvinnuligu advokatarnir í AFELL ynsktu at seta í verk harða og skjóta revsing, tí tær mettu, at hetta hevði fyribyrgjandi ávirkan. Tí settu tær sær fyri, at arbeiða fyri so harðari revsing sum gjørligt í neyðtøkumálum. Eisini kundi talan verða um deyðarevsing. Hóast hetta síðsta ongantíð gjørdist veruleiki, so eru tær í AFELL kortini væl nøgdar við nýggju lóggávuna. Og tær greiða frá, at allýsingin av einari neyðtøku er broytt í dag, so hon eisini fevnir um annað kynsligt samband enn samlegu. Og aldursmarkið fyri nær talan er um yvirgang á ómyndingar er hækkað úr 16 ár upp í 18. Í lóggávuni er eisini eitt heilt brot um hópneyðtøkur, sum var ein stórur trupulleiki undir borgarakrígnum. Revsingin fyri ”vanliga” neyðtøku er upp í 10 Rætturin til eitt Globalt Tekstur og myndir av Mette Byrgesen Jensen og Eva Nitschke, freelance- journalistar Á leið 60–70 prosent av øllum kvinnum í Liberia hava verið fyri kynsligum harðskapi og yvirgangi. Eisini verður mett, at 40 prosent av øllum kvinnum vórðu neyðtiknar undir borgarakrígnum Atburðurin og leikluturin hja løgregluni undir borgarakrígnum var somikið harðrendur og ivingarsamur, at fólkið hevði mist álitið á politinum. Tí vórðu allir politistar i landinum koyrdir herfyri