fríggjadagur 7. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 48 - 7. mars 2008
T
ú situr við dukandi hjarta, og
sveittin stendur úr hvørjari
poknu. Av tilvild ert tú dottin um
eitt skjal, sum avdúkar, at hann
sjálvur sum situr yvir av tær, og
sum tú vart sett at læra upp fyri
trimum árum síðani, tjenar fleiri
tussur meir enn tú mánaðarliga.
Tit hava somu uppgávur, somu
ábyrgd og enntá somu útbúgving.
Samstarvið og kemiin eru fyri
myndarlig. Øðin og vónbrotið
bylgjast í tær.
Tað er framvegis munur
millum lønina hjá kvinnum og
monnum, eisini hóast tey gera
sama arbeiði ella hava arbeiði, ið
kann samanberast. Tað tykist
sjálvsagt, at kvinnur og menn fáa
somu løn fyri sama arbeiði –
javnløn. Men tað er eingin sjálv
fylgja. Tølini sveiggja nakað
uttanlands, men kvinnur á
arbeiðsmarknaðinum sum heild
tjena runt roknað millum 12 og
20% minni enn mannligur
starvsfelagarnir, vísir danski Soci
algranskingarstovnurin á.
Fyribrigdið er ikki granskað
her heima, men er tað í stóran
mun í londunum rundan um
okkum, og úrslitini eru greið:
lønin er ikki jøvn kynjanna
millum. Eingin orsøk er at halda,
at hetta er øðrvísi hjá okkum,
eins og Javnstøðunevndin á síni
heimasíðu vísir á, at lønarmunur
er. Hetta má metast sum ein
demokratiskur trupulleiki, tí í
einum demokratii áttu vit at
handfarið øll eins, og tað gera vit
ikki, um kvinnur og menn fáa
ójavna løn fyri sama arbeiði.
Í § 4 í javnstøðulógini er ásett,
at “Arbeiðsgevari skal veita
kvinnum og monnum eins løn og
ágóða annars fyri sama arbeiði.
Hetta er eisini galdandi fyri
arbeiði, ið verður mett at hava
sama virði.” Víðari er ásett, at
“Løntakari, ið ikki fær eins løn
og/ella ágóða sambært 1. stk.,
skal hava útgoldið munin og/ella
veitast sama ágóða.” Jú takk,
men hvussu finna vit fram til
‘eins løn’?
Heldur sex enn løn
Vanliga gerst tað kvirt sum í
grøvini millum tínar starvs
felagar ella vinfólk, um onkur fer
at tosa um løn. Løn og bein ella
frynsagóðar verða nevniliga
hildin at vera ósømiligt at tosa
um. Fólk vilja enntá heldur tosa
um sítt kynslív enn um sína løn.
Flest okkara kunnu helst semjast
um, at kynslív eigur at vera
verandi privat í friði; og at fara at
spyrja fólk, hvat tey tjena, halda
flest okkara eisini vera at hava
rættiliga vánaligt pli. Trupul
leikin er bara, at vit kvinnur eftir
øllum at døma lumpa okkum
sjálvar við at varðveita lønir
okkara sum dulsmál og at góð
taka, at lønin hjá síðumanninum
eisini er tað. Donsk gransking
vísir, at tað er vanligur arbeiðs
gevarahugburður, at løn er eitt
mál millum arbeiðsgevara og
hvørt einstakt starvsfólk. Hesum
hevur arbeiðsgevarin ein greiðan
áhuga í, tí tá er nógv einfaldari
hjá honum at stýra lønarskipan
ina á arbeiðsplássinum, við tað
at hann er tann einasti, sum
hevur yvirlit yvir hana. Men tú
og starvsfelagar tínir hava ein
áhuga í, at lønarásetingin fer
fram á ein gjøgnumskygdari hátt.
Opinleiki neyðugur
Ilt er at siga, um tabuið er
arbeiðsgevaraskapt, ella um tað
er okkara mentan annars, sum er
orsøkin. Men vit kunnu við
røttum seta spurnartekin við, um
lønartabu á fyritøkum er úttrykk
fyri vánaligari leiðslu. Tí um
starvsfólk ikki vita ella kunnu
gjøgnumskoða, hvørja atferð
fyritøkan tilgóðarsær ella ikki
dámar, kann tað vera trupult at
vita, hvussu tú skalt bera teg at,
fyri at fáa somu løn sum
síðumaðurin.
Kjak um ójavnlønina kundi
verið eitt týðandi fet móti javn
løn. Evnið kann ikki sigast at
hava verið viðgjørt í nevnandi
mun hvørki av fjølmiðlum ella
fakfeløgum alment, ið hvussu er.
Men kjak aleina er valla nóg
mikið. Tá vit á mongum arbeiðs
plássum hava ein so afturlatnan
lønarpolitikk, er tað trupult at
krevja sín rætt, tí tú veitst ikki,
hvat tínir starvsfelagar tjena.
Tess meiri opinleiki um lønina,
tess betri. Verður lønin hildin
loynilig, er tað ógjørligt at
kjakast um førleika og
dugnaskap.
Í Svøríki er javnlønarlógin
herd. Arbeiðsgevarar skulu lata
fakligum felagsskapum neyðugar
upplýsingar, so hesir kunnu
greina lønarviðurskifti og gera
virksemisætlanir fyri javnløn.
Fyritøkurnar skulu eisini árliga
kortleggja útbreiðsluna av lønar
munum millum kvinnur og menn
innan fyri tey einstøku arbeiðs
økini og millum ymsar bólkar av
starvsfólkum í fyritøkuni. Har
skal gerast ein samlað meting av
teim krøvum, sum arbeiðið setur,
út frá kriterium sum vitan,
førleika, ábyrgd og innsatsi. Og
fyritøkur skulu árliga gera eina
ætlan fyri javnstøðu.
Er tað so einfalt?
Helst eru fleiri orsøkir til, at
javnløn ikki er veruleiki. Ofta
verður havt á lofti, at tá menn og
kvinnur sjálvi samráðast um sína
løn, biður maðurin ofta um meiri
enn kvinnan við sama førleika.
Er hann so óbeskeðin ella hon ov
eyðmjúk?
Á arbeiðsplássum, har lønin
lættliga kann slást upp í sáttmála,
er lutfalsliga einfalt at gera av,
um javnløn valdar. Øðrvísi er,
har sáttmálarnir eisini hava við
bøtur, har starvsfólk samráðast
um lønina ella har avriksløn verð
ur latin. Her má roknast og grein
ast meiri fyri at gera av javnløn.
Frá danska Sosialgranskingarst
ovninum verður víst á, at tann
lættasti vegurin til javnløn helst
er um menn seta fram krav um
barnsburðarfarloyvi og familju
vinarlig arbeiðspláss, og at
kvinnur fara eftir traditionellu
mannfólkastørvunum. Tað vísir
seg, at kvinnur oftari enn menn
hava størv, sum tilgóðarsíggja
familjulív við føstum arbeiðs
tíðum og møguleika fyri frí til
barnsins fyrsta sjúkradag. Menn
harafturímóti fara eftir størvum,
sum krevja longri arbeiðstíð og
meira arbeiðsgevaravinarligan
flexibilitet, altso møguleika fyri
at arbeiða eftir at barnagarðar eru
afturlatnir.
Javnløn dregur væl útbúnar
kvinnur
Í eini tíð, har kappingin um væl
úbúnu arbeiðsmegina er hørð,
hevur stríðið fyri javnløn fingið
nýggja megi. Ein nýggj gransk
ingarverkætlan frá Handilshá
skúlanum og Aarhus Universiteti,
hevur fyri fyrstu ferð skjalprógv
að, at ein fyritøka, sum fokuserar
upp á javnstøðu og javnløn, dreg
ur og fastheldur fleiri væl útbún
ar kvinnur enn aðrar fyritøkur.
Niðurstøðan er, at væl útbúnu
kvinnurnar vilja arbeiða, har tær
verða viðfarnar ‘fair’, og tað
merkir millum annað, at tú vilt
hava somu møguleikar fyri
framflyting og somu løn sum
menninir. Víðari verður víst á, at
tá tú bøtir um javnstøðuna á
arbeiðsplássinum, gerst arbeiðs
umhvørvið og mentanin betri.
Hetta hevur sum frá líður stóran
týdning fyri fyritøkuna og
hennara umdømi, tá tørvur er á
væl útbúnu arbeiðsmegini, sum
kvinnurnar gerast ein alsamt
størri partur av. Harumframt
hevur javnlønarpolitikkurin í
roynd og veru eisini stóran
týdning fyri effektivitetin hjá
fyritøkuni, við tað at politikkurin
fremur, at best kvalifiseraðu
persónarnir eru í størvunum.
Keldur:
Ligeløn motiverer kvinderne,
www.abs.dk 07.01.2008
Henriksen, Mona: Løn – et
større tabu end sex, www.finans.
tv.3.dk 04.01.2008
OutzenJensen, Morten: Køn
bestemmer ikke løn, www.
sondagsavisen.dk 2005
Wessel, Lene: Kvindeløn
sakker agterud, www.ing.dk 9.
feb. 2001
Nyborg, Gerd: Tavshed og tabu
hindrer reel ligeløn, www.hk.dk
13.12.2001
www.javnratt.fo 26.02.2008
www.sfi.dk/sw764.asp
26.02.2008
Javnløn fremur arbeiðsgleði
Brynhild Høgnadóttir
brynhildhog@yahoo.dk
Essay
Brynhild Høgnadóttir er 39 ár, útbúgvin
útflutningsverkfrøðingur og starvast
sum verkætlanarleiðari í Føroya Banka