Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 9 Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Helt teir vóru gamlir Nýggjur dinosaurur funnin í Kina. dimma.fo Ein fyri tvey Tá fólkatingið verður sett á middegi í dag, skal Fólkatingið taka støðu, um Sjúrður Skaale kann taka sæti fyri Annitu á Fríðriksmørk og Høgna Hoydal. Portalurin Gongur upp Vørurnar verða seldar til keyparar Sosialurin Eingin loysn á útlendingamálinum Samgongan hevur álagt sær sjálvari, ikki at gera nakað við etnisku málini Útvarp Føroya Fegin um tey deyðu Óhugnalig líksæla í Føroyum Sosialurin Partur av altjóðagerðini Altso ein spennandi lokaluppgerð millum Fram og MB. 3-2 í Kringvarpinum Buss-Bush 27. februar for danski statsministarin á vitjan í USA. Vitjanin er tríggjar dagar har hann skal vitjað í Washington og heima hjá George Bus í Crawford í Texas. Norðlýsi Kanska vit burdu havt fleiri búskaparkanningar og færri PISA-kanningar?. Samanborið við PISA og FIFA-styrkislistan er eitt 3. pláss tað reina luksus! Fólk, sum minnast 1992, eru ímóti, at vit yvirtaka Fíggjareftirlitið. Ja so! Tað var meiri FY-NANS-TILSYNELADENDE enn FINANSTILSYN. ”Færinger bør have en FinanstilSYNSPRØVE først!” Í morgin verður MANNtómt í Norðurlandahúsinum! Møguliga verður JAVNSTØÐA í Gundadali? EB/Streymur og NSÍ leika stórsteypadyst í morgin! Kvinnur duga bæði eitt og annað, men eitt, sum tær ofta verða lagdar undir ikki at duga, er at koyra og parkera. Tað mann verða heldur ivasamt, um mannfólk eru so nógv kringari handan rattið, men hesar myndirnar benda í øllum førum á, at ikki allar kvinnur duga so væl at koyra bil. Myndirnar eru tiknar av heimasíðuni www.funtoosh.com Leyst og fast um stórt og smátt skemt Hugskot til mótmælisgongu Tað eru av og á mótmælisgongur í Føroyum, og her er eitt hugskot, sum ikki er brúkt í Føroyum enn. Hetta eru tvær kvinnur í Sydney, sum mótmæla viðferðina av djórum. Tær mótmæla serliga tarvafiktan og serliga tarva renningina í Pamplona. Kvinnurnar eru við í felagsskapinum People for the Ethical Treatment of Animals. Kvinnur í ferðsluni