fríggjadagur 7. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 48 - 7. mars 2008
Í Føroya Arbeiðara
felag fara tey at hava
eitt vakið eyga við
nýggju samgonguni
, so hon ikki skal
sleppa undan at taka
stig til frama fyri
verkafólkið
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggja samgongan hevur
sett sær fyri at seta fleiri
tiltøk í verk, sum skulu
koma verkamannafjøldini
til góðar.
Og Føroya Arbeiðarafelag
ætlar sær at fylgja væl við,
at samgongan heldur orð.
Tað staðfestir Ingeborg
Vinther í ársfrágreiðing síni
á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag í morgun.
Forkvinnan í Føroya Arb
eiðarafelag sigur, felagið
fer at hanga í oyrunum á
politikarunum, so at sam
gongan ikki skal sleppa
undan at fremja tey tiltøk,
hon hevur lovað í sam
gonguskjalinum.
Ein ynskislisti
Og tað eru ikki smáting,
sum nýggja CHE samgong
an hevur sett sær fyri í eini
roynd at bøta um viðurskift
ini hjá tímaløntum og løn
takarum sum heild.
Setanar og arbeiðsviður
skifti hjá tímaløntum skulu
tryggjast við lóg. Gjaldið
úr ALS skal hækkast og
skipanin skal gerast betri
fyri sjómenn og parttíðarsett
og hon skal eisini umfata
tilboð um umskúling.
Samgongan hevur eisini
fest í samgonguskjalið, at
tímalønt, skulu hava rætt til
endurgjald, fyri fráveru í
sambandi við fyrsta sjúkra
dag hjá barni og at ein
serligur útbúgvingargrunn
ur skal skipast at førleika
menna ófaklærd og aðrar
løntakarar.
Somuleiðis skal barsils
skipanin longjast upp í eitt
ár, og ein partur av far
loyvinum skal markast til
pápan.
Harafturat skal arbeiðs
marknaðurin verða rúmlig
ari, samstundis sum bæði
Arbeiðseftirlitið og Skipa
eftirlitið skulu styrkjast og
arbeiðsumhvørvið
skal
betrast.
At enda skulu brúkara
nevnd og brúkara umboðs
maður setast og eisini skulu
brúkarar sleppa undan at
fara í rættin við ósemjum,
men skulu kunna kæra
beinleiðis til eina brúkara
kærunevnd
Fylgja við
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta eru alt mál, sum eru á
ynskislistanum hjá Føroya
Arbeiðarafelag,
Havnar
Arbeiðsmannafelag og Før
oya Fiskimannafelag, sum
tilsamans
hava
gjørt
felagsskapin Samtak.
Hetta man helst vera
fyrstu ferð, at fakfeløg hava
fingið fleiri av sínum mál
um við í eitt samgongu
skjal, sigur forkvinnan í
Føroya Arbeiðarafelag.
Men hon sigur at sam
stundis er tað ein stórur
spurningur um politiskur
vilji er til staðar at seta alt
hetta í verk.
Men hon heldur, at tá ið
alt hetta er beinleiðis felt í
samgonguskjalið, eiga tey
at hava álit á, at tað má vera
tí, at ætlanin veruliga er at
fremja tey í verki.
Og hon leggur dent á, at
fakfeløgini fara at fylgja
við og gera teirra ávirkan
galdandi, tá ið lóggevast
skal á teimum ymsu økju
num, ið ávirka arbeiðs
marknaðin.
Skulu ikki sleppa
Annars harmar tað Ingeborg
Vinther, at longu stutt eftir,
at tey seinast gjørdi sáttmála
við arbeiðsgevararnar, eru
allir prísir neyðsynjarvør
um
munandi
hækkaðir,
umframt at oljan er blivin
munandi
dýrari.
Eisini
streymurin hevur fingið eitt
kvink uppeftir.
Hon sigur, at fakfeløgini
hava fleiri ferðir hesi sein
astu árini heitt á politiska
myndugleikan um at taka
oljugjaldið av.
Samstundis hava feløgini
heitt á politiska myndug
leikan um at lækka mvg á
mjólk, breyði, og heilsu
góðari vøru.
Men enn hava polit
ikararnir ongantíð svarað
hesi áheitan, staðfestir hon
Men hon leggur dent á, at
hetta eru mál, ið fakfeløgini
fara at fylgja upp, soleiðis
at politiski myndugleikin
ikki sleppur undan at gera
nakað á hesum øki.
Eisini eiga vit at taka
málið um prístalsskipanini,
so at prísirnir aftur verða
prístalsviðgjørdir.
Hon sigur, at alt, sum
hevði við prístalsviðgerð
og prísansing at gera, varð
avtikið
í
kreppuárinum
1992.
Tað rakar tey lágløntu,
fyritíðarpensjónistar
og
vanligar pensjónistar, harð
ast, tí teir bólkarnir hava
minst at taka av.
Nú er so tíð uppá, at
nakað verður gjørt fyri at
halda keypiorkuni uppi og
tí eigur prístalsviðgerðin og
prísansing at verða sett í
gildið aftur, sigur Ingeborg
Vinther.
Fakfeløgini hava fleiri ferðir heitt á politiska myndugleikan um
at avtaka oljugjaldið. Og um at lækka mvg á mjólk, breyði, og
heilsugóðari vøru. Politikararnir hava ongantíð svarað, men
á aðalfundinum í Føroya Arbeiðafelagi í morgun, fortaldi
Ingeborg Vinther, at tey ætla ikki, at teir skulu sleppa undan,
Ingeborg ætlar at hanga í
oyrunum á politikarunum
Nýggja samgongan
hevur stórar ætlanir fyri
at bøta um viðurskiftini
hjá tímaløntum og
lágløntum og og Í
Føroya Arbeiðarafelag
ætla tey sær at fylgja
væl við fyri at vita um
samgongan heldur orð
Íslendingar vilja í ES
Var fólkaatkvøða nú um íslendskan limaskap í Evropasamveldinum, høvdu
44,1 prosent av íslendingunum atkvøtt fyri limaskapi. 34,3 prosent siga, at
tey høvdu atkvøtt ímóti. Tað vísir ein nýggj kanning, sum ídnaðarfelagið
hevur latið gera. Í somu kanning siga 54 prosent, at tey taka undir við at
biðja ES um samráðingar. 30 prosent eru ímóti. Formaðurin í ídnaðar
felagnum, Helgi Magnússon, sigur, at Ísland eigur at kvika sær upp í ES.