Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 48 • 7. mars 2008 “kulturur” í sparikassanum fyrr í tíðini. Tvær ferðir árliga skuldi terminin gjaldast. Hetta varð hjá fólki á bygd gjørt við at gera sær ferð til Havnar við pengunum í hondini, sum skuldu gjaldast. At kunna gjalda termim og minka um restskuldina føldist sum ein hátíðardagur hjá viðkomandi. Kanska eisini í sparikassanum, har nógv kend andlit vóru at síggja hesar dagar. Fólk stóðu utttanfyri dyrnar og bíðaði, til latið var upp um hesa tíðina! Sparikassin var eitt gott arbeiðspláss. Tey skiftust um at hava frí leygardag. Fitt var gjørt burtur úr starvsfólkarøkt, sum kanska ikki var ein sjálvfylgja tá í tíðini. Ingibjørg hevur verið við til at skipa fyri útferðum hjá starvsfólkinum í Sparikassanum. Ein minnilig útferð var til Fugl­ oyar, sum kann sigast at vera heimabeitið hjá Ingibjørg. Tey fóru í land á Hattarvík og gingu so eftir gøtuni til Kirkju. Tað er ikki fyrr enn seinni, at tað er komin vegur. Á Kirkju fingu tey so døgurða heima hjá ættarfólki hjá Ingibjørg. Eisini vitjaði tey sjálvandi kirkjuni. Eisini hava tey verið í Tjørnuvík, har Føroya Sparikassi átti hús. Tá gjørdi Sunneva, kona Knút Háberg stjóra, døgurða. Væl smakkaði. Av øðrum plássum har tey hava verið útferð kann nevnast Sandur og tá var eisini farið til Skúvoyar. Í 1986 fer Ingibjørg niður í hálva tíð, og hon leggur frá sær í 1989. Virkið otium Ingibjørg hevur dugað væl at fáa nógv burturúr tíðini, eftir at hon gavst at arbeiða. Tá fór hon rættuliga at ferðast, og hon hevur verið víða um sum fá í hennara aldri. Eitt ár var hon í Ísrael við einum donskum ferðalagi. Tað var ógloymiligt at síggja øll tey bíbilsku støðini, sum øll hava hoyrt um frá barnsbeini av. Ingibjørg hevur eisini verið í Grønlandi, har dóttir hennara arbeiddi tá. Her er náttúran serliga stórbar. Eitt framúr upplivilsi var ferðin til Bangla Desh saman við Santalmissiónini. Á eini slíkari ferð lærir ein rættuliga at virðismeta, hvussu gott vit hava tað í Føroyum. Tað vóru góðir møguleikar fyri hesum, tí ferðin vardi í ikki minni enn 6 vikur. Í ferðalagnum vóru millum onnur Anette Wang og Solveig hjá Jóan Jakku skómakarnum. Tey hugnaðu sær óført. Ingibjørg hevur ikki púra slept sparikassanum. Inntil nú hevur hon verið við til ábyrgdar­ fundirnar, og her hevur tað verið stuttligt at sæð so nógvar gamlar kenningar. Hon hevur eisini samband við gamlar starvsfelagar. Ein av hesum er Emi Poulsen. Emi eigur sín part av heiðrinum fyri, at hendan greinin er blivin veruleiki. Síðan hevur hon eisini fingist nógv við veving og ullaarbeiði. Ullin verður tikin úr lagdi. Skinnini verða rotað, og tey longu hárini verða nappað. Síðan verður bundið og vevað. Tað mest arbeiðskrevjandi er at seta tráðin í vevin. Sjálv vevingin tekur minni tíð. Ingibjørg hevur verið í bindi­ klubba í nógv ár, og so hevur hon eisini gingið til konsertir, ikki minst í Norðurlandahúsinum. Ingibjørg eigur fýra børn, Árni, Per, Gunnvør og Johanna Maria, vanliga kallað Didd. Eisini eigur Ingibjørg sjey ommubørn og tvey langommubørn. Vit takka fyri vitjnina. Tað var ein stuttleiki at fáa hetta prát við Ingibjørg, sum eigur sín part av søguni um tær kvinnur, sum nú rættuliga eru farnar at gera vart við seg í samfelagnum. Starvsfólkamynd av Ingibjørg í minningarriti hjá Norðoya Sparikassa. Hon var starvsfólk frá 1939-45. Men hjálpti pápa sínum í sparikassanum frá tí, hon var 12 ár Hetta er manningin í Føroya Sparikassa í 1972. Aftara rað f.v. Albert Joensen, Knút Háberg, Óla Jákup Olsen, Per Jacobsen, Kim Olsen, Ingibjørg Nicolajsen, Tummas M. Jacobsen, Dánjal Joensen, Heri Nolsøe og Johan K. Joensen. Fremra rað: Bjørg Seyer Hansen, Ása Bjarnadal, Annika Larsen, Arnold Egholm, Arnfinn Poulsen, Ragnhild Skaale Jacobsen, Eivind Danielsen, Kári Jørgensen … Ingibjørg er uppvaksin saman við sparikassanum