Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 48 - 7. mars 2008 Tær tríggjar ódnirnar í februar verða mettar at kosta Tryggingar­ felag Føroyar 25 mió. krónur í skaða­ endurgjaldi. Millum annað tí umhugsar leiðslan í felagnum nú at hækka prísirnar við millum 10­15 prosentum á ávísum tryggingum. Hitt tryggingarfelagið, Trygd, hevur enn ikki tikið støðu til, um tryggingarnar skulu hækka, men sambært stjóranum er sannlíkt, at felagið eisini fer at hækka tryggingargjøldini Trygging Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Ódnirnar í februar hava ver­ ið kostnaðarmiklar. Heilar tríggjar skaðódnir vóru hen­ dan mánaðin. Tann fyrsta var 1. februar, tann næsta 7. februar og tann seinasta herjaði 23. februar. Tryggingarfelag Føroyar hevur nú gjørt skaðarnar upp, og hendan uppgerðin vísir, at felagið kemur at gjalda á leið 25 mió. krónur í skaðaendurgjaldi. Hetta upplýsir leiðslan í fel­ agnum. Í meðal eru 28­30 skaðar um dagin, men stormdag­ arnar vóru tilsamans 1237 skaðar fráboðaðir, umframt teir vanligu skaðarnir. Ringast var 1. februar, tá á leið 600 skaðar vóru, meðan hinar báðar dagarnar vóru á leið 300 hvønn dagin. Sambært Edvard Heen, stjóra, og Helga L. Petersen, deildarstjóra, hava skaðarnir rakt breitt yvir alt landið. Ringast var tó í Norðragøtu, har flest skaðar fyri eitt ein­ stakt øki hendu. Fleiri stórir skaðar hendu eisini. Millum annað um­ borð á Victoriu, sum er av­ loysaraskipið hjá Norrønu, har fimm trailarar fullir av vøru fóru fyri borð. Hetta var ein milliónaskaði. Vit skulu aftur til februar 1992 fyri at finna seinasta stormin, har skaðarnir hava verið eins umfatandi sum í februar 2008. Leiðslan í Tryggingar­ felagi Føroyar umhugsar nú at hækka prísirnar. Teir báð­ ir stjórarnir leggja dent á, at hetta ikki einans er eitt úrslit av tí stóra skaðaendur­ gjaldinum, sum felagið má rinda hesaferð. ­ Tað er sjálvandi ein partur av orsøkini. Hinveg­ in, so hava vit ikki hækkað tryggingargjøldini fyri bygningar og leysafæ síðani fyrst í 90´unum og fyri akfør síðani 2000, útyvir tær prístalshækkingar, sum hava verið hesi árini, sigur Edvard Heen, stjóri. Umhugsað verður at hækka gjøldini umleið 10­ 15 prosent. Enn er ikki endalig støða tikin til, hvussu stórar hækkingarnar vera innanfyri tey ávísu økini. Um so er, at gjøldini hækka á henda hátt, kemur hetta at merkja eina hækk­ ing á leið 320 krónur um árið ella millum 20 og 30 krónur um mánaðin fyri eina vanliga sethúsatrygg­ ing. Í meðal rindar ein før­ oyskur eigari í dag 3000 krónur um árið í trygging fyri síni sethús. Hetta meðal­ talið kemur sostatt at hækka upp í einar 3420 krónur. Fyri innbúgv verður hækkingin minni. Fyri bil­ tryggingar ber ikki til at seta krónur og oyru á, tí tryggingarnar eru so ymisk­ ar, men her verður eisini talan um ein prosentvísa hækking upp á millum 10 og 15 prosent. Teir báðir Edvard Heen og Helgi L. Petersen vísa á, at føroyingar eftir ódnirnar í 1988 og 1989 hava tryggj­ að seg munandi betri enn frammanundan, tá fleiri av tryggingartakarunum ikki høvdu trygging móti stormi. Í dag eru stórtsæð øll húsar­ hald tryggjaði móti stormi. Føroyingar hava stóra virðing fyri illveðrinum og royna at gera alt fyri at avmarka vandarnar, so skað­ ar ikki henda av at hava leysar lutir liggjandi og at byggja eftir umstøðunum. Hitt tryggingarfelagið, Trygd, hevur enn ikki tikið støðu til, um tryggingarnar skulu hækka, men sambært stjóranum, Jean Djurhuus, er sannlíkt, at felagið eisini fera at hækka tryggingar­ gjøldini. Dýrari at hava trygging Umleið 1200 stormskaðar í februar 2008 Stormskaðar í februar kostað Tryggingarfelagnum Føroyum uml. 25 mió. kr. Felagið umhugsar at hækka ávís tryggingargjøld við 10/15 prosentum. Tryggingarfelagið hevur 128 ymisk sløg av tryggingum, har ávísar tryggingar hækka, meðan aðrar koma tað sama. FAKTA - Um ikki føroyingar sýndu so stóra virðing fyri veðrinum, høvdu skaðarnir verið uppaftur fleiri, tá ódnirnar herja, sigur Edvard Heen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar Mynd: Álvur Haraldsen Metúrslit hjá Trygd 6,9 milliónir vór eftir á botnlinjuni, tá Trygd legði ársroknskapin fram. 19 milliónir verða útgoldnar í vinningsbýti. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at rakstrarliga gongdin hevur verið nøktandi seinastu árini. Ikki minst fengast felagið um, at tað hevur eydnast at hava eitt tryggingartekniskt avlop. Hetta var í fjør 4,2 mió kr. Á aðalfundinum seinasta fríggjadag varð nevndin í felagnum afturvald. Í nevndini eru Janus Petersen, nevndarformaður, Súni Schwartz Jacobsen, Niels Juul Andersen, Tummas Hanus Dam og Christian Andreassen. Aðalfundur felagsins samtykti samstundis at útgjalda íalt 19,0 mió kr. í vinningsbýti. Eginpeningurin hjá TRYGD við árslok 2007 er 85,3 mió kr. Tær tríggjar ódnirnar í februar eru óbeinleiðis orsøkin til, at Tryggingarfelag Føroya hækkar tryggingargjøldini. Sannlíkið er stórt fyri, at hitt tryggingarfelagið, Trygd, fer at gera tað sama Savnsmynd