Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 7 var fyri restina av hálvárinum. Renta var jú tilskrivað tvær ferðir árliga. Vóru fleiri flytingar í einum hálvári, vórðu upphæddirnar taldar saman í høvdinum. Verri enn so var tað ikki. Starvið hjá Símun Petur sum løgtingsmaður gjørdi tað, at hann var nógv í Havn. Tá lá ikki fyri sum nú at ferðast aftur og fram. So tey leigaðu sær hús í Havn omanfyri Smæruna. Hesa tíðina gekk Ingibjørg í Realskúla í Havn. Pápin hevði vikar fyri seg í skúlanum í Klaksvík. Men nú mátti hann hvørja viku fara til Klaksvíkar at passa arbeiðið í Sparikassanum. Í Havn høvdu tey geit. Hon varð mjólkað, og børnini fingu mjólkina at drekka. Men hana dámdi Ingibjørg einki serligt. Skotið verður úr flog­ fari inn í sparikassan Ingibjørg kom at arbeiða í Norðoya Sparikassa í 1939, tá ið hon fór úr skúlanum. Hon var fyrsta fulltíðar starvsfólk hjá sparikassanum. Hann hevði fingið egin hús í 1928 og var soleiðis býttur upp, at tað slapp bert eitt fólk inn í avgreiðsluna í senn. Vóru fleiri inni var serligt bíðirúm til teirra. Í 1941 varð skotið inn i sparikassan av einum týskum flogfari. Ingibjørg var júst ikki farin til arbeiðis tá. Tey búðu í skúlanum beint við sparikassan, og Ingibjørg stóð við vindeygað og sá tilburðin. Flogfarið fleyg so mikið lágt, at hon sá flogskiparan. Tað var rættuliga fitt av skaða inni í sparikassanum. Annars hevði Ingibjørg fingið boð um, at var luftalarmur, tá hon var til arbeiðis, skuldi hon fara inn í boksina. Tó mátti hurðin ikki koyrast heilt aftur! Hetta gjørdist kortini ikki aktuelt. Niður at royna seg Í 1946 heldur Ingibjørg, at nú er tíð til at royna nakað nýtt. Hon fer niður til Danmarkar og fær skrivstovupláss hjá fyritøkuni Ingelsen & Schrøter á Strøgnum. Hon var sum so væl fyri til eitt slíkt arbeiði, tí hon hevði lært at stenografera í Klaksvík. Hetta merkir, at tað ber til at skriva eins skjótt, og tað verður tosað. Her var Ingibjørg í eitt hálvt ár. Tá kemur bræv frá pápanum um at koma heim aftur at hjálpa sær við ársroknskapinum. Hon fer heim og verður heima hetta summarið. Hon fer síðan niður aftur. Nú fer hon á húsarhaldsskúla, sum tað eisini var vanligt hjá ungum føroyskum gentum tá í tíðini. Ingibjørg fór á tann kenda húsarhaldsskúlan hjá Ingeborg Suhr, sum eisini er kend frá sínum kókibókum. Her var tiltikið at vera strangt. Lise Nørgaard, kvinnan aftan fyri Matador greiddi í eini sjón­ varpssending frá sínum royndum á skúlanum. Ein meginregla var, at tað skuldi ikki leypast um, har garðurin var lægstur. Hetta merkti, at einki skuldi gerast sum kundi lætta um arbeiðið! Men hinvegin lærdu tey at gera góðan mat. Ingibjørg búði á sjálvum skúlanum. Her vóru strangar reglur fyri, nær hon skuldi vera inni, so tað kundi vera nokkso bundisligt. Tað var tó so heppið, at ein kvinna úr Fugloy atbeiddi á skúlanum. Hetta gav henni ymsar sømdir og gjørdi tað betri at vera. Aftaná húsarhaldsskúlan fór Ingibjørg heima aftur at arbeiða í Norðoya Sparikassa. Í 1948 giftist hon í Trinitatis­ kirkjuni í Keypmannahavn við Jóhannes Nicolajsen úr Havn, sum gekk á maskinmeistaraskúla niðri. Tey búðu niðri til 1952 á Frede­ riksberg. Jóhannes sigldi úti, og Ingibjørg var heimagangandi við teimum fyrstu børnunum. Tey flutti tá heim og búsettust í Havn. Hesa tíðina var Ingibjørg javnan í Klaksvík, har hon var avloysari í Norðoya Sparikassa. Í Føroya Sparikassa: Hevur lært Marner upp Men so fekk Ingibjørg arbeiði í Føroya Sparikassa í 1966. Tá vóru tey 18 í Føroya Sparikassa. Nú eru tey fleiri hundrað. Hetta var í tíðini, tá ið Albin Bærentsen og Arnold Egholm vóru stjórar. Tá Albin legði frá sær gjørdist Arnold Egholm einsamallur stjóri. Tá blivu Knút Háberg og Johan K. Joensen varastjórar. Tá ið Arnold legði frá sær blivu teir báðir síðustillaðir stjórar. Tá ið Johan legði frá sær fyri aldur, gjørdist Knút stjóri og Óla Jákup Olsen varastjóri. Afturat honum gjørdist Eyðun av Rógvi varastjóra. Eyðun gjørdist stjóri eftir Knút. Eina stutta tíð var Emil Olsen stjóri saman við Johan Danielsen. Men Emil gjørdist sjúkur og doyði skjótt. Av teimum, sum vóru í sparikassanum, tá ið Ingibjørg kom eru fýra eftir. Tey eru: Arnfinn Poulsen, Heri Nolsøe, Tummas M. Jacobsen og Dánjal Joensen. Um tann núverandi stjóran Marner Jacobsen sigur Ingibjørg við stoltleika: “Hann havi eg lært upp!” Marner byrjaði sum blaðungur í sparikassanum sum næmingur. Uttan at vit fyri tað skulu reklama fyri Eik kann sigast, at hetta kann hon eisini saktans vera errin av! Allir næmingar komu fyrst í innlánið. Tí kann hon eisini sigast at hava lært upp fleiri onnur av teimum, sum nú eru í leiðandi starvi í Eik. Ingibjørg dugdi so sera væl at fáast við tey ungu og tey gjørdust eisini góð við hana. Sparikassin hevði í 1956 fingið ein deild, og hon var í Vestmanna. Her var Ingibjørg eina tíð sum avloysari fyri Miu Olsen. Tá fekk hon sær koyrikort og keypti bil, so hon kundi koyra aftur og fram. Hetta varð tó ikki gjørt hvønn dag. Hon búði hesa tíðina í Vestmanna hjá Elsu Mariu Johannesen, sum plagdi at taka ímóti gistandi. Tøknin byrjar Í Sparikassanum í Havn var Ingibjørg leiðari fyri innláninum. Tað var ikki tá sum nú ein sjálvfylgja, at ein kvinna fekk slíka ábyrgd. Nú er tað, at tøknin fer at gera seg galdandi, men slíkum avjóðingum hevur Ingibjørg ongantíð verið bangin fyri. Heilt fram til endan av 60­ unum verða sparikassabøkurnar og samsvarandi kontobløð førd við hond. Hvør flyting í bókini skuldi váttast av bókhaldaranum. Renturnar skuldu eisini útrokn­ ast manuelt, men nú við rokni­ maskinu. Tað var ikki smávegis av arbeiði tær tvær ferðirnar árliga, sum hetta skuldi gerast. Men tá er tað, at tey sokallaðu holkortini byrja, og hetta var ein rættilig kollvelting. Hetta gekk fyri seg á tann hátt, at hvør broyting á eini konto varð holað inn á eitt serligt kort. Tá ið dagurin er liðugur, verða øll hesi holaðu kort við dagsins bókingum savnað saman og koyrd um náttina á Elektron, sum tá var í Føroya Banka. Tá ið komið varð til arbeiðis aftur liggja tey dagførdu kontokortini tøk, og nú skuldu tey setast á rætt pláss fyri tey gomlu, sum verða koyrd burtur. Samstundis vórðu sparikassabøkurnar førdar við maskinu. Alt hetta kravdi stóra broyting í arbeiðsgongdini, men hetta gekk uttan stórvegis trupulleikar. Síðan hevur jú alt gingið slag í slag við menning av tøkni og er óneyðugt at greiða meira frá tí. Men kollvelting hevur tað verið. Sum øll vita, er Ingibjørg altíð sera fryntligt og blíð, og hetta hevur skapt álit. Tað vóru nógvir kundar, sum bert vildu avgreiðast av henni, og sum heldur vildu koma aftur, um hon ikki var tøk. Í bíðirøð at gjalda lán Tað var ein heilt annar ➘ Føroya Sparikassi, tá ið Ingibjørg kom at arbeiða har Albin Bærentsen var stjóri, tá ið Ingibjørg kom í Føroya Sparikassa í 1966