Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 48 - 7. mars 2008 Nýggja tíðin hevur tørv á evnunum hjá kvinnum at netverka, skapa semjur og yvirlit og at hava semkenslu og innlit. Hetta staðfestir nýggj amerikansk gransking. Kritiskar røddir kalla hetta eina óhepna saman­ blanding av biologi og leiðsluevnum Javnstøða Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Tveir amerikanskir granskar­ ar, Norma Carr­Ruffino, professari í leiðslu við San Francisco State University og Helen Fisher, mannfrøð­ ingur við Rudgers Univeristy í New Jersey hava báðar granska í spurninginum um leiðslu og kvinnur. Norma Carr­Ruffino stað­ festir í bókini, The Promotable Woman ­ 10 Essential Skills for the New Millenium, at leiðarar tey seinastu árini hava funnið út av, at tað er tørvur á einum nýggjum leiðslustíli, sum leggur størri dent á tætt persónligt samband við starvsfólkini. Hetta gevur fyrimunir til tær kvinnur, sum duga at sjóða evnini at hava við menniskju at gera saman við vitan um nýggja tøkni. Helen Fisher fer enn longri. Í bókini The First Sex: The Natural Talents of Women and How They are Changing the World, vil hon vera við, at framtíðin heilt einfalt hoyrir kvinn­ unum til. Hátøkni krevur hákenslur Higartil hevur arbeiðs­ marknaðurin verið innrætt­ aður soleiðis, at mannligir eginleikar, sum evnini at fokusera, hugsa í slutresult­ atum og abstrahera frá kenslum hava lønt seg. Men í tí nýggja búskaðinum er tað harafturímóti kvinn­ urnar, sum fara at vera tær nátúrligu leiðararnir – sambært amerikansku granskar­ unum. ­ Meðan menn hava nógva orku, duga væl at samla seg um eitt einstøk mál og elska ein góðan dyst, duga kvinnurnar betri at gera fleiri ting samstundis, at netverka við onnur og skapa semju og loysnir, sum eru góðar fyri allar partar. Hesir eginleikar fáa størri alsamt størri týdning í einum samfelag sermerkt av tænastu og samskiftis­ vinnum, sigur Fisher. ­ Menn duga væl at loysa seg frá staklutum og hugsa um eitt í senn. Tað er ein góður eginleiki, tá okkurt smátt skal gerast, og tí hava menn havt ein fyrimun í menningini av nýggjari tøkni. Men globali markn­ aðurin gerst alsamt meira kompleks­ ur, og tí h a v a fyritøkur tørv á leiðarum, sum duga at hava yvirlit og virka í kaos og sum seta mál við sosialum umhugsni. Og hesar styrkir hava kvinnur, sigur a m e r i k a n s k i granskarin. Professor Carr­Ruf­ fino er samd við Fisher. ­ Kvinnuligir egin­ leikar fara at vera høgt í metum í einari há­ tøkniligari verð, har tørvur verður á sam­ svarandi hákensl­ um. Vandamikli biologiski munurin Carr­Ruffino og Fisher eru tó ikki samdar hvørs serligu kvinnuligu eginleikarnir eru viðføddir ella stava frá uppvøkstrinum. Carr­Ruf­ fino heldur munin verða eitt úrslit av, at gentir læra at hugsa minni sjálvsøki. Fisher heldur hinvegin talan vera um biokemi, har eitt hægri østrogen niveau ger kvinnur minni kappingarhugaðar enn menn meðan tær eru yngri. Hetta broytist tó í yvirgangsaldrinum, tá testestoronnøgdin hjá kvinnum økist. Fisher hevur fingið atfinn­ ingar fyri henda biologiska hugsanarhátt. Stanly Arono­ witz, professari í sosiologi við City University í New York, sigur: ­ At nýta biologi sum argument fyri ávísari atferð er vandamikið, tí tað kann brúkast til at rættvísgera rasismu og sexismu. Eisini í Norðanlondum hava serfrøðingar funnist at hugsanini, at biologiin ger kvinnur øðrvísi. Ulla Eriks­ son hevur skrivað doktara­ ritgerð, har hon vísir á, at myndin av eintáttaða kvinnuliga stjóranum ikki samsvarar við tað, sum kvinnuligir stjórar sjálvir greiða frá. Men Carr­Ruffino heldur fast í, at tað avgerandi er, at kvinnur eru tilvitandi um egnar styrkir, og hvussu tær nýta hesar í nýggja búskap­ inum. Tilvitan um serligu kvinnuligu styrkirnar ger tað møguligt veruliga at gagnnýta søguliga møgu­ leikan at spæla á jøvnum føti við menninar á nýggja vinnuliga vøllinum. Kelda: www.kvinfo.dk Nýtt bakarí í Klaksvík Sunnudagin 9. mars klokkan 07 letur upp nýtt bakarí á Stangavegi 134 í Klaksvík. Tað er 33 ára gamla Vígdis Eysturdal, ið stendur á odda fyri bakarínum. Vígdis hevur lært til bakara í Danmark, har hon eisini hevur starvast. Tey seinastu 10 árini hevur hon havt bakarí heima í kjallaranum. Vígdis er vælkend fyri sínar góðu køkur. Brúðar­ og føðingardagskøkur, umframt nógv onnur køkusløg teljast ímillum hennara breiða úrvæl. Bakaríið fer sjálvandi eisini at selja breyð, rundstykkir og annað gott. Móttøka við køkum og kaffi verður sunnudagin millum klokkan 14 og 16. Nýggi leiðarin er ein kvinna