fríggjadagur 7. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 7. mars 2008
Vikuskifti
6
Sigast kann, at Ingibjørg er
av góðum bergi brotin úti á
Kirkju. Langabbin var Zacharias
Mikkelsen, sum gekk í skúla
í Havn, og hvørs framúr góða
ummæli prýðir umslagið hjá
Tórshavnar Skúlasøgu. Hann
gjørdist seinni lærari á Kirkju. Frá
honum stava tær kendu Sørensen
og Zachariassen ættirnar úr
Fugloy. Abbi Ingibjørg var Símun
Mikael Zachariassen, sum verður
roknaður sum ein av okkara
fremstu mentamonnum. Serliga
við sínum yrkingum. Hann var
lærari í 42 ár í Fugloy og Svínoy,
og hann var eisini í fremstu
røð í fráhaldsørsluni saman við
Absalon Guttormson á Trøllanesi.
Pápi Ingibjørg var Símun Petur
Zachariassen. Hann var føddur
í 1887. Símun Petur fór ungur
á háskúlan í Føgrulíð, og í 1905
fór hann á læraraskúla. Aftaná
fór hann til Danmarkar at nema
sær meira kunnleika, serliga í
fremmandum máli. Í 1914 gjørdist
hann lærari í Klaksvík og hetta
starv hevði hann til 1953. Tá ið
hann byrjaði sum lærari var hann
sjálvur annar lærari í Klaksvík.
Símun Petur giftist í 1918 við
Mariu f. Henriksen av Dalinum í
Uppsølum úr Klaksvík.Tey fingu
sjey børn: Ása, Torgerð, Ingibjørg,
Malan, Rannvá, Álvur og Jórun.
Símun Petur var løgtingsmaður
fyri Sjálvstýrisflokkin fyrst árini
1928-1943 og síðan 1946-1956.
Men afturat hesum var hann
ein av leiðandi monnunum í
Norðoya Sparikassa, sum hann
var við til at stovna í 1919. Her
var hann í leiðsluni frá 1919-
1976, ella í samfull 57 ár.
Fyrstu árini var eingin bein-
leiðis stjóri. Tummas Juel
Petersen var bókhaldari, og
Símun Petur var kassameistari.
Umframt teir skiftust hinir tríggir
stjórnarlimirnir at møta upp
sparikassadagar, so tað altið vóru
tríggir til staðar, tá ið avgreiðsla
fór fram. Í 1938 fekk sparikassin
stjóra, og hetta gjørdist Símun
Petur (fram til 1976) saman við
J.F. Kjølbro (fram til 1951).
Símun Petur var fyrsti blaðstjóri
á Norðlýsinum. Umframt alt hetta
var hann eisini kommunuskrivari
og eisini formaður í kommunu-
stýrinum 1930-1934.
Byrjaði 12 ára gomul
í sparikassanum
Sparikassin kom at vera ein
partur av lívinum hjá Ingibjørg
frá byrjan av. Hon kom longu
sum 12 ára gomul at hjálpa til í
sparikassanum. Virksemið var tó
ikki so umfatandi sum nú. Tá var
eingin í fulltíðarstarvi, meðan tey
í dag eru yvir 50! Opið var miku-
og leygarkvøld kl. 5 til 7. Hetta
var jú aftaná arbeiðstíð, og tí var
hetta frægasta tíðin at hava opið.
Hetta hevur verið um 1934, og
tá var sera avmarkað við tøkni.
Men óhjálpin vóru tey kortini
ikki. Ingibjørg hevði til uppgávu
at rokna rentur út. Hetta var gjørt
við eini tabell. Her kundi rentan
síggjast fyri hvørjar 50 kr, sum
stóðu inni. Hvørja ferð ein flyting
var á kontoini, kundi síggjast
á tabellini, hvussu stór rentan
Ingibjørg er
uppvaksin
saman við
sparikassanum
Vit hava verið á gátt hjá teirri 86 ára gomlu
Ingibjørg Nicolajsen. Sigast kann næstan, at hon
hevur fingið sparikassan inn við móðurmjólkini
Kvinnumynd
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Mynd av Ingibjørg á 175 ára móttøkuni hjá Eik í august í fjør
Norðoya Sparikassi. Hetta er fyrsti bygningurin frá 1928
Símun Michael Zachariassen saman við sínum synum. Frá vinstru Louis, kendur tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin,
Símun Petur, Símun Michael, Zacharias og Jógvan, amtslækni. Jógvan var ein av stovnarunum av Norðoya Sparikassa.
Hann var grannskoðari og eftirlitslimur í fleiri ár. Beiggi Símun Michael, Søren Pram, var eisini ein stovnari av
sparikassanum. Símun Petur Zachariassen, pápi Ingibjørg, var í leiðsluni í Norðoya Sparikassa í heili 57 ár