Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 48 - 7. mars 2008 tíðindi SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf 341800 Í morgin kemur út nýggja fløga eftir songkvinnuni Mariu Guttesen 8. mars gevur føroyska songkvinnan Maria Gutte­ sen út dreymaverk sítt, fløg­ una Wide Open, har Maria hevur sungið, framleitt og spælt øll ljóðføri sjálv. Wide Open er fjóðra útgávan hjá Mariu Guttesen. Wide Open vísur dygdirnar hjá Mariu sum ein multitónleikari, ið spælir á at kalla øll ljóðføri. Við hesu fløgu er hon farin aftur til tað upprunaliga, og hevur sjálv spælt øll ljóðføri inn. Bert ein teknikari hevur hjálpt við at trýsta á upptøkuknappin. Dreymurin hjá Mariu hevur tó altíð verið ein útgáva, har hon kundi brúka seg sjálvan 100 prosent. Eftir drúgvar royndir við ymsum tónleikaverkum, tónleikaundirvísing og sum tónleikacoach var tíðin kom­ in at fara inn í tað innasta og leita fram tað ljóðið, ið er The Sound of Maria. – Nústani var eg til reiðar at taka við avbjóðingini og gera tað, ið eg kendi eg skuldi, sigur Maria Gutte­ sen. Og tað var júst tað, ið var ætlanin hjá Mariu: ­ At gera eina fløgu, sum eri eg 100 prosent, sum vís­ ur meg sum tónleikarar, komponist og songkvinnu. Hetta er ein fløga har eg eri farin so langt inn í tónlista­ ligu sál mína sum ongantíð áður, sigur hon. Maria Guttesen hevur staðið fyri øllum tí tónlistar­ liga sjálv, men tað er Lene Drachmann, ið eigur øll orðini á fløguni. ­ Eg vóni at lurtarin kenn­ ur, at Wide Open er ein glað og positiv fløga, hóast hon er merkt av álvarsligu tulk­ ingum og arrengementum mínum, sigur Maria og flennir, tí hon gleðir seg til at lata umheimin inn í tón­ leikaunivers sítt við fløguni Wide Open. Íløguráðgeving - royn Skjern Bank Gunnar Streymoy Íløguráðgevi Tlf. 516227 gst@skjernbank.dk Skjern Bank bjóðar íløgumøgu- leikar, ið hóska júst til tín tørv. Fá eitt prát við Gunnar Streymoy og hoyr nærri um tínar møgu- leikar. Fløguaktuell Maria Guttesen Shell við Ringvegin 4 plattar av bomm standa og bíða. Meira enn 100 sløg av bommum Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo Bomm Bomm Bomm