Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 48 - 7. mars 2008 tíðindi Fyrimyndir hjá Ofta verður sagt, at kvinnur, sum ganga á odda, eru fyrimyndir fyri aðrar kvinnur. Átta tingkvinnur okkara hava sjálvandi eisini sínar fyrimyndir. Vit hava spurt tær, hvørjar kvinnur hava havt serligan týdning fyri tær, og hví. Tær gjørdu sjálvar av, um hesar fyrimyndir høvdu havt týdning fyri tær í mun til arbeiðið, politikkin ella persónliga Olga Biskopstø Tá umræður politiskt arbeiði, kann eg, uttan at mær tørvar umhugsunartíð svara, Hellen Heinesen. Hellen Heinesen er ikki millum okkum meira, tí hon doyði av krabbameini í 1986 bert 43 ár gomul. Hellen hevði fyrst og fremst eitt stórt hjarta, hon var vitug og ein eldsál. Hellen kom til Klaksvíkar at undirvísa á fyrsta HF skeiðinum í Føroyum í 1974, har eg var so heppin at hava hana sum lærarinnu. Men Hellen var ikki einans lærari, hon var eisini vinkona og mentor (ráðgevi). Hon gav okkum ungu íblástur og áhuga í samfelagmálum og ikki minst, hon lærdi okkum at taka støðu til tað, sum fyrifórst í samfelagnum, ikki bert her í Føroyum, men eisini úti í heimi. Fyri hana, var tað ikki nóg mikið, at vera samd ella ósamd, tað var neyðugt at grundgeva fyri, hví so var. Hellen Heinesen var í Klaksvík, í 1974, ein øðrvísi kvinna, ein sterk kvinna, ið megnaði tað hon vildi. Hon var ímynd av einari nýggjari tíð og einum fyri mær nýggjum kvinnuleikluti. Hon eggjaði til at traðka fram og arbeiða fyri tí ein helt var rætt. Alt hetta megnaði hon, ikki við at trútta nakað niður í okkum, men við at vera tann kvinnan hon var- sum ein fyrimynd. Annika Olsen Eg havi tvær kvinnuligar fyrimyndir, og tær eru omma mín, Johanna Maria Olsen, vanliga kalla Mia og mamma mín, Marna Olsen. Omma mín Mia var eitt konubrot. Hennara lutur lá ongantíð eftir. Hon tók lut í øllum arbeiði, ið vanliga verður roknað fyri mannfólkaarbeiði, hon kruvdi fisk, slaktaði seyð um heystið og var við í hoyna um summarið, samstundis sum hon kundi fáa abba mín, ið var av tí gamla slagnum at støvsuga, vaksa upp og gera mat. Í teirra heimið var ein javnvág, ið mangan hátt var fyrimyndarlig og tað varð aldrin klagað um, hvør gjørdi mannfólkaarbeiði og hvør gjørdi kvinnuligt arbeiði. Hendan kynsliga javnvágin hevur kjølfest seg í hugaheimi mínum, longu tá eg var smágenta. Hin fyrimyndin hjá mær er mamma mín. Hon hevur við sínum elskhuga til bókmentir, teir stóru klassikararnir, leitt meg inn í ein bókmentaligan heim, sum í dag er mítt yrki. Her hevur hon lært meg um lívið og ikki minst, um hvør eg sjálv eri. Rósa Samuelsen Tað hava verið tvær kvinnur sum hava havt sera stóran týdning fyri meg. Tað vóru báðar ommurnar: Maria Simonsen úr Vági og Ingibjørg M. Restorff úr Havn. Hin fyrra doyði, tá eg var 17 ára gomul, og var tað í barna- og ungdómsárunum, at hon hevði størsta týdningin fyri meg. Tær vóru fullkomiliga mótsetningar sum persónar og tó sera líkar á nøkrum økjum. Tað tær høvdu í felag var at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er at taka støði í hvørjum einstøkum menniskja og góðtaka øll sum tey eru. Men týdningarmiklast av øllum skuldi man ikki finna seg í øllum. Tí hóast harða mótstøðu, so gjørdu tær altíð alt tær vóru mentar fyri at berjast fyri tí, ið rætt var. Í mínum vaksna lívi hevur omma altíð verið har, tá eg havi havt brúk fyri henni. Hon var ein sterk kvinna og hevur altíð stuðlað mær í øllum tí, eg havi gjørt, og við góðum ráðum altíð verið til staðar. Og ikki minst lært at halda okkum frá teimum sum man ikki er tryggur við. Hetta hevur ávirkað meg nógv ígjøgnum lívið. Og eg meini, at hesi virðir eru eins týdningarmikil at hava í huganum í politiska lívinum, eins og tí dagliga. Lagt til rættis: Rigmor Dam Heidi Petersen Eg havi haft fleiri sterkar kvinnur rundan um meg í mínum uppvøkstri. Mamma mín og omma mín eru tær nærmastu eg havi sæð upp til og havt virðing fyri fyrri teirra ósjálvsøkna stríði fyri familjuna. Her heima í Føroyum gjørdist Karin Kjølbro mín politiska fyrimynd. Tað sum hevði størsta týdning var, at hon var tjóðveldisfólk og stríddist fyri einum frælsum Føroyum, ein hugsjón eg havi havt frá barnsbeini. Eisini stríddist hon fyri tí sosiala rættvísi eg altíð havi tikið fult undir við í hugsjónunum hjá Tjóðveldisflokkinum. Hon bar hetta fram við vitan og virðing, sum eg ikki kendi til í føroyskum politikki áður. Úr útheiminum er ein kvinna eg havi sæð ómetaliga nógv upp til og er tað Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands. Hon hevur millum annað lært meg, at við virðiligum samskifti fært tú eisini virðiligar loysnir.