Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 19 Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan. Húsini eru sera snotilig – sterkt og væl bygd. Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin, tá í tú kemur til økið er, at hetta er eini serstøkt hús, bygd eftir lendinum. Alt er liðugt, snøgt og væl hildið. Húsini Húsini eru í tveimum forskotnum hæddum, sera væl hildin og í góðum standi, og dygdin er avbera góð. Í kjallarinum er stór sjálstøðug íbúð. Ljós og luft Húsini standa væl fyri, innast í Reynstúni, í friðarligum umhvørvi. Har er veðurgott, og frítt útsýni yvir Havnina, niðan í Hoyvíkina, Nólsoyarfjørð, inn í Eysturoynna og út í Havnardal. Stílur og snið – inni og úti Stílurin er nýmótans, lættur og ljósur. Alt er gjørt úr góðum tilfari. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar, tær nýtist einki at gera. Alt er sum tað eigur at vera. Nógv og stór vindeygu eru, og útsýnið er sera gott. Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við umhvørvið uttan, men hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum. Úr kamarinum kemur tú beinleiðis út á eina terassu, har er lagamanni at sita, tá góðveður er, við onkrum leskandi og njóta sólina – sólargangurin er stak góður. Urtagarðurin og umhvørvið Garður er rundan um húsini, men sjálvandi kanst tú gera meira við at planta runnar, trø og annað. Parkeringsøki til fleiri bilar er niðan fyri húsini – beint við stóru garaguna. Húsini standa í barnavinarligum umhvørvi, tætt við dagstovnar og ítróttarøki. Gott bussamband erø Serstøk hús á Argjumvið panorama-útsýni Fakta Snotuligu húsini eru í 2 hæddum á 120 fermetrar – í alt 240 fermetrar. Grundøkið er 550 fermetrar. Byggiárið er 1982, men nógv er gjørt við húsini so við og við, so tey eru sum nýggj. Í erva er útigólv /terassa, inngongd, durur, gongd / hall / alrúm, hjúnarrúm, klædnarúm, baðirúm, stórt kamar við útgongd til terassu / útigólv, matarkøkur, borðsstova / stova, Í neðra er sjálvstøðug íbúð á uml. 60 fermetrar. Har er inngongd, durur / gongd, køkur, kamar, stova, baðirúm og goymslurúm. Í neðra er eisini inngongd, durur / gongd, trappa, bryggers / vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm. Harafturat er garaga uml. 25 fermetrar. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og hava góðan sólargang á terassunum. Stutt er til dagstovnar og útsýnið er framúr gott.