fríggjadagur 7. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 7. mars 2008
19
hugleiðingar
Urd Johannesen
T
að er mikukvøld. Kvøldið, tá
ið eg og maðurin plaga at
hittast í hurðini, hann á veg heim
úr arbeiði, eg á veg til sang.
Billykilin verður vanliga
handaður sum ein stafett og so
avstað. Men í kvøld ætli eg mær
tað øðrvísi, eg havi fingið eldra
sonin at ansa eftir tí yngra, so eg
kann fara til gongu og fáa eitt
sindur av motión og frískari luft.
Ígjár sá eg eina mynd av mær, eg
vendi myndatakarinum bakið og
mær hóvaði lítið tað, eg sá. Eg
eri motiverða. Irriterað. Nú skal
tað verða! Eg havi latið meg í
góðu gonguskógvarnar, vindtætta
jakkan, heitu húgvuna, muss
muss, og eg eri farin. Kenni meg
lætta á fótum. Túrurin fram við
Argjalandi gongur strúkandi, og
tyngdin av øllum teim góðu
sangnótunum í ryggsekkinum
kennist sum ein fræls byrða, eg
fegin beri. Eg eri mitt í lívinum
(les: yvir 40) og tað er nú, at
viðlíkahaldið av skrokkinum
krevur størri orku og tíð enn
nakrantíð áður. Eg veit tað væl.
Lesi um tað í kvinnubløðunum
hvørja viku. Ávaringar,
ákoyringar, áminningar. Tær
skorta ikki.
N
ú eri eg komin framvið
Landssjúkrahúsinum og
ferðin framá er enn støðug. Eg
hugsi, um maðurin ikki skjótt
kemur koyrandi framvið. Jú,
beint við Skipasmiðjuna síggi eg
bilin koma ímóti mær hinumegin
vegin. Eg geri meg rænka og lyfti
høkuna eitt sindur longur upp,
smílist, nú er hann beint
hinumegin, eg vinki, men hvat,
hann letist ikki um vón, sær meg
ikki. Koyrir bara. Sær meg ikki?
Fyrst flenni eg fyri meg sjálva,
typiskt hann, koyrir beint
framvið, men sær einki. Sær
einki? Og so er tað, at hin innara
samrøðan millum meg? og meg!
byrjar.
T
að er ov vánaligt, at hann
ikki fær eyga á meg! Okey,
tað er myrkt og hann skundar sær
bara heim uttan at geva nøkrum
øðrum ans, ikki so? Heilt erligt,
hann leggur als ikki merki til mín
longur! Kanska hann slett ikki
hyggur eftir konufólki
yvirhøvur? Ha ha, don’t kid
yourself, hann er eitt manfólk,
allir menn hyggja eftir konufólki,
eisini meðan teir koyra bil, come
on, tað veit tú væl! Ja, men hann
brúkar brillur, eyguni versna jú
við aldrinum, kanska tey eru
farin at bila? Nei tú, menn verða
ongantíð ov gamlir ella ov blindir
at hyggja eftir konufólki, teir
hava serligt tev, sum aldri doyr!
Tað kundi hugsast, at hann var so
fokuseraður og skundaði sær
heim, tí hann roknar við, at eg eri
har, hann kann ikki vita, at eg var
farin til gongu? ”Fokuseraður”
og ”skundaði sær heim”, veit tú
nú hvat, hetta eru hugtøk, sum
ikki finnast í hugaheimið
mansins! Møguliga sást eg ikki
so væl í teim myrku klæðunum,
ella kanska eg longu eri so mikið
klænkað, at eg var eitt sindur
ókennilig? Nei, menn eru heilt
einfalt……..menn!!
S
amrøðan er farin at troytta
meg, hon hevur onga
framdrift ella endamál. Alt endar
í gomlum jaglaðum flosklum og
steriotypiskum argumentum um
menn og kvinnur. Um nakað
yvirhøvur er typiskt við hesum,
so er tað at eg fái eina heila
samrøðu við meg sjálva og eitt
lesarabræv burturúr eini bagatell.
Í veruleikanum eri eg glað fyri,
at vit kvinnur og menn eru
ymisk, hugsa ymiskt, reagera
ymiskt. Um eg nú royndi at býta
leiklutirnar soleiðis at eg var á
veg í bili heim og hann gekk
hinumegin vegin, so reageraðu
vit framvegis ymiskt men líka
sum áður; eg hevði sæð hann,
men hann sá ikki meg, tí hann
hugdi eftir bilinum(og ikki
kvinnuliga bilføraranum!), sum
koyrdi aftanfyri mín av
merkinum Farreri ella okkurt
sovorið. Eg eri troytt av
óendaliga orðaskiftinum um, at
menn skulu verða so og so
bleytir, kenslubornir og duga at
gráta eins innilliga, sum vit
kvinnur. Nei, eg vil heldur, at
maðurin stendur sum ein sterkur
klettur, tá ið eg havi hug at gráta.
Eg skal nokk eisini
bjóða mína øksl
fram, um honum tørvar troyst,
men tað er munur á, tað skal
verða munur á!
Eri eisini farin at troyttast av at
hoyra okkum kvinnur grenja um,
at okkara menn ikki tíma at
vaska gólv ella skifta
seingjarklæði eins ofta, sum vit
kvinnur. Hvør sigur, at vita hava
rætt og teir skeivt? Hava vit
kvinnur patent uppá títtleikan og
vavið av reingerðini í heiminum?
Og mest av øllum krympi eg tær,
tá ið eg hoyri, at “vit skulu føða
3. juli” ella “vit fingu verkir
um kvøldið”, nei, tá havi eg
hug at pissa økið alvorliga
av. Eg eri fegin um, at
menn duga og tíma at
skifta blæðu, lesa søgur,
spæla við børnini, geva sær
stundir, leggja tey, heinta tey
í barnagarðinum o.s.fr.
Vit eru komin
langt, takkað
verið
ættarliðunum undan okkum.
Úrslitini tala fyri seg. Í dag eru
stjórarnir kvinnur. Formenninir
kvinnur. Ráðharrarnir eru eisini
kvinnur. Kanska løgmaður
verður kvinna einaferð og
jarðamóðurin ein maður. Men vit
eru ymisk. Sum menniskju eru
vit ymisk. Guð havið lov fyri tað.
M
aðurin koyrdi framvið, sá
meg ikki. Harragud, hvat
so? Hann er bara ein frálíkur
bilførari, sum hyggur eftir
vegnum og ikki kvinnuni
hinumegin vegin, sum roynir at
viðlíkahalda skrokkin! Lat fara.
Eg fari víðari. Framá! Avanti!
Ella eri eg eitt sindur anti?
Av-anti