Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 18 Íbúð – undir Kongavarða, Argir Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m² til støddar og harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.755.000,00 Raðhús undir Kongavarða, Tórshavn Innilokaðu raðhúsini eru í 3 hæddum – í alt 209 m2. Harafturat er bilskýli. Húsini verða gjørd liðug uttan, og alt verður gjørt liðugt uttan um húsini. Húsini eru klár til yvirtøku uml. 1. oktober 2008. Hetta er gjørt við yvirtøku: Miðhæddin: Betondekk er lagt í, trappuveggirnir eru beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp, vatn-, hitarør og ljósleiðari er lagt inn, har bryggersið er ætlað at vera. Ovasta hædd: Betondekk er lagt í, trappuveggurin er beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp, loftið er bjálvað og klárt at revla til gipsklædning. Niðasta hædd: Gólvið er stoypt, trappuveggirnir eru beton, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp. Søkjast kann um afturrindan av mvg. tó í mesta lagi kr. 150.000,00. Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin. Prísuppskot 2.297.000,00 Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? – Vinaliga, set teg í samband við okkum Virkisbygningur Húsagarður, 513 Syðrugøta Talan er um Køstin í Syðrugøtu, sum er ein stoypt grund – 209 fermetrar – sum stendur oman móti sjóarmálanum. Møðuleiki er at gera ein kantórbygning omaná grundina og loyvi er til tað. Prísuppskot : 295.000,00 Sethús : Mouritsarvegur 1, 188 Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd uml. 230 fermetrar og ein krúpikjallari á 40 fermetrar umframt ein garaga á 40 fermetrar. Grundøkið er 538 fermetrar. Byggiár: 1983. Húsini hava hava stoypta grund, eru klødd við timbur, hava trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er inngongd, durur, wc, køkur, stova við brenniovni, gongd, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er inngongd, kamar, baðirúm, stova, vaskirúm / kjallararúm, hjallur og krúpikjallari / fýrrúm. Garður og urtagarður er runt húsini. Húsini hava gott útsýni og góðar parkerings- møguleikar. Prísuppskot : 2.600.000,00 Grundstykki Velbastaður – 176 Velbastaður Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt er at fara undir at planera, møguleiki er at verða við í eini felags planerin. Stykkið liggur innast á blindvegi. Nýggi býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt, omanyvir gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppistað Summarhús Leynar – 335 Leynar Húsini eru bygd síðst í 70-unum, uml. 50 fermetrar í einari hædd við krúpikjallara. Grundøkið er 412 fermetrar.Húsini eru innrættaði soleiðis, gong, stova og køkur í einum, kamar pláss til 4 seingjarpláss, wc/brúsa og goymslurúm/ hjallur. Tey seinastu árini eru umvælingar gjørdar, so sum bjálving, nýtt gólv í stovu og køki, hava eisini fingið miðstøðuhita. Út frá stovuni er stór altan hvar tú hevur gott og vakurt útsýni oman á sandin og í allar ættir. Húsini liggja í fremstu røð í summarhúsaøkinum, beint við hugnalig løkju og parkeringspláss. Sethús : Grønlandsvegur 60, 100 Tórshavn Hugnalig sethús í einari hædd við stórum “atelieri” og garasju. Húsini eru 167 fermetrar og hartil er garasja á 25 fermetrar. Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu og aluminiumtak. Har er inngongd, durur, gongd, 2 wc, stova, køkur, bryggers, hjúnarrúm, stórt baðirúm við brúsu og baðikari, 2 kømur, atletier, og hjallur. Húsini eru væl egnað til bústað eins og til vinnuligt endamál so sum teknistovu o.a. Urtagarður er niðanfyri húsini, sum standa stutt frá miðbýnum við sera góðum útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: 2.500.000,00 Sethús Joan paulsgøta 4, 410 Kollafjørður Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd á 216 m2. Grundøkið er 500 m2. Byggiár: 2001. Loftið er klárt at innrætta og nakað av tilfari fylgir við. Í miðhæddini er inngongd, durur við trappu til ovastu hædd, gongd, matarkøkur, borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm, kamar og niðurgongd til niðastu hædd. Í ovastu hædd er stórt óinnrættað loft. Í niðastu hædd er inngongd, vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm, ið er klárt at innrætta og gera liðugt, Hartil er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, durur / gongd, køkur / stova, baðirúm / vaskirúm og 2 kømur. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og hava frálíkt útsýni út á fjørðin. Spælipáss við graslíkisvølli er beint við, og skúli, barnagarður og handil er nærhendis. Prísuppskot : 2.000.000,00 Neyst Kollafjørður, 410 Kollafjørður Ognin er eitt neyst í tveimum hæddum, hvør hæddin 50 fermetrar. Neystið stendur á kaiøkinum niðri við sjóvarmálan. Talan er um 11 samanbygd neyst við brandmúrum ímillim. Neystið, sum er til sølu, er nr.4 frá bátahylinum. Lætt er at koma til neystið við bili. Prísuppskot : 400.000,00 Sethús Rúnarvegur 27, 620 Runavík Snotiligu húsini eru í 3 hæddum harav 2 tær ovastu eru til sølu. Ovara hæddin er 112m2 og ovasta hæddin er 40m2 - í alt 152 m2. Grundøkið er 659 m2. Byggiár: 2003. Húsini eru eini snotilig og sera væl bygd Norðseturhús, ið eru sum nýggj. Sera væl er ljóðbjálvað millum hæddirnar og í skilaveggjunum, so lítið og einki hoyrist millum hæddirnar. Í miðhæddini er hjallur, inngongd, gongd, bryggers / vaskirúm, køkur / alrúm, stova, kamar, millumgongd, hjúnarrúm, baðirúm, kamar. Í ovastu hædd er trappupallur / stova og kamar. Í niðastu hædd er fýrrúm felags við eigaran av niðastu hædd, sum er ein sjálvstøðug eigaraíbúð. 3 parkeringspláss er til húsini. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi og hava panoramaútsýni yvir bygdina og fjørðin. Stutt er til skúla, barnagarð, ítróttar- og handilsøki. Prísuppskot 1.200.000,00 Sethús Brattabrekka 19, 100 Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 259,60 m2. Grundøkið er 327 m2. Byggiár: 1975. Húsini eru væl hildin og dagførd so við og við. Í miðhæddini er: hjallur, inngongd, durur, gongd, matarkøkur, borðsstova / stova við útgongd til altan, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur. Í ovastu hædd er trappugongd, gongd, køkur / borðsstova / stova, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur og atgongd til ovastaloft. Í niðasta hædd er goymslurúm við atgongd til fýrrúm / vaskirúm og inngongd, durur, køkur, kamar uttan vindeyga, baðirúm frá kamari og inngongd, durur, baðirúm við atgongd til fýrrúm, stova og kamar. Garður / urtagarður er runt húsini og astfaltlagt p-pláss er framman fyri. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi. Barnagarðar, skúlar og ítróttarøki eru nær við. Nakað av útsýni er frá ovaru hæddunum. Prísuppskot :3.200.000,00 Sethús í Geilini 14, 380 Sørvágur Húsini eru í 3 hæddum hvør á 49 fermetrar - í alt 147 fermetrar. Hartil er hjallur á uml. 10 m2. Grundøkið er 218 m2 og annars er eitt grundøki á 329 m2 hinumegin vegin. Húsini eru bygd í 1950’unum og eru nakað dagførd so við og við. Í miðhæddini er inngongd, durur / gongd, wc, køkur, kovi, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm og 4 kømur. Hartil er atgongd til stórt ovasta loft. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í vøkrum og veðurgóðum umhvørvi við frálíkum útsýni yvir bygdina og fjørðin. Prísuppskot 800.000,00