fríggjadagur 7. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 48 - 7. mars 2008
hugleiðing
Ása undir Kletti
asa@post.olivant.fo
“Oh, oh, ring ring, why don’t
you give me a call,
Ring ring, the happiest
sound of them all”.
(ABBA 1973)
E
g má játta nakað fyri tykkum,
kæru lesarar. Hetta kann ikki
bíða longur. Havi leingi gingið
og hugsað um, hvussu eg við
bivandi hjarta skal siga tykkum,
at eg……..havi keypt mær eina
fartelefon. Ja. Eg veit, at eg havi
ført fram, at eg ONGANTÌÐ skal
hava eina fartelefon, men gakk!
Mongum brestir ætlan og soleiðis
var eisini hjá undirritaðu. Sukk!
Var av landinum í fjør og stóð
ein dagin í Kastrup floghavn. Eg
skuldi hava fatur á einari vinkonu
og fór málbevíst yvir móti
telefonklivunum, sum jú eru har
til fólk sum meg. Fann skjótt
útav at eingin telelefon virkaði.
Lort!. Hvat var nú til ráða at
taka? Hvat ger ein omma, tá á
stendur? Fult av fólki var í komu
høllini, og eg sá ein so fryntligan
ungan mann skamt ífrá. Hann
gjørdi tað, sum flest øll ung gera:
Tosaði í telefon. Eg fann mær
eina tjúgukrónu, pikkaði hann á
økslina og spurdi á mínum gøtu
danska: Kan du ringe et nummer
op på din far (sh) mobiltelefon?
Hann var so sera fryntligur og
játtaði beinanvegin. Hann ringdi
og ringdi, men eingin vinkona
svaraði. Eg takkaði honum,
bjóðaði honum oyra aftur fyri –,
men hann segði, at tað var í lagi.
Mær nýttist ikki at gjalda fyri
ómakin. Fittur ungur fýrur.
Eg kundi jú ikki halda á við
pikka fólk á økslina og tosa
gøtudanskt, so eg mátti gera
skarvin yvir og fara avstað.
K
omin í íbúðina hjá
dóttrini á Fredriksberg,
helt eg væl standa til, tí
nú var eingin vandi á
ferð, og eg kundi
ringja sum mær
lysti, um tørvur
var á tí. Her fór
eg so skeiv so
skeiv.
Hon hevði
onga fast
telefon, tí
sum hon segði:”
Mamma, hvat skal
eg við einari fasttelefon,
tá eg havi fartelefon?” Logiskt,
ha? Og har stóð eg við øllum
mínum prinsippum og kundi
einki gera. Men so mintist eg til,
at stutt frá íbúðini var ein
telefonboks!! Aha! Nú skuldi eg
vísa henni og øllum øðrum, at eg
altíð fann uppá ráð. Eg var noydd
at gera eitthvørt, tí dóttirin fór til
Føroya dagin eftir! Við
fartelefonini, sjálvandi. Um
kvøldið sníkti eg meg oman á
høvuðsvegin og gekk skjótt yvir
til klivan – sum… als ikki var ein
telefonklivi, men okkurt heilt
annað. Og so sat eg í einari íbúð
á Frederiksberg mutters aleina og
við ongari telefon. Tað var ein
løgin kensla, tí eg kundi ikki
koma í samband við nakran, og
eingin visti, um eg var livandi
ella deyð. Tíbetur spældi hetta
væl av. Eg eri sprelllivandi.
S
oleiðis gekst hjá mær í Dan
mark. Har er næstan ómøgu
ligt at ferðast, hevur tú ikki far
telefon. Tað má eg ásanna og
geva skarvin yvir.
K
omin aftur hendavegin fór
eg ta tungu gongd inn til
fartelefonveitara. Eg spolaði
fleiri ferðir framvið dyrnar, men
tók til endans dyk á meg og fór
fram til diskin. Eg var so forfjón
að millum øll hesi kekkaðu tólini
og ikki
minni
kekkaðu
fólkini, at eg
koyrdi jakka
hettuna upp á
høvdið, heilt fram
um oyruni og goymdi
meg í henni so væl sum
tað, eftir umstøðunum,
bar til.
Líka visti eg, at tað var tað
kulasta, eg kundi gera og rætti
liga ”uppi í tíðini”, umframt at
vera í húgvu langt niður um
oyruni. Hon lá nú eftir heima
henda lagnudag.
Fekk at enda teskað, at eg
ynskti at keypa eina fartelefon.
Ungi fryntligi seljarin var ”fyr og
flamme”. Hann tosaði bæði um
”tríggjar vinir” og mangt annað,
eg ikki hevði hóming av var til.
Varð eitt sindur fortørnað, tí helt
hann, at eg bert hevði trý vin
fólk? Og hvussu tramin visti
hann um hesi trý? So tollut var
eg á telefonøkinum. Eg fekk sagt
honum, at mín telefon EINKI
skuldi annað enn brúkast at tosa í
umframt at senda okkurt hissini
sms. Seljarin hugdi forfardur inn
í hettumyrkrið. Einki annað?
Bara tosa og sms’a? Eg endurtók
mítt ynski og bað hann finna
eina slíka fram. Hetta var skjótt
gjørt og glað var eg. Men gakk!
Mín fittliga, einfalda telefon var
útseld, segði hann aftur inn í
hettumyrkrið. Eg vildi bara
sleppa út hiðani, so eg legði alt í
hansara hendur og bað hann
vælsignaðan um at finna mær ta
næstu í røðini. Hann skuldi bara
velja fyri meg og avgreiða meg
so skjótt sum til bar. Stakkals
ungi maður, hann var heilt per
pleks, men gjørdi sum eg bað.
Vit skrivaðu tað, sum skrivast
skuldi í samband við eitt tílíkt
keyp, eg valdi mær eitt nummar
og slepti mær á dyr aftur. Nú lá
hon í lummanum, reyða, finska
Nokia fartlelefonin hjá mær.
N
ú havi eg fartelefon sum
áður játtað. Eg hati hana av
einum góðum hjarta, hon er altíð
á „lydløs“, men ikki so galin, tá
skjót boð skulu gevast. Eg havi
ikki broytt hugburð, tá tað snýr
seg um at svara telefonini, tá
onkur prátar við meg, og eg toli
ikki, at fólk tá tey vitja meg
knappliga raðfesta telefonina
framum við at seta seg at práta
um líkt og ólíkt við munninum
fullum av persillu ella senda og
móttaka sms so roykur stendst av
hesum. Tað er tað mest irriter
andi haldi eg og ikki sørt niður
gerandi eisini.
S
ir Alexander Graham Bell,
sum vaks upp í Edinburgh og
sum piltur óivað hevur undrast
stórliga á fantastiska Sir Walter
Scott minnisvarðan mitt á
Prince’s Street gjørdi eina geniala
uppfinning um sama mundið
sum abbi mín, Hans undir Kletti,
hevur spælt sær í fjøruni úti á
Reyni og kanska, næstan sam
stundis hevur staðið undrandi
uppi yvir sólurinum úti á Tinga
nesi.
At uppfinna telefonina var
genialt – eingin ivi er um tað.
Men hóast tað verði eg aldri
trælur at fartelefonini, tað kann
eg siga við vissu, men tað kann
væl henda, at eg í næstum gerist
trælur av Skype!!! Tað er kul!
Livst so spyrst.
Edinburgh
Tinganes
TÍðinDASKRiV
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar setti sjúkra
røktaretiskt ráð á stovn
1992, og síðani 1993 hava
etiskar leiðreglur verið orð
aðar. Samfelagsligar broyt
ingar hava við sær, at neyð
ugt er at dagføra leiðregl
urnar javnan.
Sjúkrarøktarfrøðingar
hava sín egna yrkisetikk,
etiskar leiðreglur, sum siga,
hvussu teir eiga at útinna
sjúkrarøkt. Tær lýsa neyvt,
at grundarlagið undir sjúkra
røktini skal vera respektin
fyri lívinum hjá hvørjum
einstøkum menniskja og
respektin fyri tignini, sum
er í menniskjanum.
Í okkara dagliga arbeiði
røkka vit mangan ov stutt,
halda vit sjálvi. Tað kann
vera vegna ov fá starvsfólk
og/ella, at krøvini til pro
duktión og effektivitet eru í
miðdepli. Tað kann vera
soleiðis statt á arbeiðspláss
inum, at respekt, miskunn
semi og grundleggjandi
mannarættindi hava trong
kor.
Orðaðar etiskar leiðreglur
hava tó einki virði, um tær
ikki verða viðgjørdar í prak
sis. Hvør einstakur sjúkra
røktarfrøðingur má vera til
vitaður um sína makt, hugsa
sjálvur og sjálvur leggja
sína meining í orðini og
reglurnar. Sjúkrarøktarfrøð
ingurin má eisini vera krit
iskur mótvegis reglustýring
og kvalitetstryggingarskipa
num, sum hava lyndi til at
gera okkum blind og forða
okkum í at síggja, veruliga
síggja, hvat sjúklingur, av
varðandi, starvsfelagi, les
andi sigur, sum vit hava
framman fyri okkum.
Arbeiðsplássið má geva
rúm fyri góðum kjaki, so at
hvør einstakur kann gerast
tilvitaður um egnu holdning
ar, sum skulu vera fyridømi,
sum javnan hála í okkum.
Hvør einstakur má tó sjálv
ur ansa eftir og menna sína
fatan av etisku leiðreglunum,
men góð leiðsla, sum mynd
ar góða mentan á arbeiðs
plássinum, kann síggja til,
at rúmið, umstøðurnar at
arbeiða í, gera tað lættari
fyri sjúkrarøktarfrøðingin
at nýta sítt ansni og gera
væl.
Sjúkrarøktaretiska ráðið
hevur ikki fingið fyrispurn
ingar ella mál at viðgera
seinastu
drúgvu
tíðina.
Ynski er, at framtíðin verð
ur ein onnur. Neyðugt er at
fáa praktisku dømini fram í
ljósið, so tey kunnu viðger
ast; tað fer at hava vit sær,
at vit øll gerast klókari um
etisk viðurskifti og etiskar
loysnir.
Sum ein liður í at røkka
málinum, at leiðreglurnar
skulu gerast ein náttúrligur
partur í dagliga fakliga kjak
inum, hevur Sjúkrarøktar
etiska ráðið gjørt uppskot
til dagførdar etiskar leið
reglur.
Hesar
leiðreglur
skulu nú leggjast fyri limir
nar í Felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
til
støðutakan á komandi aðal
fundinum í 2008.
Sjúkrarøktaretiska ráðið
Eg havi fingið fartelefon …