fríggjadagur 7. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 7. mars 2008
Vikuskifti 17
umborð
Fyri 28 árum síðan fór
Olga Thomsen, ættað úr
Nólsoy og búsitandi úti í
Nesi í Hvalba, fyri fyrstu
ferð umborð á Smyril
sum hjálparfólk. - Øll
hesi mongu ár havi eg
ongantíð følt, at vit hava
verið í nøkrum vanda.
Vit hava havt góð og
dugnalig fólk á brúnni og
um alt skipið. Øll árini
hevur hetta verið sum
ein stór familja, sigur
hon
Einaferð segði ein kona í Nólsoy,
sum er ættað úr Skúvoy, at hon
og maðurin Hildibjartur fingu sjey
gentur – og seks sjómenn! Tað,
sum hon sipaði til, var, at seks
av gentunum hjá teimum høvdu
verið á sjónum eins og mamman
sjálv.
Jóhanna byrjaði at sigla fyri
Strandfaraskip Landsins, tá ið hon
var vorðin rættiliga tilkomin. Árini
umborð á skipunum, sum sigldu
farleiðina um Suðuroyarfjørð
– og í uttanlandssigling millum
lond – gjørdust 17 í tali. Ongantíð
slapp hon av við sjóverkin, men
tað helt henni ikki aftur í at sigla.
Hon var eitt konubrot, sum vit
plaga at siga um slíkar kvinnur.
– Tað var mamma, sum ringdi
til mín og bað meg koma við.
Smyril skuldi uttanlands, nógvir
hondbóltsspælarar skuldu koma
higar til lands, og nógvar sengur
skuldu reiðast upp umborð.
Olga Thomsen, dóttir Jóhonnu
og Hildibjarta, var 24 ára gomul,
tá hon fyrstu ferð fór umborð
á Smyril at hjálpa til. Nú 28 ár
seinni siglir hon framvegis fyri
Strandfaraskip Landsins.
– Sum ung var eg bangin á
sjógv, og eg tordi illa at sigla
um Suðuroyarfjørð. Sjóverk havi
eg tó ongantíð havt. Men tá ið
eg kom umborð á Smyril sum
hjálparfólk og fekk okkurt at gera,
hugsaði eg ikki meira um vandar
á sjónum. Øll hesi mongu ár havi
eg ongantíð følt, at vit hava verið
í nøkrum vanda fyri at ganga
burtur. Vit hava havt góð og
dugnalig fólk á brúnni og um alt
skipið. Øll árini hevur hetta verið
sum ein stór familja.
Olga er fødd 27. mai í 1956
og er næstelst av sjey gentum.
Hin yngsta, sum eitur Ingrid, er
uppkallað eftir drotning Ingrid,
sum siður var tá í tíðini, um
genturnar gjørdust sjey í tali.
Allar systrarnar hjá Olgu uttan
hin elsta, sum er Vónbjørt, hava
siglt fyri Strandfaraskip Landsins,
summar hava tó bara siglt sum
avloysarar, tá ið tørvur hevur
verið á fólki.
Í dag eru tær tríggjar, sum sigla
við Smyrli, Olga, Hildigunn og
Randi, og tær hava allar fastan
kjans við skipinum.
- Eftir Skotlandstúrin fyri 28
árum síðan fekk eg ikki fastan
kjans beinanvegin. Tað gekk ein
tíð, og so fekk eg møguleikan
umborð á gomlu Dúgvu. Eg var
soleiðis við seinasta túrin av
Tvøroyri norður til Havnar við
Dúgvuni – sama dag, sum Teistin
fyrstu ferð kom á Havnina. Eg
fór beint av Dúgvuni og yvir á
Teistan, og skipið fór longu til
Suðuroyar sama dag.
Olga sigur seg minnast fyrstu
tíðina við Smyrli sum skipið, ið
rullaði ógvuliga illa.
– Í byrjanini vóru eingir
stabilisatorar, og tað var ein
ógvuliga stór broyting, tá ið hesi
komu. Skipið var snøgt sagt ikki
til at kenna aftur. Mær hevur
dámað hesi skipini ógvuliga væl,
bæði Smyril, gomlu Dúgvu og
Teistan. Hetta vóru góð skip, sum
royndust væl í sjónum. Hóast
nógvir buldrasligir túrar eru
gjørdir, bæði um Suðuroyarfjørð
og í uttanlandssigling millum
lond, kendi eg meg ongantíð
ótryggan umborð.
Í fleiri ár, meðan Strandfaraskip
Landsins hevði bæði Smyril og
Teistan, skiftist manningin at
verða við báðum skipunum í
nakrar dagar í senn.
Ígjøgnum hesi 28 árini, sum
Olga hevur siglt, hevur hon kortini
verið mest umborð á Smyrli. Í eini
tvey ár sigldi hon eisini millum
Skálafjørðin og Havnina við
Dúgvuni – og ein túr var hon við
Pride.
– Tað fall mær tungt, tá ið
Smyril skuldi úr sigling og skuldi
seljast. Eg táraði ikki, men tað
var kanska líka við, sigur hon
brosandi.
Hon heldur kortini, at tíðin
var komin til at skifta hesi
bæði skipini út, tí tey vóru ikki
tíðarhóskandi longur.
- Tað var nógv betri pláss til
ferðafólkini umborð á Teistanum
enn Smyrli. Teistin hevði uppi-
haldsrúm bæði har frammi og
har afturi, umframt rúmið uppi á.
Smyril hevði hinvegin kømur har
afturi og einki uppihaldsrúm, men
hevði uppihaldsrúmið har frammi
og uppi á. Í aðrar mátar vóru fleri
kømur umborð á Smyrli.
Olga fekk eisini høvi at fara
til Spaniu eftir nýggja Smyrli,
tá ið hesin varð liðugur á
skipasmiðjuni har. Nøkur av
teimum, sum skuldu manna
skipið, vóru longu í Spaniu, og
sjálv var hon saman við teimum
seinastu, sum fóru niður eftir
skipinum.
– Nýggi Smyril virkaði ógvuliga
stórur og flottur at síggja til, og
eg segði við kokkin, sum eg var
í fylgi við, at nú mátti hann ikki
rýma frá mær, tí so fann eg hann
ongantíð aftur.
Men skjótt “minkaði” nýggi
Smyril í eygunum á Olgu og øllum
hinum, sum mannaðu skipið.
– Skjótt helt eg slett ikki, at
Smyril var ov stórur. Fólk eru
ógvuliga glað fyri skipið, sum
hevur roynst sera væl og er eitt
gott sjóskip.
Manningin umborð á Smyrli
telir vanliga 22, men tá ið serlig
tiltøk eru, og nógv trýst er á, eru
hjálparfólk umborð aftrat, serliga
í kafeteria.
– Mín uppgáva er í fyrsta lagi
at smyrja breyð í kalda køkinum,
gera grønt klárt til burgarar og
annað, morgunmat og nátturða
til manningina og annars at taka
hond í, har tørvur er á. Viðhvørt
er okkurt serligt umborð, og tá
hjálpir man til við at rigga til kalt
borð.
Olga sigur, at henni hevur
dámað ógvuliga væl at siglt hjá
Strandfaraskipum Landsins.
– Eg arbeiði ¾ tíð sum merkir,
at eg eri eina viku umborð og
14 dagar í landi. Hetta passar
mær væl, og tú hevur hampiliga
góð frítíð. Siglir tú fulla tíð, ert
tú umborð og í landi aðru hvørja
viku. Um summarið, tá ið mest er
at gera, og brúk viðhvørt er fyri
avloysarum, eri eg vanliga meira
umborð enn annars. Okkurt skifti
hevur man eisini loyst av sum
kokkur.
Hon sigur, at við Smyrli er
hóvmeistari, tveir kokkar – ein
“heitur” og ein “kaldur” kokkur
og síðan eitt fólk, sum syrgir fyri
smyrjibreyði og øðrum.
– Eg havi soleiðis roynt meg
sum “kaldur” kokkur umborð á
Smyrli, sigur fryntliga kvinnan
aftur brosandi.
Allar tríggjar systrarnar, Olga,
Hildigunn og Randi, hava soleiðis
sítt dagliga starv umborð á Smyrli
í kalda køkinum.
– Vit eru ikki allar umborð í
senn. Tá ið eg fari í land, kemur
Randi umborð, og tá ið Randi fer
í land, kemur Hildigunn umborð,
sigur hon.
Meðan Olga fyrstu ferð fór
umborð á Smyril fyri 28 árum
síðan, hevur Hildigunn siglt í eini
23 ár og Randi uppaftur nøkur ár
færri.
Olga er gift Eyðfinni Thomsen,
og tey búgva úti í Nesi í Hvalba.
Tey eiga trý vaksin børn, ein
drong og tvær gentur.
– Maður mín, sum var sjómaður
øll síni bestu ár, kom til skaða
umborð á djúpvatnstrolaranum
Phoenix í 1997. Teir arbeiddu
umborð, meðan skipið lá við
bryggju á Tvøroyri. Eyðfinn hevði
havt børnini hjá okkum við sær
heim á skipið. Eg var júst komin
suður við Smyrli, og hann kom
yvir eftir mær. Síðan loystu teir
og løgdu seg út á fjørðin at
strekkja weir. Eg helt tað ikki vera
ráðiligt, at hann hevði børnini við.
So, vit fóru norður aftur til bygdar.
Olga sigur, at hon var ikki
meira enn komin til hús, tá ið
hon frætti, at vanlukka var hend
umborð á Phoenix.
– Helgi, ein íslendingur, sum
búði í Hvalba, var illa meiddur og
doyði stutt eftir, og weirurin hevði
eisini rakt mannin hjá mær, sum
eisini hevði fingið stóran skaða.
Hon sigur, at hetta var ein tung
tíð hjá teimum, og sum árini
gingu, vísti tað seg, at maðurin
gjørdist ikki arbeiðsførur aftur.
– Í dag hevur Eyðfinn tað
hampiliga gott. Hann og Helgi
vóru vinmenn og starvsfelagar.
Tað tók langa tíð at koma yvir
hvøkkin og vanlukkuna, sum rakt
hevði, og hendingin setti síni
spor, sigur Olga Thomsen.
Ongantíð bangin á sjónum
– Eg havi eisini roynt meg sum »kaldur« kokkur umborð á Smyrli, sigur fryntliga kvinnan brosandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo