fríggjadagur 7. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 7. mars 2008
17
Hin lítli munurin:
Klæði, leikutoy og
bøkur verða meira og
meira málrættað eftir
kyninum á barninum.
Kynsgranskari rópar
tað groteskt og eitt
afturstig, meðan
leikutoysgranskarar
halda tað vera
natúrligt
Heimasíðutíðindi
www.javnratt.fo
Dreingir skulu kynda bál
og fanga smákykt. Gentur
nar læra harafturímóti um
postalínsmáling og prin
sessukakur.
Dreingirnir
skulu lesa um Klodshans,
meðan Tornerósa er fyri
genturnar. Og matgerð, rein
gerð og vaskiklæði eru
sjálvandi gentumál – meðan
dreingirnir spæla teldu.
Undir jólatrænum í ár
fara at liggja fleiri bøkur,
sum málrættað venda sær
til ávikavist gentur og
dreingir. Gyldendal hevur
givið út tvær ævintýrbøkur
til ávikavist annað kynið og
hitt. Politikens Forlag er
aktuelt við eini dreingjabók
og einari gentubók við
íblástri til spøl, og sama for
lag hevur givið út hondbók
ina ”Frøken Flora” við góð
um ráðum um at lufta dýn
ur, at taka burtur blettir og
at gera reint.
–
Hetta
er
groteskt.
Gongdin, vit hava sæð við
barnaklæðum til gentur og
dreingir, ja sjálvt til pinku
børn, slær nú ígjøgnum í
bókmentunum, og tá bøkur
nar koma út í handlarnar og
á bókasøvnini, liggur eitt
slag av staðfesting av hes
um
kynsstereotypiunum,
sigur Karen Sjørup, lektari
á Roskilde Universitets
center.
Avmarkar
menningina
Sambært professara á Dan
marks Pædagogiske Uni
versitet, Dorte Marie Sønd
ergaard, hevur ein ógvuslig
bylgja verið í Danmark, har
dreingir skulu vera dreingir,
og gentur skulu vera gentur.
Hetta rák slær eisini ígjøg
num hjá teimum heilt smáu
børnunum, sum ganga í
barnagarði, har foreldur og
pedagogar bæði beinleiðis
og óbeinleiðis undirstrika
kynini á børnunum.
– Tað byrjar tíðliga, og
vandin er, at møguleikarnir
hjá børnunum at menna seg
verða avmarkaðir, serliga tá
mynstrið verður endurtikið
í øðrum sambondum gjøg
num alt lívið, sigur Dorte
Marie Søndergaard.
Finst ongin
rættur háttur
Hon og Karen Sjørup eru
samdar um, at forløg, leiku
toys og klædnaframleiðarar
endurspegla nøkur rák í
tíðini, men samstundis eru
hesir peningaligu áhuga
bólkar við til at fasthalda
og styrkja kynsmynstrini
við málrættaðu marknaðar
føringini.
– Kanska halda summi
foreldur, at kynið bleiv und
irkúgað, tá tey sjálvi vóru
børn, og tí halda tey tað
vera tekin um frílyndi at
liva kynið heilt út. Men
hetta er ein sera ivingarsom
tankagongd, tí hon leggur
upp til, at tað finst ein
grundleggjandi háttur at
verða maður uppá – men
ein slíkur finst jú ikki, sigur
Karen Sjørup, sum tó vísir
á, at talan fyrst og fremst er
um eina estetisering av
børnunum.
– Sjálvt gentur í blondu
skjúrti eru ofta í heitum
buksum innanfyri og kunnu
bæði klintra í trøum og sláa
nevan í borðið. So tað er
ikki sama kúganin í kjólu
num sum fyrr, sigur Karen
Sjørup.
Munurin er góður
Leikutoysgranskari
Jørn
Martin Steenhold váttar, at
leikutoy og bøkur í dag í
størri mun eru býtt eftir
kyni á børnunum – men tað
er bara positivt, heldur
hann.
– Tað er gott fyri børn, at
tey sleppa at liva kynið út
við bókmentum og leiku
toyi. Børnini granska jú eis
ini leikutoy hvør hjá øðrum
genturnar spæla við bilar
og dreingirnir við køkin.
Ovurstóra fokuseringin á
javnstøðu í 1970unum oyði
legði skapanargleðina og
gjørdi spælið einstáttað, sig
ur Jørn Martin Steenhold.
Um bókina, har børnini
saman við Frøken Flora
kunnu kanna, hvussu skjótt
tey kunnu skifta á songini,
og har dreingirnir verða
teknaðir sum nakrir, sum
liggja á gólvinum og spæla
teldu, sigur Jørn Martin
Steenhold
– Hetta er jú ikki veru
leiki, men ein uppfunnin
søga, sum kanska kann
skapa kjak millum foreldur
og børn um arbeiðsbýtið í
heiminum.
Kelda: Kristeligt Dagblad
Kynsrollurnar staðfestar
í leikunum
Sjálvt bøkur eru nú málrættaðar til, hvat kyn barnið er
tíðindi