Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 16 Í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Mánakvøldið byrjaði amerikanski parturin av innsavningini hjá World Food Programme. Ein av teimum, sum vildi verða við at skjóta innsavningina í gongd, var sjónleikarin Drew Barrymore. Hon var við í Oprah Winfrey Show og lat eina millión dollarar til innsavningina, sum ætlandi skal røkka 15 milliardir krónur. Hendan upphædd kann tryggja 59 milliónum brønum mat í eitt heilt ár. Ein nýggjur sangleikur um jødisku gentuna Onnu, sum krógvaði seg fyri nasistunum undir krígnum og skrivaði sína kendu dagbók, fær rættiliga misjøvn ummæli. Sangleikurin varð frumsýndur í Madrid um vikuskiftið, og meðan summi halda, at sangleikurn fer at gera lagnuna hjá Onnu Frank kendari og vísa á Holocaust-ræðuleikarnar, halda onnur, at sangleikurin er ein grov banalisering av einu tí myrkasta tíðarskeiðunum í søguni. Nýggi sangleikurin hevur heitið “Ein sangur til lívið”. Føroyska songkvinnan Lizzie liggur framvegis ovast á Tjeklistanum hjá DR. Hetta er ein hitlisti á útvarpssrøðini P3. Tað er sangurin Ramt I Natten, sum seinastu fimm vikurnar hevur ligið ovast á Tjelistanum. Sangurin hevur eisini ligið ovast á singlelistanum í Danmark, men hesa vikuna er sangurin nummar 2. Walisiska Duffy hevur sníkt seg fram um Lizzie á tí hitlistanum. Lizzie á toppinum Altjóða brúkarafelagið Consumers International ætlar sær í ár at leggja serligan dent á stríðið ímóti lýsingum, sum royna at lokka børn at eta ósunnan mat. - Alt ov nógvir matpakkar hjá børnum innihalda sjokulátu, grønar drykkir og feitar tvíflísir. Tað er ósunnur matur við alt ov nógvum sukri, salti og feitti, og hetta eru vørur, sum børn kenna frá sjónvarpslýsingum, sigur Consumers International í einum tíðindaskrivi. Tí skal brúkarafelagið í ár brúka serliga nógv orku til stríðið ímóti ósunnum Barrymore letur pengar til børn Stríð ímóti barnalýsingum Anna Frank sum sangleikur