fríggjadagur 7. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 48 - 7. mars 2008
Her er ein av myndunum
frá realskúlaframsýningini,
sum Jórunn Dánialsdóttir
skipaði fyri í Kommunu
skúlanum í Havn í 2007.
Myndin er av gentum í ein
um realskúlaflokki skúla
árið 195657. Tær eru í
bindiklubba
heima
hjá
Birgit Akraberg Hansen.
F.v.: Turid Olsen, Marjun
Olsen (Jørgensen), Lula
Djurhuus (Dahl), Ann Poul
sen (Zachariassen), Margit
Veye (Benzooijen) og Birgit
Akraberg Hansen (Ørvar
odd)
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi
vælkomin
at
venda sær til Jórunn Dáni
alsdóttir á telefon: 226024.
Myndaeigari: Ann Zachariassen
Realskúlagentur í bindiklubba
nøvn
Í sambandi við 60
ára føðingardagin
hjá Sámali Bláham
ar verður familju
stevna í Kelduni í
Skálabotni leygar
dagin 15. mars klokk
an 14
Veturin 2. september í
1742 fór hollendska skipið
Wetersbeek á land vestantil
á Suðuroynni. 90 mans
vóru við skipinum, 80
teirra komu frá vanlukkuni
við lívinum. Ein teirra,
Berint Scoute, fekk eftir
komarar í Føoyum. Sámal
Bláhamar, sum 16. mars í
ár fyllir 60 ár, er ein eftir
komari hjá Berint Scouten
í móðurætt.
Síðani
1994
hevur
arbeitt verið við at greina
ættarbondini, og nú er
komið so mikið áleiðis, at
bók verður givin út um
hetta seinni í ár. Rithøv
undur er Mathias Lassen.
Onnur, sum hava arbeitt
við at savna tilfar, tað er
millum
annað
gamalt
skjalatilfar, eru Hans Peter
sen í Vestmanna, hollend
ingurin Tjark Nieuweling,
sum býr í Noregi, og Frey
dis Poulsen í Klaksvík.
Í sambandi við føðingar
dagin hjá Sámal Bláhamar,
sum verður í Kelduni í
Skálabotni
leygardagin
hin 15. mars millum klokk
an 14.00 og 18.00, verða
ættarbondini
aftur
til
hendingina 2. september
1742 viðgjørd. Rithøv
undurin, Mathias Lassen
fer at greiða frá arbeiði
sínum,
og
trívur
í
Westerbeeksøguna.
Røturnar hjá Sámali Blá
hamar í faðirætt røkka aft
ur í Ølvustovu í Funningi.
Har varð Jóhannes Poulsen
(Jóhannes tann Vísi) borin
í heim hin 15. september í
1776. Freydis Poulsen fer
at greiða frá hesum partin
um av ættarsøguni.
Martin Joensen, bygdar
maður hjá Sámali Blá
hamar, fer at undirhalda
við sangi. Hávardur Jen
sen, úr Kvívík, fer at
syngja sálmar. Hans Pauli
Højgaard fer at framføra
tónleik.
Sámal Bláhamar hevur í
mong ár starvast í ferða
vinnuni, og hann fer at
siga frá og vísa myndir frá
ferðavinnutíðini.
Seinnu árini hevur Sám
al Bláhamar í frítíðini tik
ist við at granska í ætt
arbondum og hendingum,
sum hava við ættina at
gera. Hann var til dømis
við, tá Svf á sinni var á
slóðini hjá manningini á
Union Jack, sum týski kav
báturin U31 søkti undir
krígnum. Hann fer at vísa
brot úr sendingini.
Seinni var hann, saman
við Grækaris Djurhuus
Magnussen, í Týsklandi,
har hann hitti familjuna
hjá skiparanum á U31. Eft
ir hetta vóru Sámal Blá
hamar og konan, Tórharda
Bláhamar, í Týsklandi og
heilsaðu upp á fleiri av
manningini á U31.
Føðingardagsbarnið
vónar, at øll, sum kenna
seg hava ættarbond, annað
hvørt frá Berint Schoute
ella Jóhannesi Vísa, fara
at støkka inn á gólvið í
Kelduni. Somuleiðis vón
ar hann at vinir og kenn
ingar koma at heilsa
honum hendan dagin.
Og Sámal Bláhamar
hevur ikki tørv á blómum
og víni sum gávu. Blóm
unum er ikki pláss fyri, og
vín nýta tey ikki. Hinvegin
hevur hann ætlanir um at
fara til Hollands at leita
eftir familju. So, heldur
ein styrk til hetta, heldur
hann.
Stór familju
stevna í Kelduni
Grækarismessudag
12.
mars eru 10 ár liðin síðan
Tilhaldið í Tórsgøtu læt
upp.
Hetta verður hátíðarhildið
mikudagin við ymiskum
tiltøkum.
Opið hús verður frá kl.
1015 við kakao og bollum.
Klokkan 15 verður felags
sangur og eftir tað bjóðar
Jákup Lindenskov, nevndar
formaður í Tilhaldinum,
vælkomin.
Síðan halda Wanja Peter
sen, leiðari í Tilhaldinum,
og Heðin Mortensen, borg
arstjóri, røðu. Gestarøðari
verður Jógvan Fríðriksson,
biskupur. Eftir ein felags
sang verður drekka og
lagkøka í kjallaranum og á
1. hædd, meðan Árni Han
sen situr við flyglið.
Wanja Petersen sigur, at
Tilhaldið fekk beinanvegin
sera góða undirtøku. Í fjør
vóru 13.000 vitjandi, og í ár
hava longu 800 fleiri vitjað
enn í januar og februar í
fjør. Hetta kemur helst av,
at vit nú hava fleiri nýggj til
boð, sigur Wanja, sum bjóð
ar øllum at vera vælkomin í
førðingardag hjá Tilhald
inum mikudagin.
mg
Tilhaldið 10 ár
Wanja Petersen hevur verið leiðari í Tilhaldinum øll árini
Modell av skipi hjá hálendska
reiðarínum VOC frá 1742. Sama
reiðarí sum átti Wetersbeek