Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 15 15 Nr. 48 • 7. mars 2008 gott myndaland Tað kemur tó fyri, at tey nerta við evnið í skúlunum. Caroline hevur vikuskiftisarbeiði á einum lokalum vertshúsi, og har er hon einasta kvinnan á arbeiðsplássinum. - Eg fái góða viðferð av monnun- um, eg skemti saman við teimum, og kenni meg slettis ikki uttanfyri, hóast eg eri kvinna. Tað var fyrst í 1993, at kvinnur kundu fara í finska herin. Men er tað bara tvungin herskylda fyri menn í Finnlandi. Hjá kvinnunum er støðan tann, at tær gera av sjálvar, um tær melda seg í herin, og eru tær í herinum eitt væl styttri tíðarskeið, enn menninir, sum eru í minsta lagið 8 mánaðir í herinum. Hetta halda Marika og Caroline verða skeivt. Tær halda, at tað átti at verið soleiðis, at kvinnur og menn vóru innkallaði til finska herin á jøvnum føti. Tí javnstøða eigur at verða á øllum økjum. Hóast væl stendur til við kvinnuumboðan í landsins fremstu sessum, so hava tær ungu mammurnar tað torført í Finnlandi. - Eg veit um tríggjar gentur í okkara aldri, sum eiga børn, og hava tær tað ofta torført, og verða tær baktalaðar. Ofta fara tær úr skúlanum, og enda úti í arbeiðsloysi, ella eisini mugu tær átaka sær okkurt keðiligt kvøldarbeiði, sigur Caroline, sum er hørm um lagnuna hjá teimum ungu mammunum í Finnlandi. Tær vísa tó á, at hesar fáa góðar sosialar veitingar frá bæði stati og kommunum. Men, at tað er hart hjá hesum at gera seg lidnar við eina útbúgving. Vasa Yrkesinstetut Caroline og Marika ganga á Vasa Yrkesinstetut, sum bjóðar grundútbúgvingar innan ymisk øki fakøki, millum annað merkonom, teldu og heilsuatstøði. Caroline og Marika hava valt útbúgvingina “Medieasistent”. Talan er um eina 3 ára grundútbúgving við nógvari praktiskari undirvísing, og nógvum praktiskum royndum, har enska máliskan “Learning by doing” verður nógv nýtt. Tær hava 6 vikurs starvsvenjing í hvørjum lestrarári, og hesaferð valdu tær so at hava part av starvsvenjingini í Føroyum. Lesandi úr øðrum londum eru eisini á Vasa Yrkesinstetut, serliga úr Svøríki, tí her er talan um eitt øki í Finnlandi, har mong svenskttalandi búgva. Men har eru eisini lesandi úr triðja londum, og tí fer undirvísing eisini fram á enskum innan ávísar greinar á Vasa Yrkesinstetut. Finnland er fremst í PISA-kann- ingini, men Marika og Caroline hava ikki verið við til nakra PISA-roynd sjálvar. Eftir tí, sum eg kann fáa burturúr teimum, so fyllir PISA-kanningin ikki so nógv í Finnlandi, sum hon ger tað í Føroyum. Tá tær eru lidnar við sína grundútbúgving er ikki óhugsandi, at tær kanska leita sær longur út í heim at taka eina endaliga útbúgving. Marika ætlar at halda fast við myndaleistin, meðan Caroline hevur betri hug at royna seg innan loftmiðlarnar. Men fáa tær møguleikan verða tær aftur í Føroyum, antin við sjónvarpstóli, ella við myndatóli. Marika Hill og Caroline Erichson t.v. hava verið í Føroyum í tríggjar vikur. Tvær tær síðstu vikurnar hava tær verið í starvsvenjing á Sosialinum. Her hava tað avmyndað hvørja aðra.