Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 15 Ansvein Heinesen, Leirvík, andaðist í heiminum, 66 ára gamal. Dusina Kjærsgaard, vanliga nevnd Dus, fødd Mortensen á Geil á Argjum, andaðist mánadagin, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hvalsø kirkju fríggjadagin kl. 10.30. Andlát og jarðarferðir nøvn Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Ketty Marie Hamrá andaðist og varð jarðað. Tøkk til Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið, heimahjálparar, heimasjúkrasystrar og Mørkina fyri góða røkt ta seinastu tíðina. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Reyða Kross. Tøkk til Theodor E. D. Olsen fyri vøkur minningarorð. Tøkk til sangarar og til øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina, ervið og sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Magnus Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, abbi og langabbi okkara Øssur Hentze Tórshavn ættaður av Sandi andaðist og varð jarðaður. Takk til Heimarøktina. Takk fyri vitjanir og góða hjálp. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anna Leivur og Tórfinn v/fam. Dagurin 8. mars. Beata. Er ikki at finna í halgimannatali. Navnið merkir hin sæla ella hin eydnuríka. 9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í tí núverandi Turkalandi vildu ikki gera eftir boðunum og vórðu settir naknir út á ein ísflaka, men teir valdu allir, uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera teir komandi 40 dagarnar. Sverri kongur Sigurðsson doyði hendan dagin í 1202 í Bergen. 10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni, men sipað verður kanska til enska abbadissu Sanktu Etelredu, sum doyði 10. mars í 626. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum ið sýndi samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma og dóttir Fríðborg Tausen Hov andaðist og varð jarðað. Takk til øll tykkum, ið vitjaðu og høvdu umsorgan fyri henni,meðan hon var sjúk. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Eisini ein serlig tøkk til Jónsvein og Marjun Bech fyri troystar rík orð. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum, og til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Niels Arni, Elin, Martin og Judith Nú er tíð at skriva aftur, vit hildu vit vildu skriva tær eitt seinasta bræv. Vit hava fingið so nógv brøv frá tær ígjøgnum ár og dag, tí kennist tað eitt sindur tungt at hetta skal verða tað seinasta frá okkum. Upplagt at skriva til tín í dag, tad er 8.mars, kvinnu­ dagur og abba’sa føðingar­ dagur. Tú vart okkara sterka kvinna. Í bindiklubbanum her­ fyri prátaðu vit um hina­ ferð tú skipaði fyri bingo fyri børnunum í Hósvík. Tað var heilt ótrúliga stutt­ ligt, hvør annar uttan tú hevði tímað tað? Guð viti hvat abbi segði til tað, tað hava vit aldrin fingið at vita. Tú vart altíð so serlig, fólk siga at tú vart tann fyrsta kvinnan í Hósvík ið gekk í buksum...slóðbrót­ andi má sigast, nú ganga allar í buksum!! Tey hava sikkurt hildið teg verið eitt sindur stolta, kom direkta úr „Kongens København“. Men líkamikið, tú vart tú og tí vóru vit so góð við teg. Fyri at venda aftur til abba’sa føðingardag, so fert tú at mangla. Tú vart altíð tann fyrsta at savna familjuna. Hvussu ofta hava vit ikki verið til føð­ ingardagar, brúdleypsdag­ ar og nýggjársaftan hjá tykkum. Tað var altíð so festligt. Onkur av sviger­ ommubørnunum sigur, at hann aldrin fer at gloyma ein føðingardag hjá tær, haldi tú fylti 77 ella 78, í øllum førum var hann sera bilsin at fáa burgara og vodkasnaps!! hehe typiskt tú. Einki hóvasták, eingir formalitetir, einki tvætl. Og øll vóru altíð vælkom­ in. Tú helt altíð fast í tí danska alíkavæl, sild og ostaborð við „Gamle Ole“. Matur og tú hoyrir líka­ sum saman. „Amagermad“ við putursukri ella livra­ deiggji, pannukøkur (dagin eftir serveraðar kaldar vid smøri og sukri), „højt belagt“ smyrjibreyð var hvønndagskostur, rísklattar og deiliga tjúkka brúna sós. Ørminnist at hava etið onkran grísahala, tað setti eg ikki spurnartekin við, men nú eg hugsi aftur, er tað nokk ikki so vanligt í Føroyum. Heldur ikki gingu mang­ ir havnarmenn svangir, tá tú arbeiddi í Krásadeild­ ini!! Onkuntíð luktaði tú so gott av frikadellu tá tú komst heim:­) Ein av døgunum ætli eg mær upp á loft at vita um eg ikki finni mær einar hosur, har man vera eitt heilt lagur har uppi. Tú sat aldrin still, vit eiga øll ­ og hava altíð átt ­ nógvar skó­ leistar og hosur. Tá tú sat við beinunum uppi, so gingu hendurnar kykar. Um tú ikki bant, so vóru altíð nøkur krossorð at loysa ella ein góð krimi. Tað hava vit eisini „fingið“ frá tær. Minnist tá tú plagdi at fara í Bókabussin tann tíð tað var. Og tey seinastu árini vart tú fastur gestur á Býarbókasavninum. Eisini á Mallorca hevur tú slitið nakrar sandalir, lagt nógvar hundrað krónur og fingið manga rukkuna. Abbi tímdi ikki við, so fylgdist tú bara við vinkonunum og onkrum væluppdrignum ommu­ barni. Ja, tú dugdi væl at skilja okkara ymiska tørv. Minnist tú allar løturnar hjá mostur Olgu, í Tivoli og hina ferðina í Øster Hur­ up? Genialt at bjóða øllum í gullbrúdleyp í Danlandi í 14 dagar. Tað vísir aftur hvussu heilt ótrúliga deilig tú var. Nú vit tosa um brúd­ leypsdagar so heldur tað elsta langommubarnið at hann ongantíð hevur smakkað betri døgurða enn perluhønuna vit fingu á Hafnia á diamantbrúd­ leypsdegnum. Eg haldi sjálv, at brellbitin í Mickey Mouse eingangskoppinum setti prikkin yvir i’ið. Ein onnur festlig løta var á Hotel Eiði á 80 ára degn­ um. Alt steðgaði upp eina løtu tá vit komu inn í tínum gomlu kjólum og gingu mótasýning. Tú vart altíð so smart, so har var nógv at vísa fram. Annars so er hent eitt sindur síðan tú fór. Ib doyði í vikuni, hann man sikkurt verða har onkra­ staðni, tit plagdu at duga at hugna tykkum. Langommubarn nr. 14 sá dagsins ljós 19.februar og nr. 13 varð doypt í øll­ um góðum. Tá saknaðu vit teg eisini. Vit stákast til konfirma­ tión í løtuni, og tá fara vit aftur at hugsa at tú manglar. Tað noyðast vit at venja okkum við, men eingin segði at tað fór at verða lætt. Muss og klemm Mari og Judith Góða omma! Ketty M. Hamrá Lesið -so eru tit við!