fríggjadagur 7. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 7. mars 2008
Vikuskifti
14
Tað norðurlendska samstarvið
riggar eisini fyri tann norður
lendska ungdómin. Norðurlanda
ráðið setti í verk eina skipan
fyri nøkrum árum síðani. Henda
skipanin nevnist “NordPlus
Junior”, og ger hon tað møguligt
hjá norðurlendskum lesandi
ungdómum at fara til onnur
norðanlond í styttri tíðarskeið
í lestrar og útbúgvingarhøpi.
Studenta og HFskeiðið á Kambs
dali hevur gjørt sær dælt av
hesum. Tvær finskar gentur – ella
rættari sagt: finnlandssvenskar
gentur – tí tær hoyra til tey uml.
300.000 fólkini í Finnlandi, sum
hava finskt, sum sítt móðurmál,
hava tikið av møguleikanum,
sum NordPlus Junior gevur.
Marika Hill og Caroline Erichson
– Caroline er av álendskari ætt
– hava verið í Føroyum í tríggjar
vikur, tær fóru heim til Finnlands í
morgun. Tvær tær síðstu vikurnar
í Føroyum vóru tær í starvsvenjing
á Sosialinum.
Føroyingar eru við
uppá tað
Marika og Caroline meta Føroyar
verða eitt sera gott myndaland.
Jens Kristian Vang, myndamaður
á Sosialinum hevur verið runt og
víst teimum vakrastu støðini á
meginøkinum. Hæddarpunktið
– bæði so og so – var tá tær sóu
oyggjarnar klæddar í kavaskrúð
uppi á Sornfelli, nú týsdagin.
Marika, sum er tann meiri ídna,
tá tað kemur til myndatøkur, tók
114 myndir bara henda dagin.
Her er nógv góð motiv, bæði
í Tórshavn, og kring oyggjarnar.
Tað er stuttligt at taka mynd av
smádreingjum her. Í Finnlandi
flýggja teir yvir háls og herðar,
tá ein ætlar at taka mynd av
teimum. Her í Føroyum smírast
smádreingirnir um alt fimmoyra,
teir flenna og “posera” fyri
okkum, so vit kunnu fáa tær
bestu myndirnar av teimum, sigur
Marika hugtikin. Tær vilja gjarna
koma aftur til Føroya okkurt
summari, tá oyggjarnar eru uppá
tað besta og grønasta.
Føroyar eru eitt land, sum
ein eigur at vitja minst einaferð
í lívinum!, undirstrikar Caroline.
Tær vistu lítið um Føroyar, nóg
illa hvar tær lógu á kortinum, og
at lundi hevur heima í Føroyum.
Caroline “Googlaði” seg fram
til tað, sum hon kundi finna um
Føroyar, meðan Marika valdi at
koma til Føroyar ófyrireikað. Tær
hava gjørt myndareportasjur
um millum annað skúlamatin á
Handilsskúlanum í Marknagili, og
hava verið úti við blaðfólkunum,
og vilja viðmæla øðrum at gera
eina líknandi ferð, sum tær júst
hava gjørt. Tað hevur stórt sæð
gingið væl at samskifta, og dáma
teimum væl, at føroyingar práta
“gøtudanskt”, sum er væl lættari
hjá teimum at skilja, enn vanligt
danskt við danskari úttalu.
Javnstøðan hevur
tað gott í Finnlandi
Finnland hevur kvinnuligan
forseta – Tarja Hallonen – og
stórur partur av teimum, sum
sita í stjórnini og ríkisdegnum
eru eisini kvinnur. Marika og
Caroline siga, at nú á døgum
verður ikki nortið so ræðuliga
nógv við javnstøðu í Finnlandi,
javnstøðan er ein natúrligur
partur av gerandisdegnum.
Føroyar eru eitt
Samrøða
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tvær ungar finnlandssvenskar gentur
hava verið í starvsvenjing á Sosialin
um í tvær vikur. Vit hava práta við tær
um Føroyar, Finnland og javnstøðu