týsdagur 19. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 114 - 19. juni 2001
Nr. 114 - 19. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Seks tær størstu
kommunurnar í land-
inum fara nú at hava
fund við Landsstýrið,
har tær fara at royna
at rúmari ræsur at
byggja út. Hámarkið,
sum landsstýrið
hevur sett, er ov lágt,
halda tær
KOMMUNAL
BYGGING
Áki Bertholdsen
Tað er stórur áhugi hjá før-
oyskum kommunum at
byggja út. Men sum er,
sleppa tær ikki at byggja út
sum tær vilja, tí landsstýrið
hevur sett hámark fyri,
hvussu
stórar
tær
kommunalu útbyggingar-
nar kunnu vera.
Hetta vilja kommunurnar
nú hava broytt.
Í Sosialinum fríggjadagin
vitstu vit at siga, at Føroya
Kommunufelag
arbeiddi
fyri at fáa hámarkið fyri
kommunalum útbygging-
um tikið av og at fundur
skuldi vera við Landsstýrið
um hetta í næstum.
Í Kommunufelagnum eru
40 av teimum lítlu og
miðalstóru kommununum
limir.
Hinvegin eru seks tær
størstu
kommunurnar,
Tórshavnar-
Klasvíkar-,
Runavíkar-, Fuglafjarðar-,
Tvøroyrar- og Vágs Komm-
una, limir í Býarsamskipan
Føroya, ella Býarfelagnum,
sum tað eisini verður nevnt.
Og tær hav eisini gjørt
vart við hjá Landsstýrinum
og vilja hava rúmari ræsur
at byggja út.
– Vit hava vent okkum til
Landsstýrið og skulu hava
vdund við tað um spurning-
in í næstum, sigur Jógvan
Krosslá, borgarstjóri í Vági,
sum er formaður í Býar-
felagnum.
Ov trongt
Fyri at hava tamarhald á
búskapinum, hevur Lands-
stýrið ásett, at kommunur-
nar í Føroyum sleppa ikki
at byggja út fyri meiri enn.
Ú t by g g i n ga r k vo t a n
verður síðani býtt sundur í-
millum kommunurnar eftir
fólkatalinum.
Jógvan Krosslá sigur, at
áhugin hjá kommununum
at byggja út er nógv størri
enn tann útbyggingarkvot-
an, sum landsstýrið hevur
tillutað teimum.
Hann ásannar, at summar
av kommununum eru so
mikið illa fyri, at hjá teim-
um er útbyggingarkvotan
ongin trupulleiki.
Hann vísir t.d. á, at
tilsamans kunnu kommun-
urnar í Suðuroynni byggja
út fyri 19 milliónir um ári
og tað heldur hann, at
oyggin átti at klára seg fyri,
um tær kundu samstarva
um útbyggingarnar, so at
ikki allar fara undir stórar
útbyggingar ísenn.
Hann hevur sum so
heldur
onki
ímóti,
at
Landssstýrið roynir at hava
tamarhald á, hvussu nógv
verður brúkt til verkløg av
ymsum slagi, fyri at stýra
búskapinum.
– Men hjá nógvum
kommununum er útbygg-
ingarkvotan , sum hon nú
er, ein álvarsligur trupul-
leiki og tí vilja vit hava
framferðina broytta, sigur
Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at tað er ikki
væntandi, at Landsstýrið er
sinnað at taka hámarkið av.
– Men hevðiu tað borið
til at fingið skipanina
broytta, kundi nógv verið
vunnið, heldur hann.
Hann sigur, at Býarfelag-
ið hevur ymisk uppskot at
leggja fyri landsstýrið, men
endamálið er at fáa kvotuna
hækkaða.
Eitt uppskot er at taka
havnabygging burturúr ú-
tbyggingarkvotuni.
– Tað er dýrt at byggja
havnir og hevði tað borið til
at fingið tær burturúr skip-
anini, so at tær ikki blivu
roknaðar upp í kvotuna,
hevði tað bøtt munandi um
støðuna, heldur hann. Út-
byggingarkvotan,
sum
kommunurnar so hava,
kunnu sostatt verða brúktar
til aðrar útbyggingar, eitt
nú á mentanarliga og sosi-
ala økinum.
Hann heldur eisini, at tað
er skeivt at avmarka møgu-
leikarnar hjá summum
kommunum at byggja út,
samstundis
sum
aðrar
kommunur ikki brúka sína
kvotu.
– Sosialurin hevur
skuldsett meg fyri at
lúgva og tað skal
hann sleppa at
prógva, sigur Karsten
Hansen, landsstýris-
maður í fíggjar-
málum
ÆRUMEIðING
Áki Bertholdsen
–Sosialurin hevur skuldsett
meg fyri at lúgva og tað
finni eg meg slett ikki í.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, hevur tikið sær grein-
ina í Sosialinum leygardag-
in rættiliga nær.
So nær, at hann nú hevur
biðið sakførara koma upp í
málið.
Leygardagin skrivaði So-
sialurin
um
fíggjarligu
trupulleikarnar á Lærara-
skúlanum. Í tí sambandi
hevði sosialurin fingið inn-
lit í skjøl, sum vístu, at
longu í februar í ár varð
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum kunnaður um
trupulleikarnar hjá Lærara-
skúlanum.
Hetta hendi ,tá ið lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um mælti Karsten Hansen
til at søkja Løgtingið um
eina hálva millión á eyka-
játtanarlógini, sum skuldi
leggjast fyri tingið tá.
Men tað vildi Karsten
Hansen ikki og tí var Lær-
araskúlin ikki við, tá ið um-
sókn um eykajáttan til
ymisk endamál varð løgd
fyri tingið.
Hetta gjørdi at Sosialurin
kom til ta niðurstøðu, at
Karsten Hansen hevði sagt
ósatt, tá ið hann fyri stutt-
um segði alment, at trupul-
leikin á Læraraskúlanum
var nýggjur fyri honum.
Skal prógvast
Karsten Hansen følir seg so
ærumeiddan av greinini í
Sosialinum, at hann hevur
biðið sakførara koma upp í
málið.
Tá ið vit tosaðu við hann
í gjáramorgunin, bíðaði
hann eftir eini frágreiðing
frá sakføraranum.
– Sosialurin hevur lagt
meg undir at lúgva og tað
finni eg meg ikki í. Hetta er
ein skuldseting, sum Sosi-
alurin skal sleppa at prógv-
a, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen sigur, at
tað er ikki nýtt fyri sær, at
Læraraskúlin hevur trot á
peningi.
– Orsøkin til, at um-
sóknin frá februar um at
seta Læraraskúlan á eyka-
játtanarlógina, var, at tá var
ikki talan ikki at finna pen-
ingin á onkrari aðrari játtan
hjá mentamálastýrinum. Tá
var hinvegin talan um at
játta mentamálastýrinum
meiri pening til at lata Lær-
araskúlanum.
Annars hevur Karsten
Hansen als ongar viðmerk-
ingar til Sosialin um málið.
– Hetta fer at verða loyst
upp á ein heilt annan máta,
sigur Karsten Hansen.
Pláss verður fyri 14-
18 næmingum í
nýggja næminga-
bústaðinum á
Tvøroyri. Ætlanin er
at byggja næsta ár
NÆMINGABÚSTAðIR
Áki Bertholdsen
Tvøroyrar Býráð hevur ikki
ligið á latu síðini, síðani tað
varð gjørt av at leggja
nýggja almanna- og heilsu-
skúlan á Tvøroyri.
Fyrst legði býráðið eitt stórt
arbeiði í at útvega skúlan-
um høli at vera í.
Og nú, skúlin er byrjaður,
er eisini ætlanin at gera um-
støðurnar hjá næmingunum
betri.
Ætlanin er nevniliga at
nú fara undir at byggja eitt
hús til næmingarnar at
búgva í, ímeðan teir eru í
skúla í Suðurooy.
– Nú vit hava fingið skúl-
an, má næsta stigið natúr-
liga vera at útvega næming-
unum hóskandi bústaðar-
møguleikar og tí ætla vit
okkum undir at byggja eitt
hús við næmingaíbúðum,
sigur Finnleif Guttesen,
borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann sigur, at ætlanin er
ikki komin so langt enn.
Men kortini er tað komið
so frægt í eygað, at ætlanin
er at brúka árið í ár til at
leggja byggingina til rættis
í og so at brúka næsta ár til
at byggja í.
14-18 næmingar
Finnleif Guttesen sigur, at
enn er ikki endaliga gjørt
av, hvar næmingahúsið skal
vera.
Men fyrsta metingin hjá
honum sigur, at tað verður
inni á økinum, har ítróttar-
høllin, skúlin og barnagarð-
urin í Trongisvági, eru.
Tað eru góðir tveir kilo-
metrar frá skúlanum, men
tað heldur hann ikki vera ov
avsíðis.
–Tvøroyri er ikki nakar
stórbýur og tað er væl
longri nógva staðni á
Havnarleiðini,
niðan
í
Studentaskúlan, sigur hann.
Hann sigur, at tað, sum
hann higartil hevur fingið
at vita, er, at verða pláss
fyri einum 14-18 næming-
um í einum slíkum húsi,
skuldi tað nøkta tørvin.
– Á skúlanum eru 20
næmingar og onkrir næm-
ingar eru úr Suðuroy, so
verður pláss fyri einum 16
næmingum á einum slíkum
næmingaheimi, skuldi tað
nøkta tørvin, heldur hann.
Hann veit ikki enn, hvat
eitt slíkt heim kostar.
Men hann sigur, at ætl-
anin er at tað skal vera ein
sjálvsognarstovnur,
sum
skal byggja húsið. Parturin
hjá kommununi verður so-
statt at útvega 10% av
byggikostnaðinum. Restin
verður fíggja við láni og
stuðulsláni og øðrum, sum
verður brúkt at fíggja slíka
bygging við.
Ætlanin er at fyrireika
sjálvsognarstovnin í ár, so
at hann kann fara undir at
fyrireika byggingina og at
byggja komandi ár.
Nú kommunan vísir, at
hon tekur tað í álvara, at
Almanna- og heilsuskúlin
er komin á Tvøroyri, vónar
hann, at Mentamálastýrið
tekur málið í líka stórum
álvara og setir pening av á
næstu fíggjarlóg, so at
farast kann undir at byggja
ein nýggjan skúla, tí tað
hevur ongantíð verið talan
um annað, enn, at hølini,
sum skúlin nú er í, eru ein
fyribilsloysn, sigur Finnleif
Guttesen.
Karsten Hansen:
Sosialurin skal prógva at eg havi logið
Vilja sleppa at byggja meiri út
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, følir seg so
ærumeiddan av eini grein í
Sosialinum leygardagin, at
hann nú hevur biðið
sakførara koma upp í málið
–Av tí at landsstýrið hevur sett hámark fyri, hvussu stórar
útbyggingar kommunurnar kunnu gera, er tað blivið eitt
rættiliga stórt haft um beinið á summum kommununum,
sigur Jógvan Krosslá, formaður í Býarsamskipan Føreoya, har
seks tær størstu kommunurnar eru limir
Fara at byggja hús á
Tvøroyri til næmingar
C
M
Y
K
3
2