týsdagur 19. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 114 - 19. juni 2001
Nr. 114 - 19. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Sunnudagin var
fernisering í
Riberhúsi í
Fuglafirði, har
kendur danskur
listamaður hevur
framsýning komandi
vikurnar
LIST
Eyðun Klakstein
Fuglafjørður: Sunnudagin
lat Gallarí Riberhús upp í
Fuglafirði. Talan er um nýtt
tiltak, sum listafólk í
Fuglafirði hava tikið stig
til.
Ætlanin er at hava fram-
sýningar av ymsum slagi í
Riberhúsi, og fyrsta fram-
sýningin er við kenda
danska
listarmanninum,
Palle Kjarulff Schmidt.
Hendan framsýningin lat
upp sunnudagin og verður
at síggja komandi vikurnar.
Gjørdu nógv burturúr
Tað var hátíðardámur í
Riberhúsi, tá nýggja galla-
ríið lat upp sunnudagin.
Petur Martin Petersen hug-
leiddi um Riberhús, for-
maðurin í mentanarnevnd-
ini hjá Fuglafjarða komm-
unu, John Heri Joensen,
helt røðu, og klarinet-
ttónleikur var á skránni.
Yrkjarin,
Alexander
Kristiansen, læs yrkingar
upp, sum hann hevði týtt úr
japanskum til høvi. Teamið
í fyrstu framsýningin er úr
Japan.
Højgaards Handilsvirki
eigur Riberhús, og tað er
við vælvild frá fyritøkuni,
at gallaríið hevur fingið
innivist har.
Riberhús varð bygt í
1910 og varð brúkt sum
goymsluhús. Navnið fekk
húsið av einum hjóldamp-
skipi, sum sigldi vøru av
ymsum slagi til Fuglafjarð-
ar.
Danska tónlist-
arkvinnan Lotte
Rømer vitjar í Før-
oyum. Hon fer at
halda tríggjar
fyrilestrar og eina
konsert
HOYRIBREK
Turið Kjølbro
Kenda danska tónlistar-
kvinnan Lotte Rømer vitjar
í vikuni Felagið fyri Hoyri-
brekað í Føroyum. Á vit-
janini eru umframt tríggir
fyrilestar eisini konsert á
skránni. Lotte Rømer er
fyrst og fremst kend sum
sangari,
tónleikari
og
tónaskald, men við árunum
er hon vorðin framúrskar-
andi undirhaldari. Hon
dugir at undirhalda øllum
aldursbólkum. Einsamøll
frammanfyri flyglið gleðir
hon áhoyrararnar við egn-
um sangum og sangum hjá
øðrum. Alt knýtt saman við
skemti, hita og innliving.
Samstundis sum hon hev-
ur havt framgongd á tón-
listaliga økinum, hevur hon
fingið vaksandi trupulleik-
ar við hoyrnini, tí eitt við-
føtt
arvaligt
hoyribrek
hevur verið við til at broyta
gerandisdag hennara. Tað
hevur givið henni nýggj
sjónarhorn í lívinum. Í
1997 hav hon út bókina
”Sølvfuglens vinger“, sum
eru
endurminningar
úr
danska rockheiminum. Síð-
ani hevur hon skrivað
“Hva?” sum sítt egna hoyri-
brek og umstøðurnar hjá
hoyribrekaðuim sum heild.
Hetta hevur gjørt hana til
ein
nógv
eftirspurdan
fyrilestrarhaldara og gav á-
hoyrarunum møguleika fyri
at uppliva Lotte Rømer frá
eini heilt nýggjari síðu.
Hon fortelur bart út og
undirhaldandi sum sítt egna
brek og um at hava trubul-
leikar við hoyrnini. Hon er
von við at standa á palli og
hevur stóran samfelagslig-
an áhuga, og tí er hon liv-
andi prógv um, at ein hoyri-
brekaður kann broyta nógv
við at vera opin um brekið
og sjálvur gera vart við tað.
Fyrilestrarnir á Føroya-
vitjanini hjá Lotte Rømer
vera hóskvøldið 21. juni kl.
19.30 í MBF-Húsinum á Ís-
landsvegi 10C. Ókeypis at-
gongd. Leygardagin 23.
juni kl. 16.00 í Runavíkar
skúla, og sunnudagin 24.
juni kl. 17.00 í Býráðshús-
inum í Klaksvík. Í Runavík
og í Klaksvík fer Lotte
Rømer at spæla nakrar
sangir undir fyrilestrinum.
Øll eru vælkomin. Kostn-
aður er 20 krónur. Fríggja-
kvøldið 22. juni hevur
Lotte Rømer konsert í
Listaskálanum í Havn, sum
hon kallar One Woman and
a Grand Piano.
Hoyribrek er ein vaks-
andi trupulleiki, 15 prosent
av øllum teimum tilkomnu
í øllum ídnaðarlondunum
hava
niðursetta
hoyrn
og/ella tinnitus. Kortini eru
trupulleikar við hoyrnini
nakað, ein ikki tosar um.
Tað er ringt at viðganga, at
ein hoyrir illa og ofta hevur
tað sera stórar sosialar og
menniskjansligar avleið-
ingar. At hava trupulleikar
við hoyrnini er eitt dult
brek, sum onnur seta í sam-
band við tað at vera gamal,
tornæmur ella eitt sindur
látúrligur. Men vánalig
hoyrn kann raka fólk í
øllum aldri. Í Føroyum eru í
løtuni umleið 3000 hoyri-
tólsbrúkarar.
Úr øllum heraðs-
hornum stevna før-
oyingar og íslend-
ingar til føroysku
dagarnar, sum verða í
Ólafsvík í Íslandi í
døgunum 29. juni til
1. juli
HÁTÍÐ
Turið Kjølbro
Aftur í ár verða føroyskir
dagar í Ólafsvík í Íslandi í
døgunum 29. juni til 1. juli.
Tað er Føroyingafelagið í
Ólafsvík, sum skipar fyri.
Á skránni verður mangt
og hvat. Marknaður við lut-
tøku av 25 fyritøkum,
undirhald fyri børn við eitt
nú hoppiborg og tivoli,
sangkapping fyri børn,
bryggjuball,
har
Hans
Jakob og vinfólk úr Vági
spæla til dans, motor-
crosskapping, fiskikapp-
ing, golf-kapping, og sýn-
ing av føroyskum lutum.
Úr Vestmanna koma 70
kórsangarar, íroknað eitt
barnakór. Millum hesi eru
eisini tvey handbóltslið, 12
og 16 ára gomul børn, sum
fara at spæla ímóti liðum úr
Kópavági. Úr Hvalba koma
10-12 ára gomul børn, sum
fara at spæla fótbólt ímóti
Ólafsvík.
Á
middegi
leygardagin verður borð-
reitt við røstum kjøti.
Leygarkvøldið
heldur
Hjalmar Árnason, ting-
maður, røðu um Føroyar.
Føroyski
dansibólkurin
Twilight spælir til dans
leygarkvøldið til tíðliga
sunnumorgunin.
Sunnu-
dagin hevur Inga Poulsen
Dam gudstænastu.
Øll tiltøkini uttan dans-
urin leygarkvøldið eru ó-
keypis.
Føroysku
dagarnir
í
Ólafsvík eru ógvuliga væl
vitjaðir. Fyrsta árið vóru
2000 fólk við í tiltakinum,
árið eftir 3000 og í fjør
4000 fólk. Undirtøkan í ár
verður ikki minni, rokna
tey við í Íslandi.
- Íslendingar taka ógvu-
liga væl undir við tiltakin-
um og eru líka spentir sum
vit føroyingar. Úr øllum
heraðshornum í Íslandi
stevna føroyingar og ís-
lendingar til føroysku dag-
arnar. Tað er sum á ólav-
søku. Eisini, ið vantar, er
kappróðurin, sigur vágb-
ingurin Finnur Gærdbo,
sum saman við Torgrími
Ólavson, eisini ættaður úr
Vági, hevur tikið stig til til-
takið.
Í Ólafsvík, sum liggur á
Vesturlandinum,
búgva
bert tríggir føroyingar nú. Í
1958 vóru ikki færri enn
120. Tá búðu í alt 800 fólk
í Ólafsvík.
Lotte Rømer tosar um hoyribrek
Felagið fyri Hoyribrekað í
Føroyum fær vitjan av
donsku sangarinnuni, tón-
leikaranum og fyrilestrar-
haldaranum Lotte Rømer
Føroyskir
dagar í Ólafsvík
Lótu gallarí upp í Fuglafirði
Danski listamaðurin, Petur
Kjarulff Schmidt, hevur fyrstu
framsýningina í Gallarí
Riberhús í Fuglafirði
Alexander Kristiansen læs
yrkingar, sum hann hevði týtt
úr japanskum til serliga høvið
C
M
Y
K
5
4