týsdagur 19. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 114 - 19. juni 2001
Nr. 114 - 19. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Leygardagin fór
Atlantsflog fyrsta
rututúrin til London.
Í fyrstu altløgu er
talan um ein følara
fyri summarið. Men
stjóri felagsins væntar
at kunna byggja
London-rutuna upp
til eina fasta rutu
tríggjar ferðir um
vikuna longu næsta
summar
FLOGSAMBAND
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
London
Føroyingar hava á fyrsta
sinni fingið flogsamband
við bretska høvuðsstaðin,
metropolin fyri sunnan,
London.
Hetta hendi, tá Atlants-
flog leygardagin fleyg sín
fyrsta rututúr úr Vágum til
Stansted flogvøllin beint
uttan fyri London.
»Arm the slides, please!«
Flogfarið koyrir spakuliga
eftir breytini og skjótt
hoyra vit eykendu heilsan-
ina frá flogternuni í hátalar-
anum. Tó nakað nýtt at
hoyra. Hon nevnir London
fyri fyrstu ferð í søgu fel-
agsins. Tí er heilsanin hesa-
ferð søgulig, hóast hon
ljóðar sum tær vanligu:
»Vælkomin umborð á
Atlantsflog á veg til Lon-
don – Stansted. Flogferðin
er á leið tveir tímar. Alt
handviðføri má verða lagt
undir stólin framman fyri
tygum ella í skápið uppi
yvir tygum. Fartelefonir og
allir ellutir við radiosendara
mugu vera sløkt undir allari
ferðini. Onnur elútgerð má
ikki verða brúkt við fráferð
og lending. Vit skulu gera
vart við, at royking ikki er
loyvd á túrinum, og bæði
vesini eru úgjørd við eini
roykávaringarskipan.«
Flogternan er ikki liðug
enn. Nú skulu vit kunnast
um trygdina – bæði á
føroyskum og enskum...
Men eftir øll vanligu ritual-
ini eru vit umsíðir á veg úr
Føroym til metropolin,
London, í beinleiðis rutu
borin á føroyskum veingj-
um.
Signaðu leiðina
Áðrenn vit fóru umborð á
flogfarið varð leiðin signað
eftir góðum gomlum før-
oyskum siði. Hetta varð
gjørt við, at Cantabile kórið
sang gamla sálmin »Eg vil
mínum Harra prísa« eftir
boðum frá stjóranum fyri
Atlantsflog, Magna Arge.
– Tað var gamalt, tá menn
fóru til útróðarar – og hetta
er eitt slag av útróðri fyri
Atlantsflog – at teir prísaðu
Harranum, áðrenn teir fóru.
Vit hava Cantabile kórið
her at syngja fyri okkum,
»Eg vil mínum Harra
prísa«, segði Magni Arge.
Cantabile kórið var boðið
við á ferðini fyri at geva eitt
sindur
av
føroyskum
íblástri til móttøkuna, sum
skuldi vera á Stansted flog-
vøllinum. Og hetta var eitt
gott val, tí starvsfólkini og
tey innbodnu á bretska
flogvøllinum vóru ógvuliga
hugtikin av kórsanginum
frá ungfólkunum í vøkrum
føroyskum búnum.
Tríggjar ferðir næsta
ár
Føroyska flogfarið hevur
valt bert at flúgva einaferð
um vikuna millum Vágar
og Bretska høvuðsstaðin í
summar. Hetta merkir, at tú
ert noyddur at vera eina
heila viku í London, um tú
ætlar tær at flúgva bein-
leiðis aftur til Føroya. Or-
søkin til hetta er, at felagið
fyrst vil royna rutuna við
hesum
»følara«,
sum
Magni Arge kallar tað,
áðrenn lagt verður til brots
við fleiri fráferðum.
Men longu næsta ár
kunnu vit vænta okkum
størri týttleika á hesi rutu.
Atlantsflog miðar nevniliga
ímóti at byggja ferðasam-
bandið við London upp so
mikið skjótt, at felagið
longu næsta summar flýgur
tríggjar
ferðir
millum
Vágar, Stansted og Vágar.
Og verður rutan væl mót-
tikin, væntar Atlantsflog at
kunna veita fast ferðasam-
band við London alt árið.
Kent Christensen, mark-
naðarleiðari hjá Atlants-
flog, ásannar, at tað kann
vera ein vansi serliga fyri
fólk, ið ferðast í arbeiðs-
ørindum, at felagið bert
flýgur hesa rutuna einaferð
um vikuna. Men samstund-
is vísir hann á, at hetta er
ein fínur møguleiki fyri tey,
ið hava hug at ferðast í eina
viku í bretska høvuðsstaðn-
um.
Eisini vísir marknaðar-
leiðarin á, at um tað er av-
gerandi neyðugt at sleppa
heim til Føroya innan eina
viku, ber til at koma heim
umvegis Skotland ella Dan-
mark.
Men marknaðarleiðarin
er samdur í pástandinum
um, at leiðin fer at vera
betri umtókt, tá títtleikin á
fráferðum millum londini
verður størri.
Skjótari enn Danmark
Flogferðin úr Vágum til
Stansted tók tveir tímar og
fýra minuttir við mótvindi
meira enn heilmingin av
ferðini og toruskýggjum
oman fyri Stansted-flog-
vøllin. Ferðin til London er
tí umleið hálvan tíma
styttri, enn ein vanlig flog-
ferð til Danmarkar.
Tískil er tað skjótari at
koma úr Føroyum til lívliga
bretska høvuðsstaðin, ið er
meira at meta sum ein heil
tjóð, heldur enn ein býur,
Atlantsflog spreiðir veingirnar
Cantabile kórið signaði
London-rutuna hjá
Atlantsflog áðrenn farið varð
í Føroyum. Kórið hugtók
eisini bretsku áhoyrararnar á
Stansted-flogvøllinum í
London
Magni Arge, stóri hjá Atlantsflog, og Christian Andreasen, nýggjur nevndarformaður, ynskja
hvørjum øðrum tillukku við slóbrótandi rutuni
Bretar skipaðu fyri eini megnar móttøku fyri føroyska ferðalagnum við serstakliga góðum mati og
góðum víni
enn tað er at koma til Keyp-
mannahavnar við sínum
tveimum milliónum íbúgv-
um.
Tó skal sigast, at tað tek-
ur umleið trý korter at
koma frá flogvøllinum til
Liverpool Street, har tú síð-
ani kann taka undirgrund-
artok til Kensington økið,
har hotellini liggja.
Bæði frá Stansted og frá
hinum flogvallunum í Lon-
don, ber til at flúgva víðari
úr í heim fyri bíligan penga.
Tí er hugsandi, at London-
leiðin hjá Atlantsflog fer at
menna seg til eina næsta
líka regluliga farleið, sum
leiðin til Keypmannahavn-
ar.
Sosialurin er umboðaður
í London hesa vikuna, og
fara vit í komandi bløðum
at lýsa hendan stórbýð, ið
nú liggur er komin so tætt
at Føroyingum.
Varaleiðarin fyri Stansted flogvøllin fekk tvær dukkur í før-
oyskum klæðum frá Magna Arge
Frá Stransted og frá hinum flogvallunum í London ber til at ferðast víðari til allan heimin
Sunnudagin verður
stór konsert við
Gjógv við klassiskum
tónleiki í heimsflokki.
Hetta er byrjanin
uppá tiltakið Summ-
artónar, sum nú verð-
ur hildið fyri tíggj-
undu ferð
SUMMARTÓNAR
Stefan í Skorini
Summartónarnir í ár byrja
við einum spennandi til-
taki, sum verður við Gjógv.
Hetta merkir, at fólk skulu
leita sær út á bygd fyri at
njóta góðan klassiskan tón-
leik.
Fyrireikararnir av tiltak-
inum hava fingið ein
heimskendan tónleikabólk
úr Slovakia at spæla. Talan
er um Moyzes kvartettina,
sum skal spæla við Gjógv.
Bólkurin fer at spæla
eina strúkikvartett eftir
Kristian Blak og eina eftir
Leif Hansen úr Nólsoy.
Hesar strúkikvartettirnar
hava ikki verið framførdar
fyrr, og tí er hetta frum-
framførsla.
Tiltakið er býtt í tveir
partar. Klokkan 16 seinna-
partin spælir Moyzes kvart-
ettin í Gjáar kirkju, men um
kvøldið er aftur konsert í
bygdarhúsinum. Tá verða
verk eftir m.a. Atla Petersen
og
Sunleif
Rasmussen
spæld.
Ikki er neyðugt at ganga
svangur henda dagin, hóast
tiltakið tekur meginpartin
av
degnum.
Møguleiki
verður at fáa nakað til
matna, tí Birgir Enni er bið-
in at gera mat til gestirnar.
Hetta tiltakið verður end-
urtikið 22. juli við Gjógv,
men tá sleppa aðrir tónleik-
arar framat.
Frá 28. juni til 1. juli
verður ein sokallað stevna
við Summartónum kring alt
landið. Tá verða fleiri kon-
sertir sama dag í ymsum
støðum.
Byrjað verður hósdagin
28. juni, tá konsertir eru í
Norðurlandahúsinum,
Listaskálanum, Gøtu kirkju
og í skúlanum í Trongis-
vági.
Fríggjadagin 29. juni
verður konsert í Norður-
landahúsinum, Kirkjubøar
kirkju og í Losjuni í Gøtu.
Leygardagin 30. juni er
konsert í Havnar kirkju,
Norðurlandahúsinum, Kví-
víkar kirkju og í Fornminn-
issavninum í Klaksvík.
Sunnudagin 1. juli verður
konsert í Norðurlandahús-
inum, Mykinesar kirkju og
eftir ætlan í Fuglafjarðar
kirkju.
Helliskonsertir
Í nøkur ár hevur verið skip-
að fyri konsertum í hellum
í Hesti og í Nólsoy. Hesar
hava verið væl umtóktar og
eru tí aftur á skránni í ár.
Tær fyrstu hava longu ver-
ið, men tær eru hvørja viku
alt summarið. Nú eru tær
hvønn týsdag.
Farið verður við sluppini
Norðlýsinum úr Havn. Alt
eftir hvør ættin er, verður
farið út í Hest ella til Nóls-
oyar, har konsertir eru í
hellinum. Tilsamans er tal-
an um tjúgu helliskonsertir
og tjúgu á landi.
Kristian Blak er ein av
fyriskiparunum av Summ-
artónum, og harumframt
verður okkurt av hansara
verkum spælt.
Hann heldur, at hetta til-
takið er ógvuliga stimbr-
andi fyri tónasmiðir og tón-
leikarar sum heild, tí teir
hava ikki so góðar møgu-
leikar at sleppa framat við
sínum klassiska tónleiki
dagliga.
Hann heldur eisini, at
landið skuldi stuðla meira,
enn tað ger. Peningurin frá
landinum røkkur bara til at
fíggja flutningin av ljóðfør-
um og tónleikarum runt
landið, og tað er ikki nóg
nógv.
Kristian Blak sigur, at
teir longu eru farnir undir
fyrireikingarnar av tiltakin-
um næsta ár. Til ber at bí-
leggja pláss til konsertirnar
hjá Tutl á telefon 314558.
Stórt tiltak við Gjógv
Moyzes kvartettin úr
Slovakia fer sunnudagin at
hava konsert í Gjáar kirkju
C
M
Y
K
7
6