týsdagur 19. juni 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 114 - 19. juni 2001
Nr. 114 - 19. juni 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
Sunnudagin stóð alt
bjargingarliðið í
Vágunum tilbúgvið, tí
eitt flogfar hevði
boðað torninum frá,
at trupulleikar vóru
við motorinum.
Flogfarið lendi tó í
øllum góðum
LØGREGLUTÍðINDI
Stefan í Skorini
Sunnudagin umleið klokk-
an hálvgum seks fekk torn-
ið á flogvøllinum í Vágun-
um neyðarkall frá einum
flogfari, sum var einar 50
fjórðingar sunnanfyri Før-
oyar.
Talan var um eitt lítið
flogfar av slagnum Mooni
M20 við tveimum fólkum
umborð. Flogfarið var á
veg av Wick flogvøllinum í
Skotlandi til Reykjavíkar,
haðani tað skuldu víðari til
Amerika.
Tá flogfarið er tjúgu min-
uttir úr Føroyum varnast
tey, at motorurin ikki gong-
ur, sum hann skal. Tey
senda tí boð til Vágarnar og
boða frá, at trupulleikar eru
við motorinum.
Boð
vórðu
send
til
sløkkiliðið, løgregluna og
nýggja tyrlan hjá Atlants-
flogi stóð eisini tilbúgvin.
Flogfarið lendi tó í øllum
góðum, og tornið hevði
allatíðina samband við
flogfarið. Úr Vágunum
verður sagt, at arbeiðið við
tilbúgvingini eydnaðist av-
bera væl.
Tvey miðaldrandi fólk
vóru umborð. Ein kvinna úr
Australia og ein maður úr
USA. Tey fóru avstað aftur
mánadagin klokkan 11 eftir
at hava gist á Hotel Vágum
eina nátt.
Hildið verður, at vatn í
brennievninum er orsøkin
til motortrupulleikarnar. Tá
flogfarið fór niðureftir,
gekk motorurin betur, og
tey kundu lenda.
LØGREGLUTÍðINDI
Stefan í Skorini
Seinastu vikuna hevur
løgreglan í Eysturoynni
tikið heili 12 førarar,
sum kunnu vænta sær
treytaða frádøming av
koyrikortinum, t.v.s. at
teir skulu upp til nýggja
koyriroynd. Sjey av
hesum vórðu tiknir um
vikuskiftið undir Eyst-
anstevnuni, meðan hinir
fimm eru tiknir gjøgn-
um vikuna.
Harumframt
hevur
løgreglan í farnu viku
givið 40 øðrum førarum
bót fyri at hava fótin ov
tungan á spitaranum.
Løgreglan í Runavík
sigur, at ógvuliga nógv
koyring hevur verið í
sambandi við stevnuna,
og tí hava tey tikið so
nógvar førarar fyri at
koyra ov skjótt.
Sunnukvøldið
tók
løgreglan enn ein førara
fyri at koyra við kenn-
ing.
LØGREGLUTÍðINDI
Stefan í Skorini
Leygarkvøldið vórðu
tvey mál um harðskap
fráboðað løgregluni í
Runavík. Bæði málini
fóru fram í ítróttar-
høllini í Runavík, har
dansur var í sambandi
við Eystanstevnuna.
Ein maður varð sligin
í høvdið við eini fløsku
og fekk tí skaða í høvd-
ið. Annar maður varð
sligin niður og breyt
eina tonn. Løgreglan
kannar bæði málini í
løtuni.
Annars hevði løg-
reglufólkið nógv meira
um at vera um viku-
skiftið enn vant vegna
Eystanstevnuna.
Um vikuskiftið
skipaði Javnaðar-
flokkurin fyri
summarstevnu á
Svangaskarði. Á
skránni var m. a.
mentanarkvøld, út-
ferð og fólkafundur
við Toftavatn
SUMMARSTEVNA
Eirikur Lindenskov
Um vikuskiftið hittust javn-
aðarfólk
til
stevnu
á
Svangaskarði á Toftum.
Hetta er fimta árið á rað, at
Javnaðarflokkurin skipar
fyri summarstevnu.
Hans Jørgensen, skrivari
hjá
Javnaðarflokkinum,
sigur, at árliga summar-
stevnan nú er fastur táttur í
teimum
tiltøkum,
sum
flokkurin skipar fyri til tess
at fáa betri samband við
fólkið.
Summarstevnan byrjaði
fríggjakvøldið, tá skipað
varð fyri einum mentanar-
kvøldi á Svangaskarði. Har
var tónleikur við eitt nú
Eivør Pálsdóttir og Leir-
víkar
Gentukóri
undir
leiðslu av Dánjali Eystur-
stein. Genturnar úr Leirvík
sungu úr skránni, tær hava
gjørt til eina Noregsferð,
tær skulu á í summar.
Afturat hesum framførdu
eisini fýra ung úr Fugla-
firði klarinetttónleik.
–
Umframt
tónleikin
hevði Petur Eli Mikkelsen,
fyrrverandi lærari úr Gøtu,
hugleiðingar um eitt nú
barnaárini í Gøtu og um
menningina hjá føroyska
skúlanum seinasta manna-
minnið. Petur Eli er frágera
góður frásøgumaður, so
hetta var rættuliga hug-
takandi, sigur Hans Jørgen-
sen
Leygarmorgunin hittust
fólk aftur til morgundrekka
á Svangaskarði, áðrenn
farið varð til gongu út á
Eystnes
við
Sigfred
Johannesen sum ferðaleið-
ara.
– Hetta var ein góður túr-
ur, sum var lættur at ganga,
sigur Hans Jørgensen. Vit
vóru burturi í einar tveir
tímar, og aftaná fóru vit
oman til Æðuvíkar, har ein
máltíð var at fáa á støðni,
sigur hann.
Klokkan 18 leygarkvøld-
ið var skipað fyri fólka-
fundi við Toftavatn, har
Jóannes Eidesgaard, Niclas
Mikkelsen í Gøtu og Jancy
Olsen á Toftum hildu røðu.
Um kvøldið var veitsla á
Svangaskarði, har Robin og
Valter undirhildu, føroysk-
ur dansur var, og Mourits
og Njál spældu til dans til
tann ljósa morgun.
Hetta er fimta ferðin, at
Javnaðarflokkurin skipar
fyri summarstevnu. Hans
Jørgensen sigur, at næstu
ferð ætla tey at hava stevn-
una fyrr um várið, tí tað er
so nógv, sum fellur saman,
tá komið er út í junimánað.
Hvussu verður næsta ár
dugir hann tó ikki at siga, tí
tað veldst um, nær løg-
tingsvalið verður – og tað
verður í seinasta lagi 30.
apríl, so tað kann vera, at
onkur stevna verður í tí
sambandinum.
Fyrsta summarstevnan av
hesum slag varð hildin á
Sandi í 1997. Tann næsta
var á Tvøroyri í sambandi
við, at 100 ár vóru liðin,
síðani Petur Mohr Dam
varð føddur, tann triðja í
Vágum í 1999. Í fjør var
stevnan í Norðoyggju m. a.
við útferð í Kalsoynni.
Mentanarkvøld og politikkur
Nógvir førarar
tiknir
Sligin í høvdið
við fløsku
Flogfar sendi neyðarkall
Eftir útferð á Eystnes og ábit í Æðuvík var fólkafundur hilidn við Toftavatn leygardagin. Røðarar
vóru Jóannes Eidesgaard, Niclas Mikkelsen í Gøtu og Jancy Olsen á Toftum
Nú er ein av forðingunum,
sum hevur gjørt, at nýggja
Standoyarferjan
ikki
sleppur í sigling, beind av
vegnum.
Tað hendi, tá ið Fíggjar-
málastýrið
og
Maskin-
meistarafelagið
leygar-
kvøldið gjørdu semju um
nýggja
strandfaraskipið
Teistan.
Partarnir eru samdir um
at Tiestin kemur í sama
bólk sum Dúgvan og Tern-
an.
Men harumframt fáa
maskinmeistarnir fáa eina
viðbót upp á 300 krónur
um mánaðin.
Somuleiðis hava partar-
nir avtalað, at tá ið næstu
ferð, sáttmálasamráðingar
verða, skulu broytingar ger-
ast í øðrum lønarflokkum.
Nú er so eftir at gera
greiða
ósemjuna
við
Skipara- og Navigatør-
felagið. Ikki, fyrrenn tann
ósemjan er greitt, sleppur
Teistin í sigling.
Maskinmeistararnir á Teistanum klárir
C
M
Y
K
9
8
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Ráðlegging og framtíðin
Tað er neyvan eindømi fyri Føroyar at settar verða
ráð at koma við tilmælum um alskyns mál. Hetta er
vanligt í øllum demokratiskum londum. Men nett-
upp tí ráðgevingin er so týdningarmikil sum grund-
leggjandi amboð hjá politikarunum, er tað altav-
gerandi, at fólkini, ið verða vald í nevndir, arbeiðs-
bólkar og ráð eru so politiskt óheft sum tað nú eina-
ferð ber til.
Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at
seta eitt Mentanarráð javnbjóðis við Búskaparráðið.
Hetta verður tilmælt í Mentanarálitinum og er eftir
okkara tykki sera skilagott. Landsstýrismaðurin sig-
ur eisini, at hann ætlar eisini at seta fólk at gera til-
mæli um mentanarpolitikk í sambandi við olju-
vinnu. Eisini skilagott um hetta verður handfarið
rætt.
Í hesum sambandi áttu føroyskir myndugleikar og
politikarar við løgmanni á odda at tikið upp spurn-
ingin at sett eittt nýtt oljuráðleggingarráð, sum
kundi havt somu funktión sum tann Oljuráðlegging-
arnevndin, sum so professionelt og skilagott ráðgav
um alla oljutilgongdina fram til loyvisgeving. Sama
nevnd gjørdi sær eisini tankar um tíðina eftir møgu-
lig oljufund og er rætt at taka tær frágreiðingar fram
aftur nú. Løgmaður nam í nýggjarsrøðu síni við
týdningin at handfara hesa nýggju vinnu rætt. Tvs.
at forða fyri teimum negativu avleiðingunum av
henni. Tí kann eingin vera ósamdur við honum í.
Men kanska átti løgmaður nú, saman við øllum hin-
um landsstýrismonnunum – tí hetta er eitt mál, sum
viðvíkur øllum økjum í samfelagnum – at tikið stig
til at sett eitt nýtt oljuráðleggingarráð, sum skal hava
til uppgáva at geva myndugleikunum ráð um,
hvussu vit bera okkum skilabest at eftir møgulig
oljufund. Td. at kunna ráðgeva í spurninginum um
tað er rætt at fylgja lógarinnar teksti um, at øll olja
skal í land í Føroyum, hvørjar avleiðingar hetta vil
fáa bæði umhvørvisliga og sosialt osfr. Mong eru
tey, sum siga seg bera ótta fyri nýggju vinnuni. Tað
kann man ikki siga tey ring fyri. Tí tað ókenda ber
oftani ótryggleika við sær. Men er viljin til steðar, so
megna vit eisini hetta. Vit fara tí at ráða løgmanni til
at taka hetta stig og skjóta upp, at hann heitir á fyrr-
verandi formannin í oljuráðleggingarnevndini, Árna
Olafsson at átaka sær hesa uppgávu. Hann hevur ar-
beitt við hesum frá fyrsta degi, hevur tí neyðuga inn-
litið og haraftrat er hann professionellur og sakligur.
Hóskandi kundi løgmaður kunngjørt hetta sama dag
hann og oljuráðharrin – hvør veit – umborð á Sove-
reign Explorer ella West Navion – klippa snórin til
fyrstu oljuboringina á landgrunninum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
VIÐMERKINGAR
Jóannes Jacobsen
Ein partur av arbeiðnum
hjá
búskaparfrøðingum
runt um í heimi er at greiða
frá búskaparvøkstri, íløgum
osfr., og um teir hava neyð-
ugu tólini og tora væl, eis-
ini at gera forsagnir um
hesi fyribrigdi. Fyri at gera
forsagnir um búskapar-
vøkstur og tílíkt nýta bú-
skaparfrøðingar myndlar,
har fyritreytir av ymsum
slag eru lagdir inn. Fyri-
treytirnar eru av avgerandi
týdningi fyri tey úrslit, ið
koma út úr myndlinum, og
mugu tí vera væl grundaðar
í búskaparfrøðini.
Út frá myndlinum kunnu
forsagnir um fyribrigdi av
áhuga so gerast. Kjakið
millum búskaparfrøðingar
stendur so um, hvørt fyri-
treytirnar, sum eru lagdir
inn í ein ávísan myndil, eru
rímiligar ella ikki. Útrokn-
ingar um til dømis alment
yvirskot ella undirskot í
einum rokniarki, tá tølini
fyri bruttotjóðarúrtøku osfr.
eru komin úr myndlinum,
eru venjingar í pluss og
minus og kunnu latast upp í
hendurnar á studentaskúla-
næmingum.
Ì sambandi við ætlanirnar
at minka ríkisstuðulin eru
nakrir “búskaparfrøðingar”
komnir við forsagnum um
avleiðingarnar,
um
tær
verða gjøgnumførdar. Men
trupulleikin er, at “búskap-
arfrøðingarnir” hava ikki
gjørt forsagnir um búskap-
arvøkstur osfr. út frá bú-
skaparfrøði. Teir hava ikki
bygt ein myndil til at gera
forsagnir, soleiðis at bú-
skaparfrøðingar
kunnu
kjakast um fyritreytirnar. Í
staðin hava teir lopið bú-
skaparfrøðisliga partin um
og lagt fyritreytirnir bein-
leiðis á tað, sum teir skulu
gera forsagnir um. Tað vil
siga, at teir seta sum fyri-
treytir tað, sum teir skulu
forklára, og tað hevur einki
við búskaparfrøði at gera.
Alt eftir lyndi og politiskari
sannføring seta teir sum
fyritreyt, at gongdin verður
upp ella niður, og gera so
“træk og slip” venjingar í
einum rokniarki um yvir-
skot ella undirskot hjá tí
almenna.
Av tí at teir hava lopið
búskaparfrøðisliga partin
um, er ógjørligt at hava eitt
fakligt kjak um tølini, tí ein
og hvør kann koma við
sínum persónligu forsagn-
um, ella í hesum føri fyri-
treytum, um, hvat búskap-
arvøksturin, íløguvøksturin
osfr. fara at vera næstu 10
ella 15 árini. So leingi fyri-
treytirnar ella forsagnirnar
ikki eru grundaðar á ein
vælformuleraðan búskapar-
myndil, eru tær bara persó-
nligar “fingurin út gjøgnum
vindeyga” metingar.
Onkur vil kanska siga at
hetta er betur enn einki, tí
tey halda, at vit mugu hava
at vita, hvat fer at henda.
Men í hesum førinum eru
framskrivingarnar verri enn
einki, tí tær geva borgar-
anum eina fatan av, at tað
finnast kvalifiserað boð
upp á, hvussu nógv búskap-
urin fer at broytast, um
ríkisstuðulin verður mink-
aður burtur yvir eitt ella
annað áramál. Veruleikin
er, at vit hava onga hóming
av tí. Við støði í búskapar-
frøðini kunnu vit koma við
kvalifiseraðum boðum upp
á kvalitativar broytingar
sum fylgja av minkingini í
blokkinum, tað vil siga at
vit kunnu siga at “hatta fer
upp” og “hatta fer niður”.
Men vit hava ongan møgu-
leika at seta tøl á broyting-
arnar.
Í øðrum londum hava bú-
skaparfrøðingar í nógv ár
arbeitt við at gera teldu-
myndlar, sum kunnu seta
tøl á tær kvalitativu útsagn-
irnar búskaparfrøðin kemur
við um langtíðarárin av bú-
skaparligum broytingum.
Stór framstig eru gjørd,
men enn er langt eftir á
mál. Í Føroyum eru vit ikki
byrjað.
Vit
hava
bert
myndilin, sum var nýttur í
samband við arbeiðið at
gera
Hvítubók.
Hesin
myndilin kann møguliga
nýtast til at gera nøkulunda
brúkiligar forsagnir um av-
leiðingar av smáum broyt-
ingum 1 til 2 ár fram í tíð-
ina. Í hvussu so er kann bú-
skaparfrøðisligt kjak verða
um fyritreytirnar í myndl-
inum. Men hann kann als
ikki klára so umfatandi
broytingar, sum tær vit tosa
um í sambandi við burtur-
tøku av ríkisstuðulinum.
Gongdina í føroyska bú-
skapinum tey næstu 10 til
15 árini, við ella uttan ríkis-
stuðuli, vita vit sera lítið
um, og tað mugu vit læra
okkum at liva við – fyribils
í hvussu so er. At “búskap-
arfrøðingar” útgeva sínar
persónligu meiningar undir
heiti av búskaparfrøði, tá
búskaparfrøði
ongantíð
hevur verið inni í myndini,
bøtir ikki um støðuna,
heldur tvørturímóti.
Paradís ella oyðimørk?
Svenning Borg
Vágur
Hervið vil eg heita á
ferðslumálaráðharran, um
at lata vera við at yvirtaka
Vága floghavn og ístaðin at
brúka pengarnar til vega-
kervið í Suðuroynni, har
gera pengarnir meira nyttu.
Suðuroyggin er heilt aft-
urúrsigld, tá ið tað kemur til
vegirnar í oynni og mátti
tað verið ein stór skomm
fyri einahvørja sitandi sam-
gongu at bjoða einum parti
av sínum borgarum so
vánaligar vegir sum teir, ið
okur hava.
Berghol millum Hov-
Øravík og Øravík-Fámjin
og vegirnar á sama støði
sum í hinum størru oyggj-
unum er ikki ov nógv kravt,
landskassin hevur flotið
yvir í pengum nú í fleiri ár,
men ikki sæst hettar aftur í
Suðuroynni, jú kanska eitt
sindur, herfyri koyrdi jú
landsverkfrøðingurin asfalt
í holurnar á vegnum út á
Akrar, eftir at teir stóru bil-
arnir noktaðu at koyra
meira eftir hesum vánaliga
vegi.
Minsta krav er at lands-
vegirnir eru tryggir at
ferðast eftir, tað eru teir so
slettis ikki hjá okum.
Til Bjarna Djurholm,
Ferðslumálaráðharra