týsdagur 19. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 114 - 19. juni 2001
Nr. 114 - 19. juni 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
FISKIVINNUTÍÐINDI
Jóannes Eidesgaard
Tað er ikki á hvørjum degi,
at ein saklig og undirbygd
grein er at lesa í bløðunum,
sum viðger spurningin um
loysing ella framhaldandi
ríkisfelagsskap. Tað, sum
vit dag og dagliga síggja,
eru greinar, sum flóta yvir
av hatri, bakbitum og per-
sónligum álopum, sum als
ikki eiga svar uppiborið.
Kristina Háfoss er eitt
undantak. Hon hevði í
síðstu viku eina grein við
heitinum »Enn eitt rokni-
ark«. Hon er búskaparfrøð-
ing, men samstundis dylur
hon ikki, at hon er fullveld-
isfólk. Tað var tí við spenn-
ingi, ein settist at lesa. Eg
haldi greinina vera so mik-
ið áhugaverda, at eg loyvi
mær at gera nakrar við-
merkingar, hóast eg fakliga
havi
mínar
stóru
avmarkingar, í mun til
hana. Mínar viðmerkingar
eru tí meira leikmanskend-
ar.
Hvat er eitt rokniark? Tað
er og verður ikki annað enn
eitt hent amboð. Tað, sum
harafturímóti er avgerandi,
er, hvørjar fyritreytir verða
lagdar til grund fyri rokni-
arkið. Og her eri eg samdur
við Kristinu Háfoss. Men tá
rokniarkið bert er eitt
amboð, so kann man heldur
ikki forkasta eina fram-
skriving ella eina meting,
bert tí at hon er gjørd á ein-
um rokniarki. Karsten Han-
sen, landsstýrismaður nið-
urgjørdi í útvarpinum met-
ingina hjá einum búskap-
arfrøðingi, júst tí hon var á
einum rokniarki. Tað er at
fara efir manninum heldur
enn bóltinum. Tað er ikki
øðrvísi enn, tá skiparin
gevur tólunum á brúnni
skyldina fyri, at skipið
rendi á land. Tólini eru bert
amboð, og skiparin skapar
fyriteytirnar.
Tí vildi eg fegin sæð frá
einum
búskaparfrøðingi
sum eitt nú Kristinu Há-
foss, hvørjar viðmerkingar
hon hevur til tær fyriteytir,
sum
Javnaðarflokkurin
hevur brúkt. Hvat heldur
hon um ein árligan 2%
vøkstur í inntøkunum? Er
tað ov optimistiskt, ov
pessimistiskt ella kanska
realistiskt? Hvat sigur hon
til ein árligan 1,5% vøkstur
í útreiðslunum? Ella hvat
sigur hon til 0,8% vøsktur,
so sum landsstýrið brúkar í
sínum rokniarki? Er tað so,
at vit eru púra á skeivari
leið, lat okkum so fáa tað at
vita út frá fakligum grund-
um.
Høgni Hoydal segði í sín-
um viðmerkingum til okk-
ara framskrivingar, at vit
vildu bara fyri einhvønn
prís fasthalda ríkisstuðulin.
Tað var tað, sum tað heila
snúði seg um. Ja, so sam-
antvinnaði hann okkum við
80´árini, men lat tað fara.
Men hetta kunnu vit ikki
brúka til nakað sum helst,
heldur ikki sum grundarlag
fyri framhaldandi kjaki um,
hvat fer at henda við okkara
búskapi, nú blokkurin verð-
ur burtur eftir bert fýra
árum.
Sjálvandi hevur Kristina
Háfoss rætt í tí, at eitt
rokniark kann misbrúkast.
Men eg vil fegin undir-
strika, at tað hevur tað so
ikki verið talan um í okkara
føri. Vit hava lagt nógv ar-
beiði í tað, eisini tí vit
hildu, at einsamalla rokni-
arkið hjá landsstýrinum
stóð sum einasti boðberi
um búskaparligu lagnu
okkara og hevði brúk fyri
einum
mótspæli.
Men
ásannandi, at hetta sjálv-
sagt byggir á metingar og
fyritreytir, so lat okkum
kjakast um hesar.
Síðan sigur hon nakað
um, sum kundi borið á tað
borðið, at hon gevur ríkis-
stuðulinum skyldina fyri tí,
sum hendi í 80 árunum.
Her eri eg langt frá samdur.
At vit høvdu eitt vinnulív,
sum bygdi sína tilveru á
studning, tað var eitt val,
sum politikkarar høvdu
tikið. Eg haldi ikki, at eg
fari so øgiliga skeivur, tá eg
sigi, at tað var í 1975, með-
an Tjóðveldisflokkurin um-
sat fiskivinnumál, at lunn-
arnir vórðu lagdir undir ta
skipanina. Gaman í, Javn-
aðarflokkurin var eisini
við.
Og vit fegnast eisini yvir,
at tað gongur væl hjá før-
oyskari vinnu. Tó eiga vit í
hesum sambandi at minnast
til, at tá vit lovprísa vinnuni
í dag, at alt gongur so væl,
so varð hon also sanerað
fyri hundraðtals milliónir
við skattgjaldarans peng-
um. Man ikki lági kapital-
kostnaðurin vera ein týð-
andi orsøk?
Kristina Háfoss tosar
nógv um tillagingar av før-
oyska samfelagnum. Eg
taki undir við henni í
hesum, hetta er alla tíðina
neyðugt. Men hvat er tað,
sum forðar okkum í dag at
gera hesar tillagingar? Og
tá hon tosar um hesar tillag-
ingar sum nakað nýtt, sum
koma skal, hvat leggur hon
so í hesar tillagingar? Hvat
fer tað at merkja fyri væl-
ferðastøðið í mun til í dag?
Men annars takk fyri eina
áhugaverda grein, sum av-
gjørt er einum búskapar-
frøðingi verdug, hóast tú
ikki kom so nógv inn á bú-
skaparligu fortreytirnar fyri
okkara rokniarki. Og takk
fyri, at tú sum ein av teim-
um fáu viðgongur, at full-
veldið kemur at kosta.
Gólvsølan
18 bátar seldu góð 14 tons um gólvsøluna hjá Fiska-
marknaðinum fríggjadagin. Niðanfyri verður sølan
hjá einstøku bátunum víst, eins og býtið av samlaðu
veiðuni framgongur
Syslu-
nummar Skipanavn
reiðskapur
kilo
FD 102 Bylgjan
lína
1.460
FD 361 Súlan
lína
960
FD 571 Durita
lína
861
FD1140 Eyðin
lína
841
KG 129 Brattaberg
lína
390
KG 21
Kyrrasund
lína
36
KG 241 Fremad
lína
505
KG 284 Hellisendi
lína
1.013
KG 334 Norðan
lína
1.619
KG 407 Jøkul
lína
2.170
KG 608 Herdis
lína
290
KG 640 Hansa
lína
25
KG 642 Bragd
lína
1.713
KG 666 Sjóvarfossur
lína
102
KG 706 Skýlisklettur
lína
518
KG 740 Hópur
lína
555
KG 743 Elsa
lína
649
KG 832 Borgin
lína
642
Vørunavn
kilo
Brosma 3&4
41
Hýsa 1
3.017
Hýsa 2
2.939
Hýsa 3
2.290
Hýsa 4
1.165
Havtaska 0
42
Hvítingur 0
2.727
Kalvi 2
15
Kalvi 3
7
Longa 2
6
Longa 4&5
13
Skøta
6
Toskur 1
76
Toskur 2
279
Toskur 3
854
Toskur 4
478
Toskur 5
380
Upsi 4
1
Upsi 5
13
Gólvuppboðssølan
Ein viðmerking til Kristinu Háfoss
Jacob
Vestergaard
Tað seinastu tíðina hava
fjølmiðlarnir havt tíðindi
um ymiska »neyð« í Havn,
m.a. á barnaansingarøkin-
um og skúlaøkinum. Hesa
vikuna hevur tað so verið
»íbúðarneyðin« í
Havn,
sum hevur verið fremst á
breddanum.
Trýstið á Havnina er so
stórt, at ikki ber til at hýsa
teimum
fólkum,
sum
alsamt flyta til Havnar.
Politikkarar í Havn og
aðrastaðir eru á einum máli
um, at okkurt má gerast.
Tað almenna má koma uppí
leikin so ella so, og Húsa-
lánsgrunnurin er nevndur
sum ein møguligur inn-
sprænari av pengum.
Øll eru tey á einum máli
um, at Havnin er miðdepil-
in, tann náttúrligi miðdepil-
in, har alt virksemi skal
vera, bæði alment og pri-
vat. Havnin hevur jú eisini
øll tey frítíðartilboð, sum
fólk nú á døgum krevja.
Ongin mótmælir, tað tyk-
ist sum øll halda at so skal
vera, Havnin skal hava
meir og meir av almennu
pengunum, sum allir føroy-
ingar eiga at hava rætt til.
Alt hetta átti at fingið
onkran at rakna við. Havn-
in bara veksur og veksur,
meðan stórir partar av land-
inum standa í stað. Í staðin
fyri at tosa um at venda
gongdini við at leggja
alment virksemi út um
landið, verður argumenter-
að fyri at leggja meir av
almennum pengum í Havn,
í hesum førinum í íbúðar-
bygging.
Hóast føgur orð um økis-
menning og útjaðarapolit-
ikk v.m., er ongin broyting.
Meir og meir av landsfíggj-
arætlanini verður stýrt til
Havnar og hevur økt al-
ment og privat virksemi við
sær.
Einasta loysnin á hesum
»trupulleikum« er, at al-
mennu pengarnir verða
javnt býttir millum allar
føroyingar á tann hátt, at
almennu størvini verða
flutt úr Havnini, út hagar,
har onki virksemi er. Á
hendan hátt verða »trupul-
leikarnir« í Havn loystir,
samstundis sum skundað
verður undir framburðin
aðrastaðir.
Skal landinum verða lív
lagað, skal meir til enn
hvøss orð og politiskar
yvirlýsingar. Avgerðin um
at leggja umsitingina av
Barsilsskipanini á Tvør-
oyri, sum hevur eitt heilt
starv, ger ongan mun. Tað
skal nógv sterkari lútur til,
skal vend koma í.
Vónandi fær onkur eyg-
uni upp, tí nú er um at vera
ov seint.
Føroya Arbeiðarafelag
lýsir við hesum sín fulla
stuðul til Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag
og Maskinmeistarafelag
í stríði teirra móti Fíggj-
armálastýrinum í sam-
bandi við strandfaraskip-
ið Teistan.
Vit fegnast um, at fúta-
rætturin hevur víst frá
sær áheitanini frá Fíggj-
armálastýrinum um at
seta nevndu feløgum
bann fyri at nokta limum
sínum at sigla við skipið,
har ongar sáttmálaáset-
ingar eru um hýruna.
Samstundis skulu vit
harðliga átala framferð-
ina hjá Fíggjarmálastýr-
inum og Strandfaraskip-
um Landsins, har hesir
almennu stovnar royna at
brúka fútarættin fyri at
føra inn á føroyska ar-
beiðsmarknaðin skipan-
ir, sum hvørki fakfeløg-
ini ella politiski myndug-
leikin í Løgtinginum tek-
ur undir við.
Framferðin hjá Fíggj-
armálastýrinum
og
Strandfaraskipum Land-
sins kunnu ikki skiljast
sum annað enn eitt álop á
føroysku fakfelagsrørsl-
una og demokratisku
skipan okkara sum heild.
Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn,
hin 15. juni 2001
Yvirlýsing
VIÐMERKINGAR
Íbúðarneyð í Havn
Festivalurin í ár
metstórur við 175
luttakarum
- 14 føroyskir og 14
útlendskir bólkar
spæla
Samanborin
við
allar
undanfarnar jazzfestivalir,
er Tórshavnar Jazz- Fólka-
og Blues Festivalur 2001,
meira enn tvífalt so stórur.
Útivið 200 tónleikarar fara
at undirhalda og bergtaka á
meira enn 50 konsertum.
Og av teimum er umleið
helvtin føroyskir luttakarar.
M.o. Eivør Pálsdóttir. Av
teimum útlendsku er Niels
Henning Ørsted-Pedersen
kendastur.
Fesivalurin í ár er eisini
meira ein festivalur, enn tað
vit hava upplivað hini árin.
Nærum alt fór fram í Norð-
urlandahúsinum,
meðan
fáir tónar hoyrdust úr sjálv-
um býnum. Í ár er Norður-
landahúsið høvuðskarmur
um eitt av kvøldunum,
meðan tað annars verður
spælt úr øllum herða-
shornum í Tórshavn.
Tórshavnar Jazz- Fólka-
og Blues Festivalur 2001
verður hildin í døgunum frá
3. til 8. juli.
Tá
Norðurlandahúsið
valdi Listastastevnuna til
høvuðsfestival í ár, gjørdu
teir sum fyrireika Tórs-
havnar Jazz- Fólka- og
Blues Festival av at royna
nakað heilt annað. Og
kanska er tað soleiðis, at vit
fyrst nú kunnu kallað
Jazzfestivalin ein rættan
festival. Tí ikki fyrr enn í ár
verður býurin í stóran mun
merktur av tí jazzi, bluesi,
rokki, fólka- og gospeltón-
leiki, sum Tórshavnar Jazz-
Fólka- og Blues Festivalur
altíð hevur á skránni.
Spælistøðini
verða
Gongugøtan, FK. Gongu-
gøtan, Vaglið. Vesturkirkj-
an. Listaskálin. Norður-
landahúsið. Hotel Hafnia.
Gamla
Meiaríið.
Sjón-
leikarhúsið. PLATFORM.
Dómkirkjan. Og haraftrat
verður spælt á Hotel Vág-
um, umborð á Norðlýsinum
í samband við útferðir, og í
Festival Klubbanum.
Lagt eigur at verða merk-
is, at ein rættiliga stórur
partur av konsertunum eru
ókeypis.
Eitt sindur
fyri tey flestu
Skráin er løgd soleiðis til
rættis, at tú kanst fara frá
einum tiltaki til annað,
uttan at verða fyri nøkrum
stórvegis missi. Tú kanst
t.d. byrja festivaldagin við
einum túri í Gongugøtuni,
Listaskálanum, í kirkju,
ella til undirhald í samband
við innkeyp hjá FK í
Hoyvík. Síðani kanst tú
fara í Gamla Meiaríið og
Sjónleikarhúsið. Og enda
kvøldið í PLATFORM og
Festival Klubbanum. Eisini
ber til at fara á Hotel Haf-
nia til ein góða bita og
festivalundirhald.
Miku-
kvøldið verða tey stóru til-
tøkini í Norðurlandahúsi-
num. 3. og 8. juli er Con-
cert Grotto konsert, sum
Norðlýsið siglir teg til. Og
3. juli er áhugavert undir-
hald á Hotel Vágum.
Tónleikaliga fevnir Jazz-
festivalurin víða. Nógva-
staðni verða tónar spældir,
sum øllum dáma at hoyra,
s.s. stillan swing jazz,
fólkatónleik, blokkfloytu-
tónar, og bassspæl við
heimsins besta jazzbass-
spælara. Onnur tiltøk inni-
halda rokk-, popp-og blues
tónleik. Og aftur onnur eru
fyri tey, sum dáma serlig
tónleikasløg.
Føroyski parturin
fjøltáttaður
Av teimum 28 samsanset-
ingum eru 14 føroyskar. Og
føroyingarnir fara neyvan
at smæðast burtur.
Fyrst kunnu vit nevna eitt
petti av “framtíðini”. Faroe
Teens (14 ár og yngri) er
annar av bólkunum frá Pop
Top konsertini, sum tekur
lut á Jazzfestivalinum. Og
sagt verður, at hann er sera
framkomin. Brandur Enni
syngur. Og sjálvdan er tað
sætt, at ein so ungur maður
kann skifta dur klokkureint
mitt í einum sangi.
Tann 17 ára gamla Eivør
Pálsdóttir stillar upp saman
við restini av manningini í
Clickhaze. Tey vunnu Prix
Føroyar 2001.
Ung Stjørnuskot er annar
spennandi ungdómsbólkur.
Tey ungu telja 30 sangarar,
umframt tónleikarar frá
Musikkskúlanum, sum Bo
Isholm hevur vant.
Annað ungdómskent eru
Jassararnir, ið fyri seinastu
ferð spæla við núverandi
samanseting.
Men hyggja vit nærri, er
nógv føroyskt við, sum
borgar fyri rutineraðum
spæli og sangi. Edvard Ny-
holm Debes og aðrar góðar
kreftir spæla tónleik fra
Debazz útgávuni.
Malan Thomsen Band
spælir popp frá hennara
sera vælumtóktu útgávu.
Á brassøkinium er eisini
Tórshavnar Saxofon Kvar-
tett; Hans Petur í Brekku-
num, Mads Hoydal, Mortan
Zachariassen, og Eirikur
Skála. Talan er um alt frá
løgum sum Alley Cat til
meira modernaðan tónleik.
Gunnar Guttesen Band
og
blues-bólkin
TEIR,
spæla í gamla Meiaríið
saman við eitt orkestur,
sum er mannaður við kon-
servatoriinæmingum
úr
Danmark.
Unn Patursson er eitt tað
mest aktuella rokk/popp-
navnið, ið saman við bólki
sínum bjóðar tónleik fra
sermerktu
útgávuni
Gloymska Við Grape.
Og
fiól/klaver-duettin
Grapelli Swing Jazz spælir
i matstovuni á Hotel Haf-
nia. Nikolaus Kapnas og
Stamen Stanchev fara at
undirhalda teimum etandi
festivalgestunum
við
løttum løgum sum Tea For
Two o.ø.
Útlandið eisini væl við
Bassspælarin Niels Henn-
ing Ørsted-Pedersen er
oddafiskur,
tá
vit
nú
umrøða útlendsku luttakar-
arnar. Sjálvdan hevur heim-
urin sæð ein betri tón-
leikara. Og NHØP spælir
mikukvøldið í Norður-
landahúsinum saman við
klaverspælaranum
Ole
Kock Hansen. Teir spæla
tónleik við rót í jazzi og
norðurlendskum tónleiki.
Gospelbólkurin PRAISE
hevur ein songkvinnu, sum
oftani hevur sungið saman
við Ettu Cameron. Sama
fer eisini at traðka upp við
Ungum Stjørnuskotum.
Pia Dahl og Bo Isholm
spæla blokkfloytu og gittar.
Bo Isholm er dani av før-
oyskari ætt, og hann býr í
Havn. Pia Dahl hevur havt
teir somu undirvísararnir
sum Michala Petri, so tað
átti at borga fyri dygd. Pia
Dahl hevur eisini gjørt eina
fløgu við blokkfloytutón-
leiki.
Frá
musikkskúlanum
Ledøje Smørum, DK, vitja
tríggjar ymsar samanset-
ingar. Bæði eitt Big Band,
eitt hamoniorkestur, og
PWCIM
Rock‘n
Soul
Band.
Hans Ulrik Quintet, ella
Hans
Ulrik
JAZZ-
MAMBO, hevur leiðaran
og saxofonistin Hans Ulrik,
sum hevur fingið nógvar
virðirlønir. T.d. í 1999 og
2000 fyri ársins útgávu.
Jens Nørholms Orange
Jazz
Family
spælir
standardjazz í nýtímans
búnað.
Úr Íslandi vitjar KK.
Kristján Kristjánsson hevur
fyrr spælt í Føroyum. T.d.
varð tilfarið til útgávuna
Hotel Föroyar skrivað í
Havn í samband við fram-
førslu á Tórshavnar Jazz-
Fólka- og Blues Festivali.
Ein
sera
evnaríkur
jazzbólkur
kemur
úr
Finnlandi. Markku Rinta-
Pollari er bæði navnið á
bólkinum og leiðaranum.
Hugsa vit um jazzdygdir
burturav, hevur Finnland
lagt nógv lond afturum seg.
Tað kunnu vit uppliva á
Gamla Meiaríi. Og í helli-
num í Hesti.
Hósdagin byrjar
atgongumerkjasølan
Til Tórshavnar Jazz- Fólka-
og Blues Festivalur byrjar
3. juli, fer Sosialurin
regluliga at skriva um ymsu
tiltøkini. Fleiri nøvn eru
ikki nevnd hesaferð, og
øðrum mugu vit bara
sleppa at greiða tykkum
nærri frá.
Atgongumerkini verða
frá hósdegnum, 21.06.01,
seld i Kunnningarstovuni í
Havn og í Norðurlanda-
húsinum í Føroyum.
Eisini er tað hósdagin, at
skráin
fyri
Tórshavnar
Jazz- Fólka- og Blues
Festival 2001 verður prent-
að í bløðini.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Tað var um reppið, at vágs-
sluppin “Johanna” mundi
forkomið
stóra
fólka-
fundinum, íð varð lýstur av
vera í Koltri sunnudagin.
Hesin fundur var annars ein
tungur burður, tí fyrst
skuldi hann verða hildin í
Dímun, men her var hann
avlýstur av trygdarorsøk-
um. Og sunnumorgunin
vildi
so
illa
til,
at
“Jóhanna” tók í botn inni í
havnini við Gomlurætt, og
har stóð hon. Fjarðandi
sjógvur
var
og
hóast
dugliga var roynt at fáa
hana leysa aftur, so stóð
sum í bergi. Endi var sett á
ein buss og fólk hálaðu
dúgliga í, men “Jóhanna”
var treisk og vildi ikki uttan
víðar flyta fólk út í Koltur.
Hon gav seg ikki fyrr enn
“Pressarin” hjá Tórshavnar
Skipasmiðju skrykti hana
leysa. Jóhanna fór síðan,
eym um strákjølin, at flyta
fólk út í Koltur.
Fólkafundurin
varð
hildin í elsta býlinginum í
bygdini og hann var væl-
eydnaður. Formaður Tjóð-
veldisflokksins helt fyrstu
røðuna, síðan helt Óla
Jákup í Dímum røðu, eftir
honum Tórbjørn Jacobsen
og Anita á Fríðriksmørk.
Tónleikabólkurin Click-
haze spældi áðrenn fundin
og aftaná fundin og Koltur
er tann fullkomni pallurin
til fólkafundir í framtíðini.
Lesið annars reportasj-
una í blaðnum í morgin.
Metstórur Jazz-festivalur í ár
»Jóhanna« mundi forkomið fullveldisfundi
“Jóhanna” tók botn, tá hon skuldi flyta fólk á fólkafund í
Koltri sunnudagin.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.
Fólkafundurin var sera væl eydnaður.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
11
10