Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 Nr. 114 • týsdagur • 19. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir B68 leiðslu í 1. hálvleiki var síðstu løtuna so at siga bara spæl til eitt mál INTERTOTO Jóannes Hansen B68 fer í morgin til Belgia, har teir leygardagin skulu spæla í Intertoto. Neyvan nakar mundi frammanund- an rokna við, at føroyska liðið fór at hava nakran møguleika at sleppa víðari í kappingini. Og eftir 4–2 tapið á heimavølli eru allar vónir um framhaldandi al- tjóða fótbólt burtur. Fyrra umfarið á Svanga- skarði var heilt hugaligt. Eftir B68 kiks í uppspælin- um fingu gestirnir ókeypis møguleika. Miðverjan hjá toftamonnum var á veg fram, tá Mputu Bandu fekk stungið fram ímillum og gjørdist púra leysur við Kjartani Nesá, sum aftur hesa ferð var í málinum. Men B68 svaraði aftur. Marcelli Marcellino stútaði til 1–1, eftir at John Heri Dam hevði sent innfyri úr høgru. Hann og Arnold Joensen høvdu ornað stutt horna. Tá var ein hálvur tími farin, og sjey minuttir seinni gjørdist tað rættuliga stuttligt eftir skjótt mót- álop. Fróði Benjaminsen, sum var staddur aftarlaga á vøllinum, sendi Arnold Joensen avstað í høgru, verjan tóktist hava tak á innlegginum, men Súni Fríði Johannesen kom ímillum, og so var 2–1 til B68. Veikleikarnir Lokeren javnaði í síðsta álopinum undan steðgin- um. Eftir umkast í høgru sendu teir tvørturum, og har fekk Karim Elbodmossi alt ov gott pláss, áðrenn hann við vinstra beini sendi flatt í handara síðunetið. Lokeren hevði heilt lítið av besta fólkinum við, og spælararnir vóru bara fim- tan í tali. Kekkiski lands- liðsmálverjin hevði fingið frí, og tað høvdu íslendsku spælararnir eisini. Talan var um ungt og óroynt lið, men sum seinna umfarið leið, sást alt betur, at teir vóru væl betri fyri enn B68. Síðstu tjúgu minuttirnar var eingin luft eftir í tofta- monnunum, og tapið kundi væl havt verið størri enn 4–2. Eftiransingarnar hjá heimaliðnum dragnaðu, og gestirnir vóru ofta í yvir- talsstøðum, tá teir fóru í skjót mótálop. Triðja málið fingu teir eftir langt innlegg úr høgru. Næstan av baklinjuni stút- aði Elbodmossi í handara síðunetið. Hetta var miðs- keiðis í 2. hálvleiki, og fýra minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Okitankoyi Kimoto, sum gjørdi hevði lætt spæl, eftir at tað enn eina ferð var kiksað í B68 uppspælinum. INTERTOTO B68–Lokeren, Belgia 2–4 (2–2) Á Svangaskarði leygardag- in 16. juni 2001, kl. 17.00 300 áskoðarar Dómaratrio úr Ukreina: 4. dómari: Jens Albert Simonsen UEFA umboðsmaður úr Ungarn: 0–1: Imbungu Mputu Bandu 10. 1–1: Marcello Marcellino 30. 1–2: Súni Fríði Johannesen 37. 2–2: Karim Elbodmossi 45. 2–3: Karim Elbodmossi 64. 2–4: Okitankoyi Kimoto 86. B68: 1. Kjartan Nesá – 21. Jan C. Dam, 4. Hans Fróði Hansen, 3. Jákup Eli Olsen – 11. Arnold Joensen, 7. Øssur Hansen, liðformaður, 16. Jan Petersen (19. Jann Ingi Petersen, 46.), 10. Fróði Benjaminsen, 6. John Heri Dam – 9. Marcello Marcellino, 20. Súni Fríði Johannesen Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Magn- us Poulsen, 5. Marlon Jorge, 8. Mortan Hansen, 17. Messias Pereira, 18. Oleif Joensen Venjari: Jóannes Jakobsen Liðleiðari: Jógvan Høj- gaard Lokeren: 12. Frank Sym- ons – 2. Michaël van Hoey, 3. Stefaan Staeliens, 13. Andy Vande Sorbel, 5. Stefan van Dender, liðformaður – 7. Okitan- koyi Kimoto, 14. Dennis Moerenhout (15. Bart Desmet, 84.), 6. Camille Muzinga (17. Thomas Ruys, 87.), 8. Davy de Beule – 9. Imbungu Mputu Bandu (10. Rigo Bwayi Kidoda, 79.), 11. Karim Elbodmossi Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 18. Ort- win Helderwert Venjari: Paul Put Gult kort: Stefan van Dender 8. B68-Lokeren 2-4 (2-2) Luftin fór úr toftamonnum Illa viðfarin í Herfølge: Jákup klamsar við hurðini Síða 20-21 Frøin var stór á toftamonnum, tá Súni Fríði hevði lagt teir á odda, men seinni gekk luftin tó undan Mynd: Jonhard Hammer 13 12 Nr. 114 - 19. juni 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Í seinastu viku vóru menn og sleptu ein- um veðri í Kúrgjógv innanvert Nevið í Eysturoy. Kappróðr- arfelagið NSÍ eigur veðrin, sum skal selj- ast á uppboði í heyst, um hann kemur aftur SEYÐAHALD Orð og myndir Edvard Joensen í Glyvrahaga: Tað gongur ein einsamallur veðrur í eini gjógv innanvert Nevið eystantil. Kappróðrarfelag- ið NSÍ eigur seyðin, sum ætlandi skal seljast á upp- boðssølu í heyst. Vit hittast á Lambareiði, sum avtalað er. Tá blað- maðurin kemur, er bara ein maður komin. Tað er borg- arstjórin í Runavík, sum er sera virkin í kappróðrarfel- agnum. Sum skilst er tað hann, sum hevur lagt til, og hann stendur nú og kveilar eina línu, sum skal nýtast á ferðini. Einir átta mans við fleiri bilum koma so við og við. Ein bilur er ein lítil last- vognur hjá Jørgeni bónda á Glyvrum, sum hevur ein rættiliga fittan veðr stand- andi bundnan í lastini. Tað sita tríggir mans í bilinum. Hava bond og hælir við, umframt eina sleggju, sum brúkast skal at sláa hælirn- ar fastar. So okkurt er sum bendir á, at sígast skal. – Ja, hvør skuldi trúð tí, at glyvramenn fóru við skoraseyði, heldur onkur fyri. Tað man ikki vera hent, tað fólk í dag minnast, halda teir. Meðan vit bíða eftir sein- astu monnunum, kemur ein størri lastbilur eftir Lamb- areiði. Men hann koyrir framvið oman móti lend- ingini í Lamba. Við einum gulum báti í lastini. Tað er tíggjumannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, tann kendi Eysturringur, sum fer at venja á Lamba- vík. Tað er okkurt við ættini á Skálafirði, siga teir stað- kendu. Tá allir eru møttir, fara vit avstað. Hava sett flestu bilarnar eftir. Halda frægast vera at fylgjast. Vit eru einir fýra í bóndans bili saman við veðrinum, sum øll ferðin snýr seg um. Harur og havhestur Bóndin er tíðindafróður og sigur frá staðarnøvnum og tilburðum, sum verið hava, meðan vit koyra eftir vegn- um niðan av Lambareiði út í Glyvradal. Vit koma niðan á og koyra gjøgnum risastóra grótbrotið. Her, veit bóndin at siga, eru rættiliga nógva harur, hví tað so man vera. Umframt havhestin sjálv- andi, sum jú er allastaðni. Vit koyra, til vegurin endar nakað uttan fyri smoltstøðina hjá Bakka- monnunum, har bóndin hevur eitt frálíkt hús. Fara úr bilunum og fara beinan- veg til gongu niðan brekk- una. Veðrið er frálíkt. hóast okkurt ælið sást standa rundan um Múlatind, áðr- enn vit fóru av Lambareiði. Men sum ættin er, tykist tað ikki røkka út eftir Lamba- vík. Sólin skínur, og ikki er so kalt, sum tað tyktist longri norðuri á landinum, har kavi lá oman av fjøll- unum. Mjóvanes liggur í sól- skini. Eini tvey skip eru á ferð beint sunnanfyri, og á Lambavík eru ungu menn- inir komnir væl út undir Líðina í Eysturoyingi. Vit ganga niðan undir Klubbarnar og út eftir Skøvunum, sum teir stað- kendu greiða frá. Ein lógv hoyrist nakað burturi, og onkur mási umframt einir tveir ravnar eru at síggja. Annars er lítið av fugli her úti. Menn tosa og eru fróir. Hava hug at skemta og siga frá stuttligum hendingum, teimum hava verið fyri á fjalli her úti. Tað skilst, at her eru menn, sum vanir eru at ganga á fjall hjá glyvrabóndanum. Tað er ikki langt at ganga. Kanska ein hálvur tími ella so, og rímilia lætt eisini. Veðrurin gongur væl og darvar einki gongdini. Hann grunar nevyvan, at hann verður sleptur í feiti- lendi, har eingin hevur ver- ið, tað núlivandi fólk minn- ist. Og at hann síðan skal ganga einsamallur har mill- um havhestarnar restina av sumrinum. Kúrgjógv liggur á mark- inum millum Glyvrahagan og Toftahagan innanvert Nevið eystantil. Vit ganga, til vit koma at hegninum, sum gongur í gjónna. Fara so oman við gjónni, til vit koma at einum skarði, har menn halda, at farast skal niður. Hugt verður útav, men har er soleiðis vorðið, at tað sæst ikki niður í gjónna. Fara tí eitt sindur longri oman, og finna ann- að skarð, har væl sæst nið- ur, og hildið verður tí, at her man niðurgongdin vera, hóast teir staðkendu høvdu betri álit á tí fyrra skarð- inum. Millum havhestar og sýrur Einki er at bíða við. Gjørt verður klárt at lesa ein mann niður i gjónna at taka í móti veðrinum. Hælir verða slignir niður, og línan gjørd á mannin, sum síðan fer um upsina. Hann ruddar fyri sær leyst grót og koyrir havhestarnar, sum liggja á vegnum, á flog. Hevur einki álit á spýggjuni so- leiðis. Tað gongur upp á stás, og brátt stendur hann í flóttin- um niðri í gjónni. Har er rímiliga gott pláss, sigur hann frá. Heldur ongan iva vera um, at tað er eitt seyðafrælsi, hóast sýru- leggirnir tykjast vera fleiri enn grasstráini. Onkur heldur skemtandi fyri í erva, at eru so nógvar sýrur, kann veðrurin vænta sær eitt súrt lív í summar. Og skemtingarsamir eru menn. Tá maðurin, sum niður er farin, er komin at standa, ger onkur vart við, at hann er jú deildarleiðari í bankanum, so nú er møgu- leikin góður at fáa lækka rentuna, um hann bara fær at vita, at hann ikki sleppur uppaftur. Hann hyggur seg um har niðri, meðan teir í erva fella veðrin og gera klárt at lesa hann niður. Og maðurin í gjónni heldur seg síggja, at tað fyrra skarðið, vit vóru hjá, mundi vera rætta nið- urgongdin, og at hann ætlar sær upp aftur tann vegin. Heldur at gongt er líka undir upsina. So verður veðrurin latin útav, og hann kemur niður í øllum góðum. Verður loyst- ur úr og stendur so og bínir har eina løtu. Líkasum fyri at summa seg, nú hann saman við bankaleiðaran- um er komin í gjónna at gera havhestunum selskap. Onkur vil vera við, at teir eru teir fyrstu, sum hava verið har niðri í hvussu er hesu megin Boarakríggið. Tað gongur upp á stás hjá sigmanninum at koma upp aftur tann vegin, hann sjálvur helt vera tann lætt- ara. Men hann metir tó, at rætt var at fara niður, har hann var farin. So tá farast skal aftur eftir veðrinum í heyst, verður gjørt upp á sama máta, gera menn av. Eina løtu verður sitið og práta her úti, áðrenn farið verður heimaftur. Ein av monnunum hevur kaffi við í ryggsekkinum, og allir fáa upp í munnin. Veðrurin tyk- ist eisini hava summað seg og er farin at eta, so ikki man standa heilt illa til við sýrunum kortini. Vit ganga heim aftur gjøgnum hjallan í neðra og koma at húsinum hjá bónd- anum. Eysturoyingur er enn á Lambavík. Nú er hann á veg inn eftir víkini aftur. Inni hjá bóndanum stend- ur heitur súpanarpottur og bíðar, og lagið er bara heilt gott, tá súpanin er komin niður um, og vit fara aftur í bilarnar og koyra oman á Lambareiði, haðani hvør fer í sínum bili aftur at húsum. Einsamallur í Kúrgjógv Hesir báðir eru vist teir fyrstu síðan Boarakríggið, sum umframt havhestarnar hava verið í Kúrgjógv Veðrurin varð feldur og loraður niður í gjónna, har hann skal ganga einsamallur, til hann verður tikin aftur í heyst C M Y K 12