Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 114 - 19. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Eingin ivi var nakran- tíð um, hvat av liðun- um spældi fyrstu violin, tá HB vitjaði EB/Streym FÓTBÓLTUR Jóannes Fótbóltslíkindini vóru góð, og áskoðaratalið var stórt. Kanska høvdu viðhalds- fólkini hjá EB/Streymi tevja, at søgan frá norð- oyarstevnuni skuldi endur- taka seg. Ta ferðina var úr- slitið 4–0 – til EB/Streym. Hesa ferð varð úrslitið endurtikið. Men tað var ikki EB/Streymur, sum fekk fýra mál, men heldur HB, sum harvið livdi upp til egnar vónir um, at nú var botnurin náddur. HB kom á odda rættuliga tíðliga, og tað hevði við sær, at fyritreytirnar hjá heimaliðnum at dúva upp á kontra spæl vóru burtur. Í staðin var tað HB, sum royndi seg við skjótum álopum, og tað royndist væl. Í flestu førum tá havnarmenninir fingu mál, vóru tveir spælarar púra blankir við Gunnari á Steig, sum ikki hevði ein livandi møguleika at vísa, hvør dugur er í honum. Málini EB/Streymur hevði fyrsta stóra møguleikan. Spurn- ingurin er, hvussu tað hevði myndast, um teir høvdu fingið hol á, men royndin hjá Vinjardi Dam fór dygst framvið stólpanum aftan- fyri Bárð Johannesen. Rógvi Jacobsen átti fyrsta HB málið, eftir at Allan Mørkøre, sum var væl upplagdur og fekk nógv pláss at spæla á, hevði sent Rógva púra leysan, og bólturin tók tvørtræið, áðrenn hann fór um strik- una. Miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Jón Rói Jacobsen. Allan Mørkøre vann bóltin á egnari hálvu í høgru, diagonala sendingin til Rógva Jacobsen var neyv. Miðvallarin kundi havt roynt sjálvur ímóti málin- um, men lítið sjálvsøki spældi hann til Jón Róa Jacobsen, sum skoraði. Jón Rói Jacobsen hevði eina fína langskotsroynd, men bólturin brast í tvør- træið. Sorin Manghel, sum var mest eyðsýndi maðurin á heimaliðnum, hevði í 1. hálvleiki eina góða frí- sparksroynd, men bólturin small í stólpan. Stutt undan steðginum noyddist Jón Rói Jacobsen, sum hevði verið eyðsýndur, at taka seg úr stríðnum orsaka av skaða. Eftir steðgin kom Pætur Dahl á vøllin fyri skadda mannin, og Pætur gjørdi rættuliga um seg. Bara tríggjar min- uttir eftir hvíldina spældi hann Bárð Mortansson púra blankan, og so var støðan 3–0, og fýra minuttir seinni var Pætur meistari fyri síðsta málinum. Í høgru sneiddi hann framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi innfyri til púra leysa Allan Mørk- øre, og so var 4–0. Tað komu ikki fleiri mál. Ferðin fór niður, HB menn- inir tóktust nøgdir, og teir á heimaliðnum megnaðu ikki at koma afturíaftur. Endurreist Spurningur í HB er so, um hetta var endurreisnin, eftir at tað í fleiri umfør hevur gingið syndarliga illa. Svar- ið til tann spurningin fæst ikki, fyrrenn komandi sunnudagur og lokalbrakið ímóti B36 er farið afturum. Hóast Jóhannis Joensen hóskvøldið var á skaðastov- uni, so var hann aftur í HB miðverjuni, eftir at hann í fleiri umfør hevur verið burturfrá orsaka av skaða. Sum makkara hevði hann Eyðfinn Fjalsbak, og teir megnaðu at halda Jón Sig- urdi Gleðisheygg burtur. At Jón Rói Jacobsen var í HB álopinum tóktist vera ein vinningur, og Pædur Dahl styrkti um sína støðu, tá hann eftir steðgin loysti av. Størsta týdningin fyri HB mundi tað kortini hava, at rætti hugburðurin aftur var at síggja. Teir hava leitað eftir honum í fleiri vikur, og teir funnu hann á Mølini á Eiði. EB/Streyma fólkini mugu bara staðfesta, at hesa ferð var steðgurin í dreymaseingini ein vika. Teir eiga framvegis fyrsta heimasigurin í ár til góða, men eingin kann taka frá teimum, at teir á norðoyar- stevnu vunnu 4–0 á KÍ! Dysturin í tølum EB/Streymur-HB 0-4 (0-2) 0-1: Rógvi Jacobsen 13 0-2: Jón Rói Jacobsen 22 0-3: Bárður Mortansson 49 0-4: Allan Mørkøre 52 Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli) EB/Streymur: Gunnar á Steig – Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Guttesen – Halldórur Joen- sen, Sorin Anghel, Knút Vesturtún, Andreas Dahl, Hallur Jacobsen – Vinjard Dam, Jón Sigurd Gleðis- heygg HB: Bárður Johannesen – Vagnur Mohr Mortensen, Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Janus M. Joensen – Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen – Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen EB/Streymur-HB 0-4 (0-2) HB lætt spæl á Eiði Uni Arge var ikki við, tá HB vitjaði á Mølini á Eiði sunnudagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Undan vikuskiftinum hevur ljóðað, at Uni Arge ikki longur fór at verða tøkur á HB liðnum vegna innan- hýsis ósemjur. Okkum eydnaðist ikki at fáa hetta staðfest undan vikuskifti- num, men tað er tó ein sannroynd, at Uni ikki tald- ist millum nøvini á dómara- seðlinum, tá HB sunnudag- in vitjaði á Eiði. Torført er at fáa at vita nágreiniliga, hvat er farið fram. Tað er tó einki duls- mál, at tað var stór misnøgd í HB eftir málleysa javn- leikin móti B71. Aldurnar gingu høgt í felagnum, og vit kunnu nú staðfesta, at eftir hetta var besti mál- skjútti í søgu felagsins ikki á liðnum. Sunnukvøldið hevði høvuðspersónurin sjálvur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerking- ar til málið. - Onkur ósmja hevur ver- ið, og vit eru í ferð við at finna útav, hvussu hendan kann loysast, er einasta við- merkingin, sum Uni Arge hevur. Samstundis sum tíðindini ferðaðust um ósemjuna í HB ljóðaði esini, at Uni skuldi vera á veg úr felagnum, men í løtuni tyk- ist sostatt ikki nakað ítøkju- ligt at vera í hesum tíðind- um. Hvar var Uni Uni Arge kom av góðum orsøkum ikki á málskjótaralistan hjá HB sunnudagin Rógvi Jacobsen var maðurin aftan fyri fyrsta HB málið, og so fekk HB líka sum frið á spælið Mynd: Edvard Joensen C M Y K 14 Nr. 114 - 19. juni 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 15