týsdagur 19. juni 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 19. juni 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
17
16
Nr. 114 - 19. juni 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
C
M
Y
K
16
Leingi hóttu klaks-
víkingar við at stjala
annað stigið frá
heimaliðnum, men tá
so B36 fekk hol á,
rapaði alt hjá gestun-
um, soleiðis at teir
annað vikuskiftið á
rað máttu leggja rygg
til stórtap
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað vóru rættiliga ymiskar
fortreytir, sum liðini bæði
høvdu undan dystinum í
Gundadali í dag. Eftir eina
heldur trilvandi byrjan upp
á árið, hevur B36 veruliga
fingið glið á seinnu um-
førini,
og
áskoðararnir
mundu í øllum førum rokn-
að við, at talan aftur skuldi
gerast um trý stig sunnu-
dagin.
Klaksvíkingar
tóktust
fyri tveimum vikum síðani
eisini at hava vent skeivu
gongdini, men eftir tríggjar
sigrar á rað taptu teir
fullkomuliga óvæntað fyri
EB/Streymi, og mest av
øllum ráddi tí um hjá
teimum at vaska hendan
blettin av sær.
Taktiskt í fyrra
Fyrstu løtuna tóktist heldur
ikki, sum um hetta skuldi
gerast ein ógjørligur
setningur hjá klaksvíking-
um. Gaman í var tað B36,
sum hevði yvirtakið á vøll-
inum, og megin parturin av
spælinum fór eisini fram á
KÍ hálvuni. Fleiri ferðir
komu heimamenninir
eisini í góðar yvirtals-
støður, men tað eydnaðist
ikki rættiliga at leggja
seinastu sendingina fram
til áleypararnar.
KÍ royndi í sín part at
binda um heilan fingur. Við
bert at hava Ova Nysted á
toppinum, royndu teir í
stóran mun at yvirfólka
miðvøllin, fyri á tann hátt
at steðga uppspælinum hjá
B36, fyri síðani at legja
dent á skjót mótálop. Ser-
liga seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki eydnaðist hetta
eisini hampuliga væl, og
millum annað spurdust
fleiri vandamikil horna-
spørk burtur úr hesum.
Tað vildi tó verið órætt-
víst, um KÍ var farið til
hálvleiks
við
nakrari
leiðslu, tí B36 hevði so
sanniliga eisini sínar møgu-
leikar. Báðar teir størstu
fekk Jákup á Borg, men
fyrru ferðina misnýtti hann,
tá John Petersen við høvdi-
num hevði spælt álops-
felagan frían, og seinnu
ferðina mátti hann síggja
Meinhardt bjarga brots-
sparksroyndini, sum kom
eftir, at John heldur óneyð-
ugt varð feldur í KÍ borts-
teiginum.
Eisini við hornaspørkum
vóru
B36’arnir
vanda-
miklir, og ta einu ferðina
togaði
Meinhardt
eina
kanónbjarging fram, tá Jens
Kristian stútaði, og beint
undan steðginum stútaði
Klæmint Matras niður í
vøllin og uppum, eftir at
málverjin var farin skeivur
av einum bólti.
Orsøkirnar til
skrædlið
Soleiðis vóru tað avgjørt
klaksvíkingarnir, sum vóru
betri nøgdir um málleysu
hálvleiksstøðuna, og gleðin
um hetta mundi ikki vera
minni, tá okkurt um eitt
korter var farið av seinna
hálvleiki. Tá hevði innskifti
Kenneth Jacobsen hjá í
tveimum førum sent á
stongina, og B36 álopini
gjørdust
alsamt
meira
vandamikil, uttan at nakað
tó spurdist burturúr.
Mest av øllum ráddi nú
um hjá KÍ at stríðast, tí
fortreytirnar fyri at skapa
nakað frameftir versnaðu
munandi, tá Fríðin Ziska-
son varð rikin av vølli stutt
inni í seinna hálvleiki.
Hetta hendi, tá hann við
eini ljótari eftirtackling
feldi Heðin av Lakjuni, og
tá Fríðin longu hevði fingið
eitt kort í fyrra hálvleiki,
var einki at gera.
At tað eftir hetta veruliga
fór at rapa hjá KÍ, komst
fyrst og fremst av tveimum
orsøkum. Hin fyrra var, at
tað á tímanum loksins
eydnaðist B36 at skora.
Tekin vóru spakuliga farin
at hómast um veruliga
frustratiónir á B36 liðnum,
men við málinum hvurvu
hesar so ruddiliga. Heima-
liðið hevði nú stigini í
sekkinum, spælið gjørdist
meira frígjørt, og at kalla
allir nervar um eitt ikki
nøktandi úrslit vóru nú
burturbeindir.
Hin – og hendan orsøkin
var helst størri – var, at
klaksvíkingar eftir hetta
meira ella minni spældu við
høvdinum undir arminum.
Møguliga tí missurin av
Fríðanum gjørdi, at eingin
var at stýra verjupartinum á
miðvøllinum. Ljótu frí-
spørkini gjørdust alt fleiri í
tali, og fyri fleiri leikarar
var galdandi, at teir tóktust
hugsa meira um at øsa
Heðin av Lakjuni til eitt
reytt kort, heldur enn at
røkja verjuskyldur sínar á
vøllinum.
Málini
Eitt gott dømi um hetta var
fyrsta málið. B36 hevði
fingið fríspark í vinstru, og
hóast gestirnir høvdu góðar
stundir at skipa verjustøðu
sína, so varð hetta als ikki
gjørt. Úrslitið varð eisini, at
John Petersen stóð púra
leysur í málteginum, so
hann uttan at leypa upp frá
kundi stýra bóltin í meskar-
nar.
Næsta málið hjá heima-
liðnum kom at kalla eftir
somu
uppskrift.
Jákup
sendi inn fyri úr vinstru, og
eftir at Kenneth Jacobsen
snýtti málverjan, tá hann
ikki rakk eftir bóltinum,
kundi John skumpa í netið.
B36-KÍ 5-0 (0-0)
Black-out hjá klaksvíkingum
Harley tykist iðra seg um, at Jákup er farin framvið, og sum dysturin leið gjørdist hetta alt meira sigandi fyri KÍ-avrikið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sum seinnu hálvleikur leið, hugsaðu klaksvíkingar alt minni um sjálvt fótbóltsspælið, og serliga
Heðin av Lakjuni kendi svian av hesum
Mynd: Álvur Haraldsen
Klaksvíkingar vildu vera
við, at talan var um rang-
støðu, og hvørt hetta er
rætt, skulu ikki verða tiknir
dagar ímillum á hesum
síðum, men undir øllum
umstøðum lat dómarin ikki
við seg koma.
KÍ kundi nú kanska
bundið um heilan fingur.
Lagt seg langt aftur á
vøllin, og bara roynt at av-
markað tapið, men sum
nevnt omanfyri, so tóktist
spælið fullkomuliga skila-
leyst seinastu løtuna.
Heðin av Lakjuni slapp á
máltalvuna, tá hann fór
sjálvur ígjøgnum heldur
tunnu KÍ-verjuna, sum
heldur tóktist hugsa um
John Petersen og Jákup á
Borg, sum royndu at renna
seg leysar.
Jan Guttesen økti til 4-0
við helst vakrasta málinum
í dystinum. Eftir bólttap í
uppspælinum á KÍ-mið-
vøllinum slapp John Peter-
sen leysur í høgru. Innlegg-
ið ferðaðist fram við máli-
num, og tá Jákup á Borg so
beindi bóltin innaftur, stút-
aði Jan Guttesen í einum
bleytum boga bóltin upp í
handara málhorn.
Beint
undan
leikloki
kundi Kenneth Jacobsen so
staðfesta sigurin, tá hann
við høvdinum stýrdi einari
sending frá Jákupi á Borg
(enn einaferð), men tá var
eyðmýkingin av klaks-
víkinginum langt síðani
fullkomin.
Sum seinni hálvleikur
formaði seg, skulu gestirnir
vera fegnir um, at talan ikki
gjørdist um eitt enn størri
tap. Tað kann væl vera, at
teir ikki høvdu dómaran í
sínum parti, men fyrst og
fremst eiga teir at taka í
egnan barm. Einki lið
hevur enn fingið dómaran í
sín part við at konsekvent
at illneitast á avgerðir hans-
ara.
B36 er stórfavorittur
Umframt at vera vanligur
landskappingardystur, var
dysturin eisini eitt slag av
frumframførslu til steypa-
finaluna, sum verður á
ólavsøku. Talan er tá sjálv-
andi um ein nýggjan og
kanska øðrvísi dyst, men
við sunnudegnum í minn-
inum, er einki at ivast í, at
B36 nú er risafavorittur í
hesari.
Alt í alt mundi tapið hjá
KÍ tó verða óneyðuga stórt,
men sum sagt, so áttu teir
sjálvur skuldina fyri, at so
bleiv.
B36 tykist hinvegin at
vera sera væl fyri í løtuni.
Síðani 3-1 tapið í Gøtu,
hevur liðið vunnið tríggjar
dystir í slag við málmunin-
um 22-0. Hóast 15 av
hesum vórðu skotin í met-
dystinum
móti
vága-
monnum, so tala hesi tøl
fyri seg. Komandi sunnu-
dagin verður grannaupp-
gerð í Havn, tá HB og B36
tørna saman, og fær árstals-
liðið aftur fulla úrtøku
hesaferð, munnu tankarnir
av álvara fara at leita móti
gullinum, men hesum eru
tey í B36 enn ikki egnir
harrar fyri. Til hetta krevst,
at gøtumenn missa stig, og
enn tykjast teir so avgjørt
ikki hava nakrar ætlanir
um, at so skal verða.
Dysturin í tølum:
B36-KÍ 5-0 (0-0)
1-0: John Petersen 60.
2-0: John Petersen 67.
3-0: Heðin av Lakjuni 72.
4-0: Jan Guttesen 76.
5-0: Kenneth Jacobsen 90.
Dómari: Petur Hansen
B36: Tróndur Vatnhamar –
Arnbjørn Danielsen, Egil
Zachariassen, Jens Kristian
Hansen – Bjarni Prior,
Klæmint Matras, Ronnie
Samuelsen, Jan Guttesen,
Heðin av Lakjuni – John
Petersen, Jákup á Borg
KÍ: Meinhardt Joensen –
Andreas
Jacobsen,
Jan
Andreasen,
Niclas
Niclasen
–
Harley
Bertholdsen, Jan Joensen,
Alexander Djordjevic, Jan
Joensen, Fríðin Ziskason,
Símun Joensen, Hjalgrím
Elttør, - Ovi Nysted