fríggjadagur 7. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 7. mars 2008
21
tíðindi
fyrimyndum
Eyðgunn Samuelsen
Eg vil svara spurningin í tveimum, á persónliga og politiska
planinum.
Í mínum uppvøkstri eru tað serliga tvær kvinnur, ið hava
ávirka mín hugburð til tað at vera kvinna. Onnur er omma mín
úti á Lið, sum vit nevndu hana, hon stríddist sum bóndakona
alt sítt lív og hon vísti mær, at tað ikki var nøkur avmarking at
vera kvinna, heldur tvørturímóti. Serliga vil eg siga, at hon
vísti mær, at kvinnur kunnu fáast við alt arbeiði, ið tær hava
hug til. Hin kvinnan er Betty ommusystir mín í Klaksvík, hon
var útbúgvin cand.mag og var ein av teim fáu føroysku
kvinnunum, ið læs niðri í 1930unum. Hon hevur ávirkað meg
sera nógv viðvíkjandi mínum hugburði til útbúgving, og var
avgjørt viðvirkandi til at eg fór undir útbúgving sjálv.
Politiskt eru fleiri kvinnur, men serliga Hillary Clinton. Hon
hevur víst seg at vera eitt ótrúliga sterkt menniskja, ið, sum
hon sjálv sigur, hevur barst fyri hvørjari rukku í andlitinum.
Hon hevur verið drigin ígjøgnum fjølmiðlarnar fyri persónlig
viðurskifti, av politiskum mótstøðufólki og verið kallað
maktsjúk. Listin er langur og hon hevur klárað ótrúliga væl at
tikið øllum mótgangi við “uppreistari” pannu. Nú stríðist hon
fyri lívinum eftir at gerast forsetavalevni í USA. Síðan hon
trein á vøllin, er tað ein trupulleiki at vera skikkaður til tað ið
tú vil, tað verður alla tíðina ført fram, at hon er so væl skikkað
til starvið sum forseti í USA, at tað verður gjørt til ein
trupulleika. Havi ongantíð hoyrt at tað hava verið trupulleikar
við monnum, ið hava bjóðað seg fram til politisk størv, at teir
eru ov væl skikkaðir til starvið. Eisini havi eg stóra virðing
fyri hennara styrki og vilja at stríðast. At hon eftir at hava tapt
11 uppstillingarval á rað hevur styrki til at halda áfram og so
enntá vinna ber boð um eina kvinnu við ótrúligari styrki og
harvið vísir hon øllum kvinnum at tær skulu ikki gevast á
hondum, men stríðast fyri tí, ið tær halda er rætt.
Annita á Fríðriksmørk
Nógvar hava tær verið, sum gingu undan. Bæði
herheima og uttanlands. Bæði innan og uttan tinggátt.
Um vit halda okkum til løgtingskvinnur og
landsstýriskvinnur so koma mær til hugs fyrimyndarlig
nøvn sum Karin Kjølbro, Jóngerð Purkhús, Marita
Petersen og Lisbeth L. Petersen. Hóast tað ikki eru so
nógv ár síðani, at hesar tóku seg aftur í politikki, so
hava tær í síni politisku tíð virka í einum
mentunarligum mótburði, sum gav teimum eina
politiska mótstøðu, sum gjørdi teirra politisku fet nógv
tyngri enn okkara. Eri sannførd um, at hóast javnstøðan
millum kvinnur og menn langt frá er rokkin, so eru
teirra tøk viðvirkandi til, at vit eru komin so frætt á
leið, sum vit eru.
Tak Tjóðveldi sum dømi: á tingi eru vit nú 4 kvinnur
og 4 menn, og í landsstýrinum hava vit tvær kvinnur og
tveir menn. Ein søgulig javnstøða, sum kann síggjast
sum eitt positivt íkast til 8. mars 2008. Ein spíri, sum
hevur sína rót í tí arbeiði og tí hugburði, sum vit ervdu
frá teimum, sum undan gingu.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Kenni meg so hepna, tí eg havi veruliga nógvar góðar, hollar og praktfullar kvinnur í
mínum lívi. Mamma mín, systir mín og ikki at gloyma vinkonur mínar. Tær hava allar
serligan týdning fyri meg – hvør á sín hátt og eru mínar fyrimyndir.
Í mun til tingkvinnuyrki og tað at fara aktivt inn í politikk, er mamma (Karin Kjølbro)
hon eg havi sparrað og kjakast mest við .... tí hon veit um nøkur, hvat tað vil siga, at
vera tingkvinna. Hon hevur á allar hættir verið og er ein góð fyrimynd. Hevur bæði víst
mær, at tað ber til, og hinvegin at tað ikki er ‘bara-bara’. Hon fekk meg at hugsa meg
væl um, áðrenn eg tók avgerðina, men hevur stuðlað mær, havt álit á mær og sparra
nógv við meg. Hon er mín 1. floksmentorur og fyrimynd, vil eg siga.
Eisini hava eg eina so øðiliga góða systir. Umframt at hon kennir meg so sera væl,
sigur hon altíð sína hjartans meining á ein konstruktivan hátt. Hon er tann sum
sigur:”Skal eg siga tað tú fegnast vilt hoyra ella tað sum eg veruliga meini?” tá eg spyrji
hana. Tað dámar mær SO væl, tí eg veit veruliga, hvar eg havi hana. Tað at vera ærligur
og kostruktivur sum hon, er so uppbyggjandi, haldi eg.
Katrin Dahl
Jakobsen
Nógvar eru í at velja. Alt frá Móður Teresu og
hennara arbeiði fyri tey fátøku, kendi alis- og
evnafrøðingurin Marie Curie, sum fyri sína
slóðbrótandi gransking tvær ferðir fekk heiðursløn
Nobels (1903 og 1911) til Gro Harlem Brundtland
fyri hennara ótroyttiliga politiska arbeiði fyri
Arbejderpartiet, serstakliga tá tað ræður um
umhvørvið. Og ikki at gloyma Maritu – okkara
fyrsta og higartil einasta kvinnuliga løgmann.
Fremst í huganum stendur tó Andrea Árting, sum
saman við øðrum klókum og røskum konum fingu
okkum líkaløn fyri líka arbeiði. Eitt megnartak, sum
veruliga gjørdi mun, og sum tær einsamallar
kláraðu uttan juristarí av nøkrum slag! Tær eru allar
farnar, og mamma mín var ein teirra. Nakað høvdu
tær fegnast, nú Ingeborg og hennara fólk arbeiða
fyri fastlønarskipan fyri tímalønt. Hesar konurnar
eg tosi um, vóru so framskygdar, at tær longu síðst í
60unum arbeiddu fyri at fáa barnagarð upp at
standa fyri tey á Bacalao og Landssjúkrahúsinum.
Kommunan vildi lata stykki í Hornabø, men læknar
og annað fínt fólk hildu ikki tað var hóskiligt at lata
teirra børn ganga saman við teimum hjá
fiskafólkinum!