fríggjadagur 7. mars 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 48 - 7. mars 2008
tíðindi
heiðurslønir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Aftur í ár lata Sosialurin og Miðlahúsið
saman við Føroya Banka ársins heiðursløn
ir. Hesar eru: Ársins maður, ársins kvinna
og ársins kjakheiðursløn. Heiðurslønin
Ársins kvinna verður í ár latin til Ingeborg
Vinther, heiðurslønin Ársins maður verður
latin teimum báðum, Jonhardi Mikkelsen
og Annfinni í Skála, og Ársins Kjakheiður
sløn verður latin til Hans Andrias Sølvará.
Tað eru tvær dómsnevndir, sum hava
valt hesi millum tey mongu uppskotini,
sum lesarar hjá Sosialinum hava sent inn.
Í dómsnevndini fyri Ársins mann og
kvinnu eru: Eyðun Andreassen, formaður,
Jóhanna á Bergi, Andras Róin og Esther
Djurhuus. Í dómsnevndini fyri Ársins
Kjakheiðursløn eru: Jóannes Dalsgaard,
formaður, Karin Kjølbro, Annleyg
Lamhauge og Jon Brian Hvidfeldt.
Heiðurslønirnar verða latnar á samkomu
í Miðlahúsinum í dag klokkan 15. Tað
verður Jóannes Eidesgaard, løgmaður,
sum fer at handa heiðurslønirnar og fara
umboð fyri dómsnevndirnar eisini at
greiða nærri frá grundgevingunum. Alvi
Joensen og Mia Káradóttur fara at
framføra tónleik á gittar og tvørfloytu.
Eisini fer umboð fyri Føroya Banka at
handa vinnarunum tjekk frá bankanum.
Øll eru vælkomin til tiltakið.
Hetta er triðja árið á rað, at Sosialurin
og Miðlahúsið saman við Føroya Banka
skipa fyri tiltakinum. Fyrsta árið vórðu
vinnararnir Leila Solmunde, Sofus Olsen
og Óli Petersen. Næsta árið vórðu teir Ella
Müller, Birgir Enni og Amnesty Inter
national, Føroya Deild.
Ársins kvinna Ingeborg Vinther
Ingeborg Vinther fær heiðurin “Ársins
Kvinna” í ár. Hon hevur sett sær spor í
føroyska samfelagnum sum leiðari í
føroysku fakfelagsrørsluni í meira enn 30
ár og forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í
nærum 28 ár. Hon hevur víst tað treystið
og seiggið, ið krevjast til at standa á odda
í mongum hørðum stríði, har onnur høvdu
vikið, umframt evni og innlit til at leggja
lunnar undir eitt nútíðarligt fakligt inni
hald í føroysku fakfelagsrørsluni.
Ingeborg Vinther hevur skapt sær virðing
hjá lágum og høgum í føroyska
samfelagnum.
Ársins maður Jonhard Mikkelsen
og Annfinnur í Skála
Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála
fáa heiðurin “Ársins maður” fyri avrikið
við verkinum EnskFøroysk og Føroysk
Ensk Orðabók. Hetta er størsta fremm
andamálsliga avrik, gjørt er í Føroyum, og
høvundarnir hava við tí givið føroyingum
eitt alneyðugt og fullfíggjað amboð til
samskifti út í heim, og øðrum opnar dyr
inn í okkara mál, mentan og samfelag. Av
sjálvbodnum arbeiði sum hesum stendst
høg virðing.
Ársins kjakheiðursløn
Hans Andrias Sølvará
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, fær
ársins Kjakheiðursløn, tí hann á djarvan,
gløggan og greiðan hátt hevur víst á týdn
ingin av einum opnum, sakligum og
erligum orðaskifti í samfelagnum. Hann
hevur í skrivt og talu víst á, at hóast ávís
valdsviðurskifti gera seg galdandi
allastaðni í einum samfelag, so er tað neyð
ugt við einum almennum orðaskifti í
samfelagnum. Serstakliga hevur hann víst
á tann týdning, sum eitt nú rithøvundar
eiga at hava í almenna orðaskiftinum. Við
sínum sjónarmiðum og við sínum íkasti til
føroyskt samfelagsorðaskifti hevur Hans
Andrias Sølvará sjálvur mangan mint
almenningin á, at fólkaræðið livir og
mennist av einum fjølbroyttum almennum
orðaskifti, har skilvísar grundgevingar er
týdningarmesta amboðið. Hans Andrias
Sølvará er tí ein tann fremsti millum teir
mongu føroyingar, ið royna at menna
almenna kjakstøðið við sakligum og væl
undirbygdum grundgevingum og sum
viðurkenna, at eitt slíkt orðaskifti er ein
meginfortreytin fyri fólkaræðinum.
Ársins heiðu
Heiðurslønirnar í ár fara
til Ingeborg Vinther,
Jonhard Mikkelsen og
Annfinn í Skála og til
Hans Andrias Sølvará
Ingeborg Vinther fær heiðurin “Ársins Kvinna” í ár. Hon hevur sett
sær spor í føroyska samfelagnum sum leiðari í føroysku fakfelagsrørsl
uni í meira enn 30 ár og forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í nærum 28
ár. Hon hevur víst tað treystið og seiggið, ið krevjast til at standa á odda
í mongum hørðum stríði, har onnur høvdu vikið, umframt evni og
innlit til at leggja lunnar undir eitt nútíðarligt fakligt innihald í
føroysku fakfelagsrørsluni. Ingeborg Vinther hevur skapt sær virðing
hjá lágum og høgum í føroyska samfelagnum.
Ársins kvinna
2008