fríggjadagur 7. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 7. mars 2008
27
tíðindi
rslønir 2008
Eg taki hetta sum ein
stóran heiður, ikki
minst tí tað, sum eg
føri fram í kjakinum,
er so kontroversielt,
sigur Hans Andrias
Sølvará, sum
hevur fingið ársina
kjakvirðisløn
ÁRSINS
KJAKVIRÐISLØN
- Tað hevur stóran týdning
at kjakast um evni, sum eru
eym, og sum hava nakað at
týða fyri føroyska samfelag-
ið, sigur Hans Andrias Sølv-
ará, sum í dag fær heiðurin
av ársins kjakvirðisløn.
Ein av orsøkunum til at
valið fall á hann man helst
vera bókin »Guðs orð ella
Orð um Guð«. Inihaldið í
bókini hevur eisini staðið
sum ein greinarøð í bløð-
unum.
Hans Andrias Sølvará er
fegin um, at Miðlahúsið
hevur tikið stig til tiltakið
ársins kjakvirðisløn, tí tað
hevur stóran týdning, at vit
fáa eitt kjak í lag um øll
viðurskifti.
- Ársins kjakvirðisløn
kann verða við til at eggja
fólki at taka lut í kjakinum.
At fáa hesa viðurkenning er
jú eitt herðaklapp. Vit hava
brúk fyri kjaki í Føroyum,
og tað er ikki altíð so lætt. Í
størru samfeløgunum er
munandi lættari at vera
anonymur, tað er ikki so
lætt
í
einum
lítlum
samfelag sum Føroyum,
sigur
Hans
Andrias
Sølvará.
Ein slík viðurkenning
sum ársins kjakvirðisløn
ger tað munandi hugaligari
at taka lut í kjakinum, tí
hendan vísir, at fólk setas
prís upp á tað.
- Eg eri ógvuliga glaður
fyri hendan heiðurin, mær
er sýndur, og tað eggjar
mær rættiliga til at halda
fram við kjakinum eins og
higar
til,
sigur
Hans
Andrias Sølvará.
leo
Ógvuliga fegin um heiðurin
Tað fløvar at vita,
at eisini fólk, sum
arbeiða við tingum,
sum ikki eru so glæsi
lig, eisini verða tikin
við í umhugsanini, tá
slíkur heiður verður
sýndur
ÁRSINS
FØROYINGUR
- Eg gjørdist eitt sindur
skakkur, tá eg hoyrdi tað.
Hetta hevði eg ikki væntað,
men eg eri samstundis eis-
ini ógvuliga takksmaur at
fáa hendan heiður sýndan,
sigur Anfinnur í Skála.
Hann fegnast um, at fólk
virðismeta arbeiðið við før-
oyskt-útlendsku orðabók-
unum, serliga tí tað í dag
er so ógvuliga nógv fólk at
velja ímillum.
- Tá eg var ungur og læs
niðri í Danmark, kom tað
ikki fyri, at tú sá føroying
nevndan í donsku bløðun-
um. Í dag er tað so javnan,
at tú lesur um tildømis
Guðrun og Guðrun, Teit,
Eivør ella Pál Joensen, sum
telist millum tríggjar teir
bestu svimjararnar í Europa,
sigur Annfinnur í Skála.
Við hesum undirstrikar
hann kappingina, hann hev-
ur verið í, tá hann og Jon-
hard Mikkelsen eru valdir
til ársins mannligu føroy-
ingar fram um til dømis
tey nevndu.
- Okkara arbeiði hevur
ongantíð stílað ímóti viður-
kenning, men hevur einans
verið gjørt fyri at dugna
føroyska málinum. Hetta er
samstundis ein roynd at fáa
fólk at hugsa føroyskt, tí
tað merkist ofta, at umsett
verður ú enskum til danskt
og síðani til føroyskt, sigur
Annfinnur í Skála.
Seinasta megnarverkið
hjá honum og Jonhardi
Mikkelsen, Enskt-føroyska
og Føroyskt-enska orðabøk-
urnar, munnu helst hava
verið tungan á vágskálini,
tá hesir báðir vórðu kosnir
ársins mannligu føroyingar.
Men tað er ikki sjálvsøkni,
sum hevur drivið verkið.
- Eg vóni bara, at hesi
verk kunnu gerast ein kíli í
føroyska málgarðinum, sig-
ur Annfinnur í Skála.
leo
Skakkur og takksamur
Eg síggi hetta sum
eina viðurkenning
av tí arbeiði, sum vit
hava gjørt gjøgnum
mong ár, og tað
fløvar, sigur Jonhard
Mikkelsen, ársins
mannligi føroyingur
ÁRSINS
FØROYINGUR
Spurningurin er, um eg nú
skal skifta stíl, helt Jonhrd
Mikkelsen skemtandi fyri,
tá vit ringdu og fregnaðust
eftir einari viðmerking, nú
hann, saman við Anfini í
Skála, er valdur til ársins
føroying.
- Hetta er ein viðurkenn-
ing frá teimum, sum hava
valt okkum. Tey halda væl,
at tað liggur eitt ávíst virði
í tí, vit hava fingist við sein-
astu árini, sigur Jonhard
Mikkelsen.
Seinastu orðabøkurnar frá
teimum báðum hevur verið
eitt sera drúgv arbeiði.
- Tað var rættiliga strævi
í mong ár at savna øll tey
túsundtals orðini, men nú
var bókin búgvin at verða
givin út. Men arbeiðið held-
ur fram, tó at tað nú fer at
bera meiri brá av ítrivi,
sigur Jonhadr Mikkelsen.
Tað verður alla tíðina ein
spurningur um at dagføra
orðabøkurnar,
og
fólk
ringja javnan til teir báðar
fyri at fregnast um orð ella
vendingar, sum ikki finnast
í bókini.
- So seint sum í gjár
ringdu ikki færri enn trý
fólk til mín við spurningum
um orð, sum tey ikki funnu
í orðabókini, og tá hugsi
eg, hví vit ikki høvdu hesi
orð ella vendingar við,
sigur Jonhard Mikkelsen.
Hann sigur, at hóast
arbeiðið hevur tikið mong
ár, so kemur tað veruliga í
brennidepilin, tá bøkurnar
verða givnar út.
- Tað liggur ein viður-
kenning í hesi kjósan, og
tað fløvar, sigur Jonhard
Mikkelsen, ársing mannligi
føroyingur 2008.
leo
Eitt ótrúligt heiti
Søgufrøðingurin, Hans
Andrias Sølvará, fær
ársins kjakvirðisløn fyri
á djarvan, gløggan og
greiðan hátt at hava víst
á týdningin av einum
opnum og erligum
orðaskifti í samfelagnum
Savnsmynd
Fyri vælaverkið – ensk-føroysku orðabøkurnar – fáa Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála
heiðurin sum ársins maður
Savnsmynd