Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 35 Sunnukvøldið verður einmans­leikurin »Eg eri mín egna kona« frumframførdur á Tjóðpalli Føroya Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Sunvá Eysturoy Lassen Hetta er ótrúliga, men kortini sanna, søgan um mannin, ið sum 16 ára gamal gjørdi av at vera ein kona – lat seg í kjóla og boðaði frá, at hann frá nú av eitur Charlotta von Mahlsdorf. Hetta var undir øðrum veraldarbardaga, og tí ein beinleiðis avbjóðing til lagnuna. Sjálvbiografin hjá Charlotte von Mahlsdorf »Ich bin meine eigene Frau«, kom út í 1995. Doug Wright, ið er blaðfólk, skrivaði einmansleikin eftir samrøður við Charlotte von Mahsldorf í tíðarskeiðinum frá 1992 til hon doyði í 2002. Leikurin varð fyrstu ferð framførdir á Brodway í 2003, og spælir enn fyri fullum húsum. Leikurin hevur fingið fleiri heiðurslønir m.a. Pulitzer-prísin í 2004 fyri besta Drama og Tony Award fyri besta stykkið og besta leikara í 2004. Fyrsta leikhús í Europa, ið setti leikin á pall var Stockholm Stadsteater og var leikurin væl vitjaður. Síðani er leikurin spældir á nógvum leikhúsum, í millum annað Berlin, Reykjavík, Oslo, Helsinki – og nú á meiarínum Havn. Fyrstu fer 9. mars og eina viku fram. Spælt verður kl. 19.00 týsdagin til fríggjadagin og kl. 18.00 leygar- og sunnudagin. Sermerkt kvinna Charlotte ið varð fødd í Berlin í 1928, yvirlivdi nøkur av teim mest dramtisku árunum í europeiskari søgu. Fyrst nasistarnar undir øðrum verðaldarbardaga og síðani árini undir kommunistiska stýrinum í Eysturtýsklandið. Í kvinnuklæðum gekk hon móti valdsharrunum og kravdi sín rætta til at vera seg sjálva. Í hesum einmansleikinum spælir Hans Tórgarð 35 ymiskar leiklutir ið allir vóru ein partur av hendingarríka lívinum hjá Charlotte. Hon hevði eitt stórt savn av antikkum møblum og lutum, sum hon hevði savnað saman alt sítt lív – lutir, sum annars høvdu verið fyribeindir undir nasistisku ella kommunistisku stýrunum.Tá ið múrurin millum Eystur- og Vestur Berlin fall í 1989, fekk hon heiðursmerki frá Týska samveldisríkinum, sum tøkk fyri tað stóra arbeiði hon hevði gjørt fyri at varðveita eitt tíðarskeið innan týskt industridesign. Men um somu tíð bleiv hon hongd út sum Stasi-informatør í týsku pressuni. Einmans­leikur á Tjóðpallinum Um høvundan og Charlotte Doug Wright er føddur í Dallas, Texas. Hann er útbúgvin á Yale University, Connecticut, og Tisch School of the Arts, New York. Hann starvast sum sjónleika- og filmshøvundur og undirvísir í skriving. Wright fekk hugskotið til leikin I Am My Own Wife tá ein vinmaður í Berlin fortaldi honum um “tann løgnasta, mest originala persónin sum kalda kríggið hevur fostrað.” Wright varð beinanvegin áhugaður, og fór at vitja Charlotte von Mahlsdorf í Berlin. - Hon bjóðaði okkum te í kjallaranum hjá sær, og byrjaði so at siga sína lívssøgu, sigur Wright. - Tað kvøldið visti eg, at eg mátti gera ein leik um hana. Eg haldi eg vildi skriva hendan leikin, tí sum so nógv onnur samkynd uppvaksin her í landinum, føldi eg at vit mangla fólk at síggja upp til, og vit hava einki samband við okkara søgu. Og her var Charlotte – so eksentrisk, so original og so fullkomin í síni transvestismu. Men søgan hjá Charlotte skuldi vísa seg ikki at vera so løtt at hava við at gera. Millum august 1992 og januar 1993 fleyg Wright aftur og fram til Berlin og tók samrøður upp á band, sum síðani vórðu til meira enn 500 síður í útskrift. Og loyndarmálini hjá Charlotte komu skjótt fram, tá hon vísti honum tað, sum stóð um hana í skjalagoymslunum hjá Stasi. - Enn í dag skilji eg ikki, hví hon vísti mær tað – um tað var tí hon helt seg hava klárað at lumpað øll, og at tað ongan týdning hevði meir, ella um hon vildi hava okkurt slag av fyrigeving. Wright steðgaði upp, og fekk einki gjørt við leikin í fleiri ár. Men hann gloymdi ongantíð Charlotte: - í síðsta enda var hon líka menniskjalig sum vit øll. Hon var noydd at ofrað okkurt fyri at kunna liva sítt lív, verja sítt savn og sín serliga samleika gjøgnum bæði Hitler-tíðina og kommunistiska ræðið. Og tað er býtt at hugsa sær, at hon kundi havt gjørt hetta uttan neyðsemjur. Tað var hetta, sum eg ikki vildi síggja í eyguni í fyrstani, men so skilti eg at tann hetjudyrkandi leikurin sum eg upprunaliga hevði ætlað var meira propaganda enn list. Eg hugsaði: “Um tú veruliga beundrar hana, um tú veruliga elskar hana, so noyðist tú at tola tann fulla sannleikan um hennara lív, og ikki bara taka teir partarnar við sum tær dámar. Á pallinum ein mannligur sjónleikari Hann er í svørtum kjóla og hevur eina hvíta perluketu Hann sigur hann eitur Charlotta von Mahlsdorf Hon hevur eina søgu at siga okkum Í hesum einmansleikinum spælir Hans Tórgarð 35 ymiskar leiklutir, ið allir vóru ein partur av hendingarríka lívinum hjá Charlotte