Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 48 - 7. mars 2008 tíðindi - Hjartað hjá mær liggur hjá øllum hesum eldru fólkunum á heiminum. Tað er ótrúliga spennandi at arbeiða millum tey, sigur Jona Dam frá Norð- skála. Hon starvast sum bólkaleiðari á røktarheiminum Mørkini á Streym- nesi. – Hvørt einasta húsfólk hevur sína sjarmu, sigur hon SjúkraSyStir Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Streymnes: - Fyri okkum er sera týdningarmikið at hava í huga, at hetta er ikki ein deild. Mørkin skal vera og er eitt heim – heimið hjá øllum hesum 32 húsfólku- num, slær Jona Dam fast, tá Sosialurin hittir hana á arbeiðsplássi sínum seinna- partin í gjár. Mørkin er ætlað borgar- um, sum ikki megna at búgva í egnum bústaði long- ur, og tí verður dentur lagd- ur á at munurin skal verða so lítil sum gjørligt millum heimið og røktarheimið. Heimið er býtt sundur í fýra smáar eindir við átta húsfólkum í hvørjum. Á henda hátt eru skaptar um- støður fyri einum heimlig- um og livandi umhvørvi, har virðingin fyri tí einstaka er í hásæti. Í roynd og veru var ikki neyðugt hjá Jonu ella nøkr- um starvsfólki at siga tað beinleiðis, hvussu ein skip- ar hetta arbeiðið. Eingin sum kom á gátt á Mørkini í gjár kundi vera í iva um, at hetta ikki bert eru føgur orð, men veruleikin. Longu tá tú kemur inn í gongina merkir tú tann heimliga angan av onkrum nýbakaðum. Tær ídnu kvinnurnar í køkinum hava bakað smákøkur i dagens anledning. - Hesar smákøkurnar hvørva skjótt, sigur bólka- leiðarin við einum brosi. Tann gamla tíðin Jona varð útlærd sum sjúkra- systir í 1996, og hevur arbeitt ymsastaðni, millum annað á Lágargarði og á D7 á Landssjúkrahúsinum. Síð- ani í mai mánaði 2006 hev- ur hon arbeitt her á Mørk- ini. - Nú eri eg her hjá teimum gomlu. Og tað er faktiskt í hesum umhvørvinum at mær dámar best at arbeiða. - Tað er sera áhugavert at arbeiða við teimum. Tey hava øll eina lívssøgu at siga frá og tey minnast ótrú- liga væl frá teirri gomlu tíð- ini, sigur Jona Dam. Hjá teimum, ið ikki minn- ast so væl verður dentur lagdur á at vísa teimum myndir og annað frá teirri gomlu tíðini. Á øllum veggj- unum hanga tískil myndir frá økinum í Norðstreymoy og har í nánd, soleiðis at tann heimligi hugnin eisini kann verða varðveittur her á røktarheiminum. Fingur á pulsinum Jona er bólkaleiðari fyri tvær av eindunum á Mørk- ini, og arbeiðir niðursetta tíð, soleiðis at hon hevur frí ein gerandisdag um vik- una. Ein vanligur gerandisdag- ur hjá henni byrjar kl. 8 á morgni. Tá seta hon og hini starvsfólkini seg saman at tosa um støðuna hjá tí ein- staka húsfólkinum á eindini, og hvat hesin dagurin hevur av avbjóðingum og upp- gávum. Eftir tað, verða dagsins uppgávur býttar út millum starvsfólkini. - Tað góða við teimum er, at tær eftirhondini hava so góðar royndir, at tær vita akkurát hvat tær skulu gera. So hetta gongur mestsum av sær sjálvum, greiðir Jona frá. Hóast Jona virkar sum bólkaleiðari roynir hon eis- ini at vera við í røktini. Á henda hátt kann hon – bókstaviliga! – hava fing- urin á pulsinum hjá tí ein- staka húsfólkinum. Dagurin í gjár, tá Sosial- urin vitjaði á Mørkini, líkt- ist mongum av teimum und- anfarnu. Tó var kortini ein broyting, tí ein nýggj upp- gáva lá fyri framman: At seta eitt nýtt starvsfólk inn í arbeiðið í eindini. Hetta arbeiðið fevndi millum annað um at vísa, hvussu cardex-skipanin virkar, hvussu klokkuskip- anin er og annars vísa til allar mannagongdir á heim- inum, soleiðis at hon er til- búgvin at fara til arbeiðis í morgun. Børnini vitja Millum tær ymisku uppgáv- urnar sum vóru á skránni í gjár var enn ein vitjan – hesaferð av børnum úr barnagarðinum í Hvalvík. Røktarheimið hevur nevniliga eina skipan um regluliga vitjan av barna- garðinum og frítíðarskúla- num, soleiðis at børnini vitja á heiminum aðruhvørja viku. - Tað eru tey somu børnini sum koma aftur og aftur, og tey byrja nú at kenna húsið og húsfólkið – og tey eldru at kenna tey. - Børnini eru sera áhugað í at práta við tey gomlu, so eg haldi, at hetta er ein sera góð skipan, har báðir partar fáa nakað burtur úr, sigur Jona Dam. Tá henda vitjanin var at enda komin og børnini vóru farin avstað aftur, var klokk- an farin at nærkast middegi. Døgurðin var tá í pottinum og skuldi setast á borðið hvørja løtu. Í friði og náðum Hetta er ein løta sum hús- fólkið gleðir seg til, - hesa løtuna har møguleiki er hjá teimum átta fólkunum á hvørji deild at sita saman og hugna sær undir máltíð- ini, júst sum heima við hús. - Vit gera nógv at sita í friði og náðum saman við teimum og eta. Her royna vit ikki at fara frá borðinum, fyrrenn alt er yvirstaðið. Hetta kann gott taka sína tíð, men tað er líkamikið fyri okkum. - Okkara hægsta ynski er, at hetta skal vera ein góð og hugnalig løta fyri okkum øll, greiðir Jona Dam frá. Hvørt einasta húsfólk hev - Mørkin skal vera eitt heim fyri húsfólkið, sigur Jona Dam, bólkaleiðari